fríggjadagur 5. mai 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 5. mai 2006
Vit hava fingið eina
góða kringvarpslóg,
tí nú verða møgu
leikarnir nógv betri
at seta privatar
støðir á stovn, sigur
Heðin Zachariasen í
mentanarnevndini,
løgtingsmaður
Kringvarp
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta eigur at vera søtur
musikkur í oyrunum á
teimum privatu.
Tað
er
skoðsmálið,
sum Heðin Zachariasen
gevur nýggju lógini um
Kringvarp.
Heðin Zachariasen er
løgtingsmaður og limur í
mentanarnevndini og hann er
tí ein av høvuðsmonnunum
aftanfyri nýuggju lógina
Og orsøkin til, at honum
dámar lógina so væl, er, at
hon fer at geva privatum
nógv betri møguleika at seta
privatar støðir á stovn.
Eisini hann viðgongur, at
lógin um Kringvarp er ein
politisk neyðsemja.
Í hesari neyðsemjuni ætla
politikararnir, at um fimm
ár skulu ùtvarp Føroya
og Sjónvarp Føroya ikki
longur sleppa at senda
handilslýsingar.
Men
afturfyri
skal
sjónvarpið sleppa at senda
útlendskar, almennar rásir,
eitt nú DR, NRK og aðrar.
Kortini ásannar hann, at
ongon ítøkilig ætlan er fyri,
hvussu handilslýsingarnar
í almenna Kringvarpinum
skulu takast av.
– Tað verður ein spurning
ur, sum landsstýrismaðurin í
mentamálum nú skal arbeiða
víðari við og leggja til rættis,
hvussu handilslýsingarnar
skulu takast av.
Heðin Zachariasen sigur,
at tað, sum privat, sum
hava hug at seta støðir á
stovn, ikki hætta sær undir
tað, tí tey vita ikki, hvussu
støðan við handilslýsingum
verður.
Men nú hava tey privatu
fingið greiða fráboðan um,
at um fimm ár eru ongar
handilslýsingar í almenna
Kringvarpinum og so kunnu
tey skipa seg eftir tí.
Annars heldur hann ikki, at
tað verður í kapping í privata
vinnu, at Kringvarpið eisini
fær lógarfesta heimild at
senda útlendskar, almennar
støðir.
– Spurningurin er, hvussu
privat Televarpið er. Tað er
ein spurningur um vit ikki
í veruleikanum hava hava
tveir almennar eigara- tó at
Føroya Tele verður einskilt.
– Men tað var eisini
spurningurin um at koma til
eina niðurstøðu og tað, sum
nú er hent, er, at tað verður
sett í lógina, at Sjónvarpið
kann endurvarpa útlendskar
rásir tá ið Sjónvarp Føroya
annars ikki sendir.
Men tað liggur í kortunum,
at eitt nýtt sendinet skal
gerast til Kringvarpið?
– Tað liggur ikki í hesum
málinum, tí hetta er ein heilt
annar spurningur, sum ongin
politisk støða er tikin til.
Heðin Zachariasen sigur,
at spurningur um netið er ein
spurningur fyri seg sjálvan.
Í meiri enn 20 ár
hevur Sjónvarp
Føroya livað av at
sent sendingar hjá
DR og TV2 og tað
er ikki rímiligt, at
vit skulu gevast, fyri
tað um Televarpið
og Canal Digital nú
eisini eru farin at
senda, sigur stjórin í
Kringvarpinum
Kringvarp
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað kann ikki vera rætt,
at vit skulu verða noydd at
bakka.
Jógvan Jespersen, stjóri
í Kringvarpinum, er ikki
samdur við teimum, sum
hava fýlst á, at Løgtingið
nú hevur samtykt, at
Kringvarpið eisini skal
sleppa at senda útlendskar,
almennar rásir, eisini nevnd
ar Public Service, rásir, eitt
nú DR og NRK og aðrar.
Stjórin í Kringvarpinum
vísir á, at heilt síðani
Sjónvarpið varð stovnað fyri
meiri enn 20 árum síðani,
hevur tað livað at endurvarpa
sendingar hjá DR og í ein
ávísan mun, eisini sendingar
frá TV2, umframt aðrar
sendingar, sum tað hevur
keypt og framleitt sjálvt.
Men hesi seinastu árini
eru so eisini Televarpið og
Canal Digital farin at senda
DR.
– Men fyri tað um onnur
nú eisini eru farin at senda
DR, kann avleiðingin av ikki
vera, at Sjónvarp Føroya skal
noyðast at gevast.
– So kann onkur halda, at
tað er kappingaravlagandi,
men tað vóru altso vit, sum
byrjaðu at senda DR, nógv
ár áðrenn Televarpið og
Canal-Digital byrjaðu.
Hann sigur, at sjálvandi
ber til at spyrja, um tað
er nakað endamál í, at
Sjónvarp Føroya eisini
varpar sendingar hjá DR,
sum nógv flestu føroyingar
frammanundan
síggja
beinleiðis í Televarpinum
ella Canal Digital.
Men hann vísir á, at
skulu vit hava eitt føroyskt
sjónvarp, má tað hava eitt
minstamark av sendingum
fyri at hyggjarin yvirhøvur
vil góðtaka tilboðið.
– Tað vildi eisini verið
ómøguligt at kravt 2000
krónur í hyggjaragjaldi frá
fólki og givið teimum tveir
tímar um dagin av føroysk
um sjónvarpið afturfyri
– Men vit vita, at tað
er ógvuliga tungt at fáa
Kringvarpslógina broytta og
tað er orsøkin til, at vit nú
vildu hava tað við í lógina, at
vit skulu hava møguleika at
senda útlendskar, almennar
rásir.
Hann leggur afturat,
at tað er besta boðið hjá
Kringvarpinum
uppá,
hvussu eitt føroyskt sjónvarp
kann yvirliva.
Langur vegur eftir
Jógvan Jespersen vísir á, at
hóast tað nú kemur í lógina,
er langur vegur eftir, áðrenn
Sjónvarpið kann senda aðrar
rásir.
– Vit skulu hava sendiloyvi
og onnur loyvi. Men tað
fyrsta og størsta fortreytin
er, at vit fáa eitt nýtt, digitalt
sendinet við fimm rásum.
Og nær tað verður, er tað
ongin sum veit, tí tað er ein
politiskur spurningur, sum
støða ikki er tikin til enn.
Tað er heldur ikki avgjørt,
um eitt nýtt sendinet
skal byggjast, ella um
Sjónvarp Føroya skal fáa
pláss á sendinetinum hjá
Televarpinum.
– Í londunum rundanum
okkum, verður dentur lagdur
á, at almennu kringvørpini
skulu hava ræðið á sendi
netinum.
Tveir møguleikar
Í sambandi við framtíðar
sendinetið í Føroyum, hava
tveir møguleikar verðið
nevndir.
Tann fyrri møguleikin er,
at tað almenna byggir eitt
sendinet og tað fer at geva
Kringvarpinum fimm rásir
at ráða yvir.
Tað er ein íløga, sum
kostar 20-25 milliónir,
stendur í eini frágreiðing um
framtíðar sendinetið.
Hin seinni møguleikin
er, at tað almenna útbyggir
sendinetið hjá Føroya Tele,
so at tað dekkar alt landið
og so fær Kringvarpið eina
rás burturav tí. Tað er ein
íløga, sum kostar einar 13
milliónir.
– Men tað er heilt greitt,
at tað verður við teirri
fyrru loysnini, at brúkarin
fær nógv tað størstu
nyttuna av íløguni, tí tá fær
almenningurin fimm rásir.
– Taka vit tað seinnu
loysnina, verður tað Tele
varpið, sum fær næstan
alla nyttuna av íløguni, tí
so fær Føroya Tele at dekka
alt landið fyri almenna
rokning.
Sjálvur
er
Jógvan
Jespersen sannførdur um,
at tað einasta rætta er, at
tað almenna hevur ræðið
á sendinetinum og kann
avgerða, hvussu nógvar rásir,
Kringvarpið skal hava.
– Men fyri tað er ikki sagt,
at Kringvarpið og Televarpið
ikki
kunnu
samstarva
um sendinetið, men tað
avgerðandi er, at tað er tað
almenna, sum hevur ræðið á
tí, leggur Kringvarpsstjórin
afturat.
Missa átta milliónir
Annars er tað greitt, at eftir
nýggju kringvarpslógini
verða møguleikarnir hjá
Kringvarpinum at fíggja
virksemið við lýsingum,
skerdir.
Tað stendur beinleiðis í
lógini, at Kringvarpið kann
ikki hava handilslýsingar á
heimasíðuni.
Men í viðmerkingunum til
lógina stendur eisini, at um
fimm ár skal Kringvarpið
heldur ikki longur sleppa at
hava handilslýsingar.
Men so skal Kringvarpið
aftur
fáa
inntøkurnar
aðrastaðni frá.
Jógvan Jespersen sigur, at
tað fer at geva Kringvarpinum
ein inntøkumiss upp á átta
milliónir.
– Nú stendur tað ikki í
lógini, at vit skulu missa
handilslýsingarnar, men
tað er ein ætlan, sum
politikararnir seta fram í
viðmerkingunum til lógina.
Hinvegin stendur tað
beinleiðis í lógini, at
Kringvarpið sleppur ikki at
hava lýsingar á heimasíðuni
og tað halda vit, er ólogiskt
tí hava vit loyvi lýsa, áttu
vit eisini at kunna lýst, har
lýsingar natúrliga eru og tað
eisini á netinum, samstundis
sum fólk brúka heimasíður
meiri og meiri. Hin stóru
tíðindaveitarin á netinum,
Portalurin, fær framvegis
loyvi at lýsa.
Kringvarpsstjórin sigur,
at so verður tað ein politiskur
spurningur, hvussu tað
verður gripið ann.
– Men vit mugu staðfesta,
at øll hesi 50 árini, síðani
Útvarpið kom og øll hesi
22 árini, síðani Sjónvarpið
kom, hevur tað so at siga
ongantíð eydnast at fáa
politiskan meiriluta fyri at
játta pening á fíggjarlógina
til raksturin. Spurningurin
er, hvat fær politikarar
at halda, at meiriluti er
fyri tí í dag, sigur Jógvan
Jespersen.
Tað er ikki rímiligt, at vit
skulu verða noydd bakka
Jógvan Jespersen, stjóri í Kringvarpinum, sigur, at vit hava tveir
møguleikar. Fyrri møgueleikiner at byggja eitt alment sendinet
og tað fer at geva Kringvarpinum fimm rásir at ráða yvir. Prísur:
20-25 milliónir. Hin møguleikin er, at útbyggja sendinetið hjá
Televarpinum, so at tað røkkur øllum landinum. Tað fer at geva
Kringvarpinum eina rás at ráða yvir. Prísur: 13 milliónir
Søtur musikkur í oyrunum á teimum privatu
Nú hava tey privatu, sum hava
hug at seta støð á stovn, fingið
greið boð um, at um fimm ár
eru ongar handilslýsingar í
almenna kringvarpinum og
so kunnu tey leggja til rættis
eftir tí