fríggjadagur 5. mai 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 87 - 5. mai 2006
DAGSINS MEINING
Sosialurin
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Tað var ikki hissini orðadrátt, Føroya fólk vóru
vitni til á tingi mikudagin, tá tingfólk umrøddu
skúladepilin í Marknagili í Havn. Tað eru ávísir
tingmenn, sum ikki duga sær hógv, men hendan
dagin fór Tórbjørn Jacobsen aftur langt út um
mark, tá hann púra óátalaður trein upp á tingsins
røðarapall og mælti til, at ein annar tingmaður
skuldi innleggjast á psykiatrisku deild.
Vit hava havt nakrar tingmenn, sum fram um aðr
ar hava dugað illa at uppføra seg. Fyrr plagdu
teir at siga, at »hatta er bara Óli« - tann tíð, tá
Óli Breckmann skikkaði sær illa og hevði sum
høvuðsmál at irritera fólk. Nú hevur Tjóðveldis
flokkurin við Tórbjørni Jacobsen tikið yvir hendan
leiklutin - sum meira má metast sum sjónleikur
enn seriøst tingarbeiði.
Tað undrar eisini, at tingformaðurin letur slíkt
um seg ganga - tað tænir ikki tignini. Tað er
hann, sum hevur ábrygdina av, at orðaskiftið er
á rímiligum støði, og átti hann ikki at loyvt slíkum
orðadrátti.
Íslandssáttmálin hevur eisini fylt nógv seinastu tíð
ina. Ilt er hjá vanligum fólki at skilja, hvat er rætt
og hvat er skeivt, men skjótt er at gjøgnumskoða,
at her eru menn, ið vilja leggja øðrum fótonglar.
Høvuðsleikarar í hesum máli eru løgtingsformað
urin og Johan Dahl. Báðir hava teir eitt horn í
síðuni á løgmanni. Tað er nærliggjandi at hugsa
sær, at teir vilja vinna løgmanni neisur. Hetta lík
ist alt ov nógv einum politiskum glantrileiki. Fyri
Tjóðveldisflokkin sum størsta andstøðuflokk er
hetta sjálvsagt funnin fressur, tí soleiðis er poli
tikkur - serliga í Føroyum.
Men áhugavert hevði kortini verið at fingið upp
spurt, hvussu nógv eitt slíkt rumbulsmál kostar
umsitingini, sum í vikur og mánaðir hevur havt
úr at gera við at kanna og granska og at keypa sær
løgfrøðiligar niðurstøður fyri nógvar pengar.
Spurningurin er so, um talan er um vánaligt fyri
reikingararbeiði í Tinganesi - ella einans um prim
itivan politiskan glantrileik, ið so avgjørt setir
tingsins tign í vanda!
Tingsins tign í vanda
Fyri meira enn einum ári síð
an fekk samgongan umsókn
frá kommununum í Suður
oynni um at vera við í ein
ari felags menningarætlan
fyri oynna.
Einki svar kom aftur og
einki spurdist burturúr.
Samgongan var komin
við eini Suðuroyarætlan, har
tað varð ásannað, at støðan
í oynni var vorðin so mikið
hættislig, at politisk stig
máttu takast til tess at stuðla
eini tilgongd, ið hevði støðug
arbeiðspláss við sær.
Í løgmansrøðuni hálvt ár
seinni sást einki stig vera
tikið.
Kommunurnar tóku hin
vegin eitt stig, og sendu
landsstýrinum umsókn um
at vera við.
Eitt heilt álmanakkaár
seinni var framvegis einki
svar komið frá landsins
stýri.
Tjóðveldisflokkurin legði
tí málið á tingborð 2. mars
í ár.
Málið fór í fíggjarnevnd
ina, har samgongan súltaði
tað.
Tá málið endiliga kom
útaftur, mæltu tey frá at játta
hesar neyðars 250.000 kr.
Grannvaksin fólk fóru í
teir heilt smáu skógvarnar,
og mæltu heldur til at játta
somu upphædd til sama upp
skot, sum teirra egna stýrið
hevði skriva av eftir okkara
og lagt fram ein mánaða
seinni.
Andstøðan í fíggjarnevnd
ini legði tíbetur lítið í hetta
smásinnið, og mælti til at
samtykkja uppskot okkara í
fyrsta umfari og avskrivaða
uppskotið frá samgonguni í
øðrum umfari.
Harafturat tók andstøðan
heilt og fult undir við stavn
haldinum um, at Suðuroyar
økið aftur skal gerast:
• ein áhugaverdur búseting
arvalkostur til høvuðsstaðar
økið,
• íbúgvatalið skal fáast at
vaksa aftur,
• kappingarførið skal
betrast,
•vøkstur skal fáast aftur í
búskapin,
• arbeiðsmegin skal menn
ast,
• virki og størv í kapping
argreinum skal økjast,
• dentur skal leggjast á
altjóða verkætlanir,
• útlendskar íløgur og vit
an skulu fáast til økið.
Vit leggja stóran dent á, at
tað almenna stuðlar hesum
átaki, og vit leggja minni,
fyri ikki at siga einki í, hvør
ið eigur uppskotið, ið vinnur
frama.
Stigtakarar til hesa ætl
an vóru teir báðir, Jógvan
Mørkøre og Magni Laksa
foss.
Hugskotið og fíggingar
mynstrið kemur úr Eyafjarð
arætlanini í Íslandi, har land
ið rindar góða helvt, meðan
kommunusamtøk, vinnu
samtøk og onnur lata rest.
Vit hildu ætlanina vera er
so mikið áhugaverda, at tað
var synd at hon doyði stráð
deyðan.
Vit fegnast tí sjálvandi
um, at tað loksins eyðnaðist
okkum at trýsta samgonguna
til arbeiðis.
Vit eru sera takksom fyri,
at ætlanin er komin undir land
og ynskja stigtakarunum og
kommununum í Suðuroynni
góða eyðnu við henni.
Og sjálvandi taka vit tað
sum eina sjálvfylgju, at sam
gongan játtar og fullførir
samstarvsavtaluna, tá ið tað
fyrireikandi arbeiði í hesi
játtanini er liðugt.
Smáir skógvar
løgtingsmaður
Hergeir
nielsen
Kom til Klaksvíkar
og uppliva Norð
oyggjar, nýggja undir
sjóvartunnilin (enntá
ókeypis) – og ársins
lands fund 6. mai 2006
Nú Norðoyartunnilin letur
upp 29. apríl 2006, byrjar ein
nýggjur kapitul í føroyskari
søgu, og hetta vilja vit í Mið
flokkinum eisini markera
við at halda ársins landsfund
í Klaksvík.
Tingmanning og floks
stjórn Miðfloksins býður
øllum Miðflokkaáhugaðum
( limi ella ikki) vælkomnum
á landsfund floksins, leygar
dagin 6. mai 2006, kl. 10.00
á Klaksvíkar sjómansheimi.
Flokkurin bjóðar morgunmat
fra kl. 09.00 og felagsmáltíð
kl. 13.00. Miðað verður eft
ir, at fundurin er liðugur í
seinasta lagi kl. 18.00
Fundarskrá:
• Fundurin verður settur av
formanninum
• Val av fundarstjóra og fund
arskrivara
• Frágreiðing frá farna ári
(politisk og felagslig)
• Framløga og viðgerð av inn
komnum málum
• Val av floksstjórnarlimum
• STEÐGUR 13.00-14.00
• Gestarøðarar
• Kjak - kaffi
• Framhald av kjaki
• floksyvirlýsing
Gestarøðarar verða: Ása Ol
sen, fakfelagsleiðari og Pet
ur Jacobsen, stjóri á Rás2.
Ger leygardagin 6. mai
til ein serligan dag. Kom
til landsfund Miðfloksins
og royn samstundis nýggja
undirsjóvartunnilin og upp
liva vøkru náttúruna í Norð
oyggjum.
Øll eru vælkomin – royn
og fá onnur við!
Floksstjórnin
Miðflokkurin landsfund í Klaksvík
Ása Olsen, fakfelagsleiðari og Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2
verða gestarøðarar á landsfundinum hjá Miðflokkinum