fríggjadagur 5. mai 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 5. mai 2006
9
ni W. Høgnesen
Mynd: Vilmund Jacobsen
• Flestu tiltøkini byrja klokkan 13; tá letur sølustevnan upp í høllini hjá Landingar
miðstøðini, loppumarknaður verður í tjaldinum, og kafeteria letur upp í høllini
hjá Landingarmiðstøðini.
• Klokkan 13 verður eisini høvið at royna Føroya størstu trampolin, hoppiborg
og el-bilar. Hesi tiltøk verða á stevnuøkinum millum Landingarmiðstøðina og
Kassamiðstøðina.
• Bátarnir møtast við Flesjarnar klokkan 14 og stevna inn í Oyrahavnina umleið
klokkan 14.30, har hornorkestur spælir.
• Bátsfólkið fær feska suppu í kaffistovuni á virkinum hjá Fiskavirking.
• Klokkan 17 verður byrjað at grilla búffar, og søla verður av pylsum.
• Konsertin hjá skúlaorkestrinum byrjar eisini klokkan 17; hon verður í tjaldinum.
• Kirkjukórið syngur í høllini hjá Landingarmiðstøðini klokkan 19.30.
• Klokkan 20 verður uppboðssøla av málningum og meksikansk uppboðssøla av
skemtitekningum. Tað eru reiðarar í kommununi, sum eru teknaðir av Martini
Tórgarð, ið er fastur teknari hjá Dimmalætting.
• Klokkan 24 byrjar fer Dansiorkestrið at spæla til dans í høllini hjá Landingarmiðstøðini,
samstundis sum DJ-Show byrjar í tjaldinum.
• Kowboyhattar og rósur kunnu keypast á festivaløkinum.
FAKTA UM BÁTAFESTIVALIN
– Nú fara vit í nógv
størri mun at bjóða
okkum fram við naut
iskari útgerð til skip
og bátar, og vit fara
eisini at veita tænastu
við umvælingum og
ráðgeving á økinum.
Vit leggja ikki so
ógvusliga til brots,
men vit hava stórar
ambitiónir, sigur
Wille Olsen, sum er
ein av nýggju monn
unum í fyritøkuni,
Sp/f MP-Teknik í
Klaksvík
Klaksvík
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mánadagin komandi letur
Sp/f MP-Teknik upp sølubúð
í Klaksvík. Sølubúðin er í
gomlu kioskini, sum Ann
hevði á Klaksvíksvegi 36.
Hetta er mitt í býnum, beint
sunnanfyri hjá Leivuri
urmakara. Í sambandi við
upplatingina, skipar Sp/f
MP-Teknik fyri móttøku í
hølunum, og hendan verður
nú sunnudagin frá klokkan
14 og úteftir.
Tað vóru brøðurnir,
Malvinus í Gong og Petur
í Gong, sum byrjaðu fyri
tøkuna, MP-Teknik. Teir
løgdu seg serliga eftir at
selja parabol-skipanir og
at veita tænastu við umvæl
ingum av sjónvørpum og
hvítvørum.
Saman við fýra øðrum,
Jonny Mikkelsen, Poul
Norðoy, Boga Simonsen og
Willa Olsen, hava Malvinus
og Petur nú stovnað smá
partafelagið, Sp/f MP-
Teknik.
Nautisk útgerð
– Vit, sum nú eru eigarar
av MP-Teknik, hava gjørt
fyritøkuna um til smáparta
felag og fara samstundis at
leggja okkum eftir eisini at
selja nautiska útgerð til skip
og bátar, eins og vit fara at
veita tænastu kring landið.
Wille Olsen, sum er ein
av nýggju eigarunum, sigur,
at MP-Teknik framhaldandi
fer at veita somu tænastu
sum áður.
– Nú fara vit í nógv størri
mun at bjóða okkum fram
við nautiskari útgerð til
skip og bátar, og vit fara
eisini at veita tænastu við
umvælingum og ráðgeving
á økinum. Vit leggja ikki
so ógvusliga til brots, men
vit hava stórar ambitiónir,
viðgongur hann.
Wille vísir á, at teir, sum
standa aftanfyri MP-Teknik,
hava hollar royndir á sínum
øki.
Sjálvur er Wille elektro
mekanikari umborð á Skála
bergi og hevur tískil drúgvar
royndir við nautiskari
útgerð.
– Vit hava væl útbúgvið
fólk á økinum, sum eitt nú
hava lært hjá fyritøkum, ið
selja nautiska útgerð og el-
útbúnað annars.
Hann sigur, at av teimum
seks, sum nú eiga MP-Teknik,
eru bæði elektromekanikarar,
elektrikari og ein er útbúgvin
smiður.
Umframt at hava lítla sølu
búð, hevur MP-Teknik eisini
verkstað og firmabil, sum fer
at koyra út at loysa átrokandi
uppgávur hjá viðskiftafólki.
– Í byrjanini fara tveir tekn
ikarar at arbeiða í fyritøkuni
fulla tíð, og síðan verður eitt
fólk knýtt at handilshølunum,
sum í byrjanini verður opið
frá klokkan 13 hvønn seinna
part.
Úti á markini
Wille sigur, at ein stórur part
ur av virkseminum hjá MP-
Teknik verður úti á ”mark
ini”, sum hann tekur til.
– Enn er ikki alt komið
upp á pláss, men longu nú
eru vit vorðnir autoriseraðir
forhandlarar av ymiskum
nautiskum tólum, eitt nú
tólum hjá Sperry-Marine,
sum er ein tann størsti veitarin
av radarum í heiminum. Vit
eru autoriseraðir forhandlarar
hjá C Plath, sum eitt nú fram
leiða gyrokumpassir, og vit
hava eisini fingið JMC, sum
eru total leverandørar av
nautiskari útgerð við eitt nú
ekkoloddum og sonar.
Hann sigur, at JMC,
sum er japanskt, hvørki
er í Føroyum, ei heldur í
Danmark frammanundan.
Vørur ávegis
Wille Olsen vísir á, at
um einar tvær vikur ella
so fær MP-Teknik ymisk
ar vørur heim, sum við
skiftafólk kunnu síggja í
handilshølunum.
– Umframt nautiska út
gerð, fara vit eisini at selja
Auto-HiFi útgerð, sum eitt
nú fevnir um stereoanlegg,
dvd-spælarar og sjónvørp,
sigur hann.
MP-Teknik ætlar avgjørt at
vera kappingarført á markn
aðinum, bæði í tænastu,
dygd og prísi.
– Vit kenna ”bransjuna”, og
vit eru sannførdir um, at vit
kunnu veita skipum, bátum
og viðskiftafólki annars eina
dygdargóða tænastu við
okkara útboði og kunnleika
á økinum. Vit byrja ikki við
so stórum ”seglum”, men
vit verða sterkir mobilt – og
vit trúgva upp á hetta, sum
vit nú eru farnir undir, sigur
Wille Olsen.
MP-Teknik við
nautiskari útgerð
og tænastu
Malvinus í Gong
Wille Olsen