fríggjadagur 5. mai 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 5. mai 2006
Komandi summar
verður støða tikin til,
um ein norðurlendsk
royndarverkætlan
skal setast í verk
í Nólsoy. Gongst
sum ætlað, so skal
Nólsoyggin fáa allan
sín orkutørv frá
varandi orkukeldum
ORKA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Fyri einum mánaði síðani
varð ein vindmátari settur
upp í Nólsoy, og har skal hann
standa komandi árið. Tað er
smápartafelagið Røkt og
danski granskingarstovnurin
Risø, sum standa fyri
mátingarnar. Røkt er felagið,
sum framleiðir streym úr
vindmyllunum í Vestmanna,
og letir streymin inn á netið
hjá SEV.
Í gjár var ein kunnandi
fundur
í
Nólsoy
um
orkuverkætlanina. Í Nólsoy
eru tey ógvuliga spent uppá
hetta, og áhugin sást eisini
aftur á fundinum - eini 40
fólk vóru uppmøtt.
Fundurin varð brúktur
til at greiða frá ymsum
skipanum, sum kunnu
gera seg galdandi í mun til
orkutørvin í bygdini. Eisini
varð komið inn á, hvussu
skúlin kann gerast partur
av verkætlanini, umframt
at fólkið varð kunnað um
lokalar royndir við varandi
orku sum ískoyti í vanliga
húsarhaldinum.
Til alla oynna
Verkætlanin er skipað
í trimum fasum. Fyrsta
fasan fór við at velja hvar
verkætlanin skuldi vera,
kortleggja orkubrúk og
tílíkt. Nú eru vit so komin til
aðru fasu, og tað var tí Bjarti
Thomsen, Bjarni Djurholm,
Súsanna Sørensen, Kristen
Strømmen, Dávur Juul
Magnussen, Hilmar Joensen
og Jógvan Thomsen greiddu
frá á fundinum í skúlanum
í gjár.
Onnur
fasan
verður
millum annað brúkt til at gera
vindmátingar og skráseta
orkubrúkið í Nólsoy, og her
er mann komin fram til, at
myllurnar í Neshaganum
og omanfyri Vestmanna
ikki eru nóg stórar. Tær
framleiða 660 watt, men
fyribilskanningarnar vísa,
at ein mylla, sum klárar at
framleiða eitt megawatt helst
hevði verið rættara støddin.
Ritan á hydrogen
Tá tosað verður um varandi
orku í Føroyum, fellur tosið
altíð inn á vindmyllur. Hetta
er eisini tað, sum nógv av
tosinum snýr seg um í
Nólsoy fyri tíðina, men ikki
bara. Á fundinum í gjár var
eisini hydrogen nevnt sum
orkuveitari. Hetta er nakað
sum verður mett at verða
ógvuliga áhugavert, og víst
var til Íslands, har tey í eitt ár
nú hava havt bussar koyrandi,
sum hava nýtt hydrogen. So
mikið ítøkiligt er tað við
hydrogentosinum, at Bjarni
Djurholm nevndi, at tey í
Innlendismálaráðnum høvdu
tosað um, at nýggja Ritan,
sum skal byggjast í næstum,
skal brúka hydrogen.
Og Nólsoyggin fyllir nógv
í Innlendismálaráðnum. So
mikið nógv, at teir hava sett
ein mann at arbeiða við
hesum burturav. Tað er Dávur
Juul Magnussen, og tað var
eisini hann sum saman við
einum norðmanni, sum var
maðurin aftanfyri fundin í
gjár.
Hotel Eiði, sum
seinastu árini er
rikið av Hans Jørgen
Nielsen og Jóhonnu
Nielsen, hevur fingið
nýggjar eigarar.
Malan Rubeksen,
Herjón Olsen, Anfinn
Kruse og Jóhan K.
Joensen hava keypt
hotellið fyri 3,7
milliónir krónir.
HOTEL EIÐI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað eru tríggir eiðismenn
og ein havnadama, sum
eru nýggju eigararnir. - Tá
Herjón og eg spurdu okkum
fyri, og høvdu ætlanir um at
keypa, settu Anfinn Kruse
og Jóhan K. Joensen seg í
samband við okkum, og
vit gjørdu av at sláa okkum
saman um keypið, greiðir
Malan Rubeksen frá. -
Tað hevur longi verið ein
dreymur okkara. Eg havi
drúgvar hotelroyndir av
Hafnia, og Herjón hevur
verið skipskokkur longi,
so tí meta vit okkum at
vera før fyri at fara undir
uppgávuna
Tá tú kemur koyrandi til
Eiðis, er eitt tað fyrsta eygað
ber við, stóra hotellið, sum
liggur ovarlaga í bygdini.
Seinastu tíðina hevur tað
ikki verið nakað serliga pent
á at lýta, tí at kalla ongin
máling er á bygninginum.
Men hetta er bert ein partur
av renoveringsætlanunum
hjá nýggju eigarunum. -
Uttanfyri skal málast og
hampast um, og innanfyri
verða eisini stórar broytingar.
Vit ætla at kundin skal
merkja, at hotellið hevur
fingið nýggjar eigarar, sigur
Malan Rubeksen.
Broytingar at síggja
Ein av broytingunum verður,
at hotellið altíð fer at hava
opið.
– Vit ætla at fólk altíð
skal kunna koma inn, og
fáa sær ein bita ella eitt
krúss av kaffi. Bygdafólkið
skal veruliga merkja, at
eitt hotel er í bygdini, og
vit vilja gjarna gera okkurt
fyri bygdina, fortelur Malan
Rubeksen, sum eisini greiður
frá øðrum broytingum, sum
eru ávegis, og aðrar sum
arbeitt verður við.
– Matarskráin verður a
la carte, og vit hava eisini
bílagt okkum eina ísbarr. Vit
fara at hava eina fjølbroytta
kaffiskrá, við nógvum
ymiskum sløgum av kaffi,
umframt kakur av ymsum
slag, eisini heimabakstur.
Eitt annað, sum
kundin, og serliga tey í
matstovuni fara at merkja
er, at ein spælikrókur eisini
kemur at vera, tá hotellið
letur upp. Soleiðis fara øll
at kunnu nýta matin í frið
og náðum.
Søkt um skeinkiloyvi
Eitt, sum enn ikki er
komið í rætt lag enn, men
vónandi kemur upp á pláss
áðrenn alt ov langa tíð, er
skeinkiloyvi.
– Vit hava søkt um
skeinkiloyvi, og vóna at
tað kemur í rætt lag innan
ikki alt ov langa tíð, greiðir
Malan frá, sum eisini vísir
á, at tey hava ætlanir um at
gera hotellið brúkiligt hjá
rørslutarnaðum, tí sum er
fáa tey ikki brúkt tað.
Í løtuni arbeiða tey á
hotellinum av øllum alvi,
fyri at fáa alt klárt til
reseptiónina, sum verður
mánadagin 15. mai. Av
fyrstan tíð hevur hotellið
havt navnið Hotel Eiði. Men
undanfarnu broyttu navnið
til Hotel Lonin. Hetta verður
við nýggju eigarunum
broytt, so nú eitur hotellið
aftur Hotel Eiði.
Um tíggju dagar
verður so reseptiónin, og
aftaná tað fer Hotel Eiði, sum
kostaði 3,7 milliónir, at lata
upp fyri almenninginum.
Nólsoy verður enn grønari
Ein tilgjørd mynd við eini vindmyllu í Nólsoynni
Mynd: Bjarti Thomsen
Eini 40 fólk vóru møtt til fundin í skúlanum
í gjár
Dávur Juul Magnussen og Kristen Strømmen
vóru menninir aftanfyri fundin í gjár
Hotel Eiði fingið nýggjar eigarar