Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mai 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 87 - 5. mai 2006 Ráðið fyri Ferðslu­ trygd hevur úttal­að seg um, at vega­ loysnin, sum løg­ tingið hevur samtykt, er ikki nóg góð, tá um ferðslutrygd ræður. RFF er als ikki tik­ ið við upp á ráð av politiska mynd­ug­leik­ an­um, sigur Rúna Siv­e­rtsen, forkvinna í ráðnum Leirvíksvegurin Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Nógvar ymiskar meiningar hava verið um, hvør loysn er best til vegaføringina í Leirvík. Politikkarnir hava tikið fíggjarlig atlit, meðan leirvíkingar helst vildu hava ein tunnil undir bygdina. Meðan øll hava havt eina meining um, hvør loysn er best, so hevur ikki verið nógv at hoyrt til RFF. Ikki tikin við uppá ráð Spurd um hví RFF ikki hevur úttalað seg um vegaføringina fyrr, svarar Rúna Sivertsen, at tað er tí, at tey ikki hava verið eftirspurd av politiska myndugleikanum. – Í hinum norðurlondunum er vanligt, at ferðsluráðini eru hoyringsfelagar. Tað er tann umvenda verð, at vit skulu noyðast at renna aftaná ting- og landsstýrismanninum, fyri at fáa ávirkan. Tað átti at verið teir, sum komu til RFF at biðja um ráð, sigur Rúna Sivertsen. – Á einum fundi í Leirvík, sum lokal fólk høvdu tikið stig til, fekk eg persónliga innlit í vegaloysnirnar hjá Landsverki. Men málið er ongantíð sent Ráðnum fyri Ferðslutrygd at taka støðu til. Valdu ringastu loysnina Saman við løgtingsupp­ skot­inum um vegaføring í Leirvík finnast fimm loysnir, har Landsverk hevur gjørt eina samanbering, í mun til ymisk metingarstøði. Í mun til ferðslutrygd fekk vegurin har niðri í bygdini bert tvey stig frá Landsverki, meðan hinar loysnirnar fingu trý og fýra stig. – Tað er ta niðurstøðuna, ið RFF hevur at halda seg til, sigur Rúna Sivertsen. – Vegaloysnin, sum løg­ tingið hevur samtykt, er tann vánaligasta í mun til ferðslutrygd. – Tá ið Ráðið fyri Ferðslu­ trygd úttalar seg, taka vit bara atlit til ferðslutrygdina. Fíggjarlig atlit og annað er ikki okkara borð. – Hóast politikkarnir hava havt sjey ár at fingið hetta uppá pláss, so verður tann vánaligasta loysnin vald. –Tá ið nú so long tíð er gingin, so er mín meining tann, at vit nú tað sama kunnu nýta sjey mánaðir afturat. Nú samtykkja vit eina loysn, sum vit í longdini ikki kunnu liva við, og sum okkara eftirkomarar mugu bera kostnaðin av. Vit áttu heldur at funnið eina haldgóða loysn. Hava ført lobbyismu RFF hevði havt møguleika at fingið innlit í málið ígjøgnum landsverk, so hví hevur RFF ikki gjørt tað? – Tað átti at verið sjálvsagt, at Ráðið fyri Ferðslutrygd varð spurt til ráðs í øllum, sum hevur við ferðslu at gera. Men soleiðis er ikki, og tí hendir slíkt sum hetta. Í Føroyum hava politisku myndugleikarnir ikki skyldu at leggja ferslumál fyri RFF, sigur Rúna Sivertsen. Eingin fólkafloks­ samansvørjing Tað er einki dulsmál, at Rúna Sivertsen er fólka­ floks­kvinna, og tá ið Bjarni Djurholm er landssýrismaður í ferðslumálum, hava summi gitt, at her kann vera ein samansvørjing hend. Onkur hevur vilja verið við, at Bjarni Djurholm er ímóti vegaloysnini niðri við keiøkið, og tí hevur RFF, við Rúnu Sivertsen sum forkvinnu, nústani úttalað seg um málið. – Vit eru ein óheftur stovn­ur, so tílíkar ákærur eru púra burturvið. Vit gera eitt samvitskufult arbeiði, og einasta orsøk til, at vit ikki hava úttalað okkum, er tí at vit ikki hava verið við í nevdarhoyringini, sigur Rúna Sivertsen. Uppskotini vórðu beind í vinnunevndina, sum ikki kundi semjast um eitt uppskot. – Tað vóru tríggir minni­ lut­ar í nevndini, og tað vís­ir bara, hvussu politisk áhugamál hava størri týdning enn politiskt skynsemi, sigur Rúna Sivertsen. Brúgvaloysnin skilagóð Spurd hvat Rúna heldur um uppskotið hjá Dáva Vinther, sum umfatar eina brúgv frá nýggja grótbrotinum til gamla grótbrotið, svarar Rúna, at tað ljóðar skilagott. Hon vil tó ikki úttala seg so nógv um tað, men hon undrast á, at tað varð púra skúgvað til viks av politisku myndugleikunum. – Hetta er enn eitt dømi um, at tað er ikki nóg nógv tíð sett av til at troyta allar møguleikar og finna bestu loysnina. – Ráðið fyri Ferðslutrygd ynskir eina loysn, sum er ferðslutrygg og í samsvari við Nullhugsjónina, sum løg­tingið einmælt hevur sam­ tykt, sigur Rúna Sivertsen. RFF hildið uttanfyri hoyring um leirvíksvegin Dávur Vinther hevur arbeitt við einari brúgvaloysn, har teinurin verður styttri og ferðslutrygdin betri, men landsverk skúgvaði uppskotið til viks Brúgvaloysn Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ein brúgv frá nýggja grótbrotinum til gamla grótbrotið. Vegurin frá brúnni hevur eina avkoyring bæði til Leirvík og til landsvegin. Hetta er uppskotið hjá Dáva Vinther, sum hevur teknað brúnna á Power Point. – Hetta hevði verið til frama fyri norðoyingar, tí at tað styttir um teinin hjá teimum, og teir kunnu koyra 80 km/t allanvegin burtursæð frá við rundkoyringina. – Um ferðslan verður leidd rundanum bygdina ella í ein tunnil, so fáa leirvíkingar einki burturúr nógvu ferðsluni. Við hesari loysnini kunnu handlar og annað í Leirvík fáa størra gleði burturúr nógvu ferðsluni, og ferðslutrygdin verður í topp, sigur Dávur Vinther. Tað er talan um eina so­kallaða vindtrygga jet- brúgv, sum leiðir vindin upp­ um brúnna. Øll skip á stødd við Dúgvuna fara at sleppa undir brúnna. Beringin á brúnni verður stutt, so hon skuldi ikki verið alt o v kostnaðartung. Uppskotið kom ov seint Dávur Vinther legði upp­ skotið fyri landsverk, men teir vildu ikki kennast við tað. Teir vóru helst komnir ov langt við núverandi loysn. Teir søgdu, at brúgvaloysnin er ov dýr, men tað var helst einans ein umbering fyri at sleppa undan enn einum uppskoti. – Tað er eins og vil politiski myndugleikin einans kroysta eina loysn ígjøgnum sum skjótast heldur enn at finna tað bestu loysnina fyri norð­ oyingar, leirvíkingar og okkara eftirkomarar. Flísurnar frá kioskini á Vaglinum og 15 metrar móti Handilskjarnanum verða tiknar uppaftur Mynd: Heini Landsverk skúgvaði uppskot til viks Í nógvar mánaðir hevur ein partur av gongugøtuni verið avbyrgdur. Nú verða flisarnir frá kioskini á Vaglinum og 15 metrar niðan móti Handilskjarnanum tiknir uppaftur. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur, at linjan ímillum flisarnir var eitt sindur skeiv, so teir hava í samráð við Articon gjørt av, at gera tað umaftur. - Vit vilja fegin hava eitt væl úr hondum greitt arbeiði, so vit vildu fegin hava tað gjørt umaftur sum skjótast. Articon vildi eisini fegin gera arbeiðið ordiligt, so nú hava teir fingið nakrar útbúnar flisaleggjarar at gera arbeiðið. Arbeiðið við at leggja flisar á gongugøtuna hevur drigið eitt sindur út og hevur verið til ampa fyri handlarnar, sum liggja á gongugøtuni. - Veðrið hevur darvað arbeiðinum, men nú verður tað vónandi skjótt liðugt, og so fáa vit ein flottan miðbý, sum vónandi øll verða nøgd við, sigur Heðin Mortensen. HK Flisarnir á gongugøtuni tiknir uppaftur Uppskotið um brúgv frá nýggja grótbrotinum til gamla grót­brotið. Brúgvin styttir nógv um teinin hjá bilunum og leiðir eisini ferðsluna rundanum bygt øki Mynd: Dávur Winther Loftmynd av brúnni Mynd: Dávur Winther