Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mai 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 86 - 4. mai 2006 ] aadlfkj alæksdfj a kasd ælka dælk assd fælk jaæslld jfæll lasd fælkaj sdlkff asdf ads fælakjm asd asdf asdf ass fass assdf ælkajs sdffl a d s asd f asd fkjasdfæl aadlfkj alæksdfj a kasd ælka dælk assd fælk jaæslld jfæll lasd fælkaj sdlkff asdf ads fælakjm asd asdf asdf ass fass assdf ælkajs sdffl a d s asd f asd fkjasdfæl Í gjárkvøldið tryggjaði FC Barcelona sær spanska meistaraheitið, men kappingarárið hjá felagnum er ikki liðugt enn. Størsti dysturin bíðar framvegis Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í gjárkvøldið hendi tað, sum øll hava bíðað eftir skuldi henda. FC Barcelona tryggjaði sær spanska meistaraheitið við einum 1-0 sigri á Celta úr fiskivinnubýnum Vigo. Hetta var nóg mikið hjá Barcelona til at beina allan iva um meistaraheitið av vegnum, og tað er nú teoretiskt staðfest, at Ronaldinho og hansara menn eru meistarar. Barcelona hevur ligið á odda í La Liga alt kappingarárið, og munurin hevur fyri tað mesta verður stórur millum teir og kappingarneytarnar. Valencia og Real Madrid hava roynt sum frægast, men tað hevur ikki munað nóg nógv. Champions League Hóast meistaraheitið nú er heima, er kappingarárið hjá Barcelona langt frá av. Tann týdningarmesti dysturin er framvegis fyri framman, tí felagið hevur spælt seg í finaluna í Champions League kappingini. Finalan verður ímóti enska felagnum Arsenal mikudagin 17. mai í Paris. Barcelona hevur ikki bara fingið góð úrslit í ár, felagið hevur eisni undirhildið áskoðarunum við framúr góðum fótbóltsspæli. Við spælarum sum Ronaldinho, Eto’o, Messi, Deco og Larsson á odda hava teir veruliga spælt dreymafótbólt í stórum pørtum av kappingini. Spurningurin er nú, tað er nóg mikið til at lata sterku Arsenal-verjuna upp í finaluni í Paris um tvær vikur. Sum sjónvarps- framleiðari kunnu vit ikki góðtaka, at tað skulu vera feløgini, sum gera av, hvønn vegin myndatólið peiggjar. Tí hava vit ongar spælarasamrøður eftir dyst i 3-2 sendingini. Og verður kravið ikki broytt, standa vit fast við okkara, sigur Øssur Winthereig, tíðindaleiðari á Sjónvarpinum Sendirættindi Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hvíti roykurin var ikki meira enn komin upp í kringvarpsskorsteininum, áðrenn tað aftur kom eldur í fjúsið. Tá sáttmálin um rættindini hjá Kringvarpinum at senda frá føroyskum ítróttartiltøkum skuldi gerast, var stóri knúturin, hvussu spurningurin um sponsornøvn á kappingum skuldi tacklast. Tann spurningurin varð tó loystur at enda, men nú er n‡ggj tvístøða komin. Ein tvístøða, sum fyribils hevur borið við sær, at annars populeru spælarasamrøðurnar, sum verða gjørdar beint eftir dystin, í løtuni ikki eru partur av 3-2 sendingunum. Trupulleikin er, at FSF og føroysku fótbóltsfeløgini hava sett fram krøv um, hvussu upptøkurnar skulu gerast. Krøv, sum Sjónvarpið als ikki kann liva við. – Boðini, sum vit hava fingið, eru, at vit nú skulu avtala undan dystinum, hvørjar spælarar ella venjarar vit skulu gera samrøðu við. Og hartil skulu hesar samrøður upptakast soleiðis, at sponsorveggir hjá feløgunum greitt framganga í bakgrundini. Tað eru krøv, sum vit als ikki kunnu liva við, og tí eru hesar samrøður fyribils steðgaðar, staðfestir Øssur Winthereig, tíðindaleiðari í Sjónvarpinum. Nokta tvangsupptøkum Mikudagin var fundur við umboðum frá ÍSF og Kringvarpinum, men hetta var tó ikki ein fundur, sum flutti partarnar stórvegis. Hetta gav kanska pørtunum møguleika at greiða frá sínum sjónarmiðum, men eingin semja av nøkrum slag kom burturúr. – Fyrst og fremst so hava vit staðfest, at eingin skal tvinga okkum til at venda upptøkutólinum hendan ella handan vegin. Lat meg eisini sláa fast, at vit hava einki ímóti, at upptøkur eisini verða gjørdar við slíkar veggir. Men vit mugu sum miðil hava frítt av velja, nær vit gera slíkar upptøkur og nær vit gera upptøkur við meira action í. Annars missir sjónvarpið sum miðil alt ov nógv av tí, sum ger sjónvarp áhugavert. Men er tað ikki samstundis spell fyri 3-2 sendingarnar, at eitt av mest undirhaldandi elementunum soleiðis hvørvur? – Tað er ræðuliga spell. Men vit føla tað so, at vit í løtuni ikki kunnu handla øðrvísi. Nú hava vit so greitt frá okkara sjónarmiðum, og avtalan var, at vit hoyra aftur frá ÍSF undan vikuskiftinum. Alt eftir tí svarinum fáa vit so at síggja, hvørt samrøður aftur verða gjørdar um vikuskiftið ella ikki, staðfestir Øssur Winthereig. Kuhn heldur fram Hjálparvenjarin hjá superligafelagnum AaB, Allan Kuhn, hevur longt sín sáttmála við felagið. 38 ára gamli Kuhn kom til felagið sum hjálparvenjari hjá Erik Hamrén í 2004, og síðani hava teir báðir arbeitt tætt saman. Fyri nøkrum vikum síðani longdi Erik Hamrén sín sáttmála við AaB, og nú hevur Allan Kuhn eisini longt sáttmálan fram til ársenda í 2008. Tað hevur ikki gingið serliga væl hjá AaB í ár, men ítróttarstjórin í felagnum sigur, at nýggju sáttmálarnir við venjaraparið skulu síggjast sum ein stuðul til arbeiðið hjá teimum. Súni verður við hjá AaB Í kvøld spælir AaB dyst í donsku superliguni. Dysturin er ímóti botnliðnum AGF, og millum spælararnar, sum venjarin Erik Hamrén vil hava við, er føroyski landsliðsspælarin Súni Olsen. Hann var eisini við í seinasta dystinum hjá AaB, sum felagið vann 1-0. Jón Rói Jacobsen er ikki tøkur til dystin, tí hann stríðist við ein nýggjan skaða í knænum, og óvist er, nær hann verður førur fyri at spæla aftur. Hóast AaB ikki hevur vunnið meira enn ein dyst í ár, rósar venjarin spælarunum fyri innsatsin, tí liðið hevur bert tapt tríggjar av 16 dystum. FM í estetiskum fimleiki um vikuskiftið Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn verður leygardagin karmur um FM kappingina í estetiskum fimleiki. FIMLEIKUR Lív Reinert Kjeld liv.reinert.kjeld@ sosialurin.fo Hetta verður fyrsta FM kappingin í estetiskum fimleiki fyri pinkur, smágentur og kvinnur, síðani stórkappingin varð løgd aftur um bak. Feløgini, sum fara at kappast, eru Støkk, Flog, Ljósið og Havnar Fimleikafelag. Føroya Fimleika- samband hevur ognað sær eitt nýtt fimleikagólv til hesa kappingina. Hetta slagið av gólvi verður eisini nýtt í altjóða kappingum, og saman við vælumtóktu ljósunum, sum hava verið nýtt seinastu árini, ger gólvið, at fimleikararnir veruliga eru í miðdeplinum og verða ikki líka lætt órógvaðir undir framførslunum. Fyrra kappingin leygardagin er fyri pinkur og smágentur og byrjar kl. 14:00. Seinna kappingin verður fyri kvinnur, og hon byrjar leygarkvøldið kl. 18:00. Pinkur, smágentur og kvinnur fara at kappast um FM í estetiskum fimleiki. Barcelona er spanskur meistari Vit mugu sleppa at arbeiða frítt Vit standa í bíðistøðu. Og verður kravið frá FSF ikki linkað, so verða ongar samrøður í komandi 3-2 sending heldur, staðfestir Øssur Winthereig