fríggjadagur 5. mai 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 87 - 5. mai 2006
Høgni W. Høgnesen,
formaður í Báta
felagnum í Nes
kommunu, sigur, at
málsetningurin hjá
felagnum er at gera
bátafestivalin til eitt
afturvendandi árligt
tiltak, sum dregur
vitjandi til sín og sum
samstundis markn
aðarførir komm
ununa sum eina
livandi og gestablíða
kommunu
Bátafestivalur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á øðrum sinni skipar Báta
felagið í Nes kommunu í
morgin fyri bátafestivali
við fleiri áhugaverdum og
spennandi tiltøkum, bæði
fyri børnum og vaksnum.
– Vit hava lagt upp til ein
rimmar festival við eitt nú
sølustevnu, loppumarknaði,
uppboðssølu av málningum
og tekningum, dansi og DJ-
showi. Kirkjukórið fer eisini
at syngja, og skúlaorkestrið
fer at hava konsert.
Formaðurin í Bátafelagn
um, Høgni W. Høgnesen, sig
ur, at kafeteria eisini verður
á stevnuøkinum, eins og
tveir slakrarar fara at grilla
brasilianskar búffar og baka
epli til tey, sum ynskja sær
ein góðan bita.
Aftrat hesum verður eisini
ein pylsuvognur, har fólk
kunnu keypa sær ”lættari”
føði.
Á Toftum hava tey heldur
ikki gloymt børnini og tey,
sum ynskja at huga sær við
spæli.
Høgni sigur, at Føroya
størsta trampolin verður á
stevnuøkinum, og har verður
eisini ein hoppiborg og el-
bilar.
Hæddarpunktið
Eingin bátafestivalur er uttan
bátar, og hæddarpunktið á
stevnuni verður sjálvandi,
tá ið bátarnir stevna inn í
Oyrahavnina á Toftum.
– Bátarnir møtast við
Flesjarnar klokkan 14 og
stevna inn í Oyrahavnina
umleið hálvan tíma seinni.
Høgni sigur, at tá ið lagt
verður at, fer Nes sóknar
Hornorkestur at spæla og
seta sín dám á hesa løtuna.
– Síðan fer alt bátsfólkið
út í kaffistovuna á virkinum
hjá Føroya Fiskavirking, har
tey fáa feska suppu.
Bátafelagið hevur eisini
”bílagt” sær eitt stórt har
monikulið, sum verður við
bátahylin, tá ið bátarnir
leggja at. Harmonikuliðið
fylgir við út í kaffistovuna
á fiskavirkinum, har tey
fara at spæla, meðan suppan
verður sopin.
– Harmonikuliðið fer eis
ini at seta sín dám á stevnu
økið, meðan búffarnir verða
grillaðir, og hetta tiltakið
byrjar klokkan 17, sigur
Høgni.
Nógvir bátar
Bátafestivalurin á Toftum í
fjør var hin fyrsti av sínum
slagi í kommununi. Veðrið
gjørdist heldur illfýsið hend
an dagin, og tað ávirkaði lut
tøkuna av bátum og vitjandi
annars.
– Slakir 40 bátar vóru
við í fjør, men vit vænta
nógv fleiri bátar hesaferð.
Bátarnir liggja væl á Toftum,
og tá ið deksbátahavnin í
Oyrunum er full, er gott
pláss úti í Jacobs-havn, har
Fiskamarknaðurin er.
Høgni vísir á, at Toftir
liggja væl fyri, tá ið ræður
um bátar og sigling, tí heim
anfyri Flesjarnar er deyða
vatn.
– Hópin av bátum eru á
Skálafjørðinum, og talið
er ikki minni í høvuðsstað
arøkinum, eins og fleiri
bátar eru í Kollafirði og
Sundalagnum annars.
Bátafelagsformaðurin
visti í gjárkvøldið at siga,
at ein bátur var farin heilt
sunnan úr Vági við kós móti
Toftum.
– So, vit vænta, at talið
av bátum hesaferð verður
rættiliga stórt, sigur hann.
Ókeypis ferðing
Høgni væntar eisini at
síggja nógv fleiri gestir á
festivalinum í ár enn í fjør.
– Nú Norðoyatunnilin júst
er latin upp fyri almennari
ferðslu, og ókeypis er at
koyra bæði úr Norðoyggjum
og Vágum, vænti eg, at hetta
fer at síggjast aftur í vitjandi
á Toftum leygardagin.
Hann heldur, at bátafesti
valurin á Toftum í morgin
er eitt gøtt høvi hjá fólki,
sum hava hug at síggja seg
um á eystara armi á Skála
fjørðinum.
– Eitt so gott høvi býðst
ikki á hvørjum sinni – og
møguleikin í morgin at
ferðast ókeypis um undir
sjóvartunlarnar er hin sein
asti á hesum sinni, leggur
hann aftrat.
Hitakanónir
Í fjør vóru eini 280 fólk í
dansi á Toftum, og hesaferð
verður tað Dansiorkestrið,
sum fer at undirhalda við
góðum dansitónleiki fyri
tey tilkomnu.
– Meðan tey tilkomnu fara
at dansa og hugna sær í høllini
hjá Landingarmiðstøðini,
kunnu tey yngru hugna sær
í tjaldinum á stevnuøkinum,
har vit fara at hava DJ-show.
Høgni sigur, at uttan mun
til, hvussu veðrið háttar sær
leygardagin og leygarkvøldið,
verður eingin trupulleiki við
hita á stevnuøkinum, tí í ár
hevur felagið útvegað sær
tríggjar sonevndar hitakan
ónir, sum skulu hita tjaldið
og báðar hallirnar hjá Land
ingarmiðstøðini, har ávikavist
dansur og kafeteria verða.
Betri umstøður
Høgni sigur, at sjálvt stevnu
økið verður væl størri hesaferð
enn í fjør og sitiplássini í
kafeteria, sum verður í høllini
við síðuna av dansinum, verða
nógv fleiri.
– Vit fara at byggja ein
stóran ”garð” við fiskakørum
millum Kassamiðstøðina og
Landingarmiðstøðina. Hetta
gera vit bæði fyri hugnan,
lívdina og trygdina á økinum
– og í hesum garðinum verða
øll tey vanligu uttandura
stevnutiltøkini, sigur hann.
Høgni sigur, at mál
setningurin er at gera
bátafestivalin til eitt aftur
vendandi árligt tiltak, sum
dregur nógv vitjandi til sín
og sum samstundis markn
aðarførir Nes kommunu sum
eina livandi og gestablíða
komunu.
– Jú, her verður lagt upp
til ein rimmar festival – við
góðum stemningi og nógvum
og spennandi tiltøkum. Øll
eru meira enn hjartaliga
vælkomin at vitja á Toftum
í morgin, sigur formaðurin
í Bátafelagnum, Høgni W.
Høgnesen.
Rimmar
bátafestivalur
á Toftum
– Vit vænta nógv fleiri bátar
í ár enn í fjør. Bátarnir
møtast við Flesjarnar klokkan
14, sigur formaðurin í
Bátafelagnum
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Øll eru meira enn hjartaliga vælkomin at vitja á Toftum í morgin, sigur formaðurin í Bátafelagnum, Høgn