Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mai 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 - 5. mai 2006 11 Tann 14. mai í 1971 var felagið Javni stovn­ að fyri at slóða fyri og skapa føroyingum við menningartarni møguleika at búgva og virka í Føroyum. Í hesum sambandi skip­ ar Javni fyri ymsum til­tøkum, eitt nú bjóð­ar felagið øllum við menningartarni á fund í Miðlahúsinum leygardagin 6. mai kl. 11.00 javni 14. mai í 1971 tóku fólk seg saman í felag. Tey stovnaðu Javna, tí tey vildu slóða fyri og skapa føroyingum við menningartarni møg­ u­leik­a at búgva og virka í heimlandinum. Hesi 35 ár­ini síðani stovnina eru tøk tikin, og Javni hevur øll árini havt ein týðandi leiklut í arbeiðinum at betra um um­støðurnar hjá fólki við menn­ingartarni. Uttan at gera ov nógv av kann sigast, at Javni hevur verið við til at broyta føroyska søgu og føroyska samfelagið. Javni vil tó fegin enn long­ ur fram á leiðina móti einum samfelag, sum bæði í huga og gerð gevur teimum við menningartarni møguleika at skapa sær eitt gott og gev­ andi lív. Eitt átak, ið varpar ljós og broytir hugburð Avgjørt er at brúka 35 ára stovningardagin hjá Javna til at seta eitt átak í verk, sum á ein øðrvísi hátt fer at varpa ljós á fólk við menningartarni. Eins og øll onnur eru tey við menn­ing­ artarni ógvuliga fjøl­broytt menniskju, við ym­isk­um lyndiseyðkennum, før­leik­ um, ynskjum og dreymum fyri framtíðina. Átakið fer at geva fýra ym­isk­um fólkum við menn­ ing­ar­tarni møguleika at greiða frá um sítt lív, sínar dreym­ar og ætlanir. Við støði í hesum frásagnum verða í tíðarskeiðinum 5. mai – 19. mai lýsingar í SVF og bløðunum, har hesi fýra sjálv koma til orðanna og seta dagsskránna. Endamálið við átakinum er at broyta hugburð til tað at liva og virka við menn­ing­ar­ tarni og vísa á, at fjølbroytni eigur at verða ein styrki í okkara samfelag. Tann myndin, vit hava av fólki við menningartarni, er við til at avgera, hvørji til­ boð og møguleikar hesi hava í okkara samfelag. Tí er hetta átak eisini ein liður í at betra um umstøðurnar hjá teimum við menningartarni og ein á­minn­ing um, at tað altíð eig­ur at verða við støði í tí ein­staka, at tilboð o.a. verða tilevnað. Tí tey eru ymisk og hava ymiskar førleikar, ym­iskar dreymar osfr. Hetta er mítt lív! Átakið vil eisini fegin slóða fyri, at fólk við menn­ingar­ tarni fáa møguleika at mynda sítt egna lív og ávirka egin viðurskifti. Javni bjóðar tí øllum við menningartarni á fund í Miðl­a­húsinum leygardagin 6. mai kl. 11.00. Á fundinum verður umrøða av ætlanini at seta á stovn eitt ser­stakt felag fyri fólk við menningartarni. Endamálið við einum slíkum felag er, at tey við menningartarni sjálv skulu tala sína søk og ávirka, tá tað kemur til viðurskifti, sum hava við tey at gera. Hetta felag kemur í øllum lutum at arbeiða tætt saman við Javna og stuðla undir tað arbeiði, Javni longu ger á hesum øki. Mánadagin 15. mai kl. 19.00 skipar Javni í samstarvi við Pedagogfelagið fyri fundi við fyrilestri og kjaki fyri teimum, sum ar­beiða við fólki við menn­ing­ar­ tarni, avvarðandi og pol­it­ ik­ar­um. Fundurin verður á Verkstaðnum Vón. Fyrilestrarhaldarin á hes­um fundi verður Mogens Seider. Hann er sosialpedagogur og hevur drúgvar royndir inn­an økið. Mogens Sei­d­er var næstformaður í lands­fel­ agnum fyri sos­i­al­ped­a­gogar í 9 ár og arbeiðir nú sum leiðari fyri ein bústovn fyri sinnisveik. Mogens Seider er royndur fyrilestrarhaldari, sum altíð leggur upp til kjak, umhugsni og støðutakan. Hann greiður soleiðis frá, tá hann í stuttum skal seta orð á tað, hann ætlar at røða um á fundinum: “Vit hava góðar møg­u­ leik­­ar at skapa fólki við menn­ingartarni eitt gott lív. Men spurningurin er, um pe­dagogar og onnur, sum ar­beiða við fólki við menn­ ing­artarni, avvarðandi og pol­itiski myndugleikin eru til­vitað um og til reiðar at virða tey rættindi, hesi menn­iskju hava. Tann stóra avbjóðingin komandi árini verður, um vit sum samfelag fíggjarliga og moralskt er til reiðar at raðfesta menning av vitan innan hetta økið, og at seta av fíggjarorku, soleiðis at umstøður og tilboð kunnu skapast, har aðaltátturin er virðingin fyri rættindunum hjá fólki við menningartarni, og at tey við menningartarni virkin taka lut í avgerðum um, hvussu teirra lív skal livast”. Javni broytt búmerki Í samband við 35 ára merk­ is­dagin hjá Javna hevur Javni fingið nýtt búmerki. Ella helst er rættari at siga, at Javni hevur fingið broytt búmerki. Plantan javni, ið alla tíð­ ina hevur eyðkent bú­merk­ ið hjá felagnum, er enn høvuðstátturin í bú­merk­ inum. Men nú er vit farin tætt­ ari at blaðnum, og strikurnar eru gjørdar einfaldari og meira avrundaðar. Formurin vísir lív, og búmerkið hevur fingið eitt “flog”, ið vísir, at Javni er eitt dynamiskt, spennandi og – ikki minst – livandi felag. Stavirnir í navninum hava runt snið, ið avmyndar menniskjaligu síðuna av felagnum. Tað snýr seg um menniskju! Grøni liturin, ið ímyndar lív og vøkstur, hevur altíð eyðkent búmerkið hjá Javna. Grøni liturin er varðveittur, men nú eru tveir ymsir grønir litir, ið vísa á ymiskleikan og undirstrika fjølbroytni í heildini. Við nýggja búmerkinum ynskir Javni at føra víðari dygd­irnar, ið gamla búmerkið um­boðaði: lívseiga gróðurin og tað grundhugsjón, ið bæði felag og planta bera í navninum: javnaður – at fólk við menningartarni skulu vera javnt vird við onnur og fáa javnbjóðis møguleikar og javnbjóðis rættindi. Í einum felag sum Javna ger­ast fólk góð við búmerkið, og tað er við sorgblídni, at nevnd­in í Javna nú hevur valt at givið búmerkinum meira tíðarhóskandi snið. Ynsk­ið var eitt búmerki, ið hevur einfaldar linjur og er egnað til útgávu við nútíðar tøkni, tað veri seg á pappíri ella á teldu. Vón okkara er, at nýggja búmerkið skal vera við til framhaldandi at stríð­ ast fyri at vinna fólki við menningartarni javnrættindi á øllum økjum og kunna um­boða felagið mong ár fram í tíðina – kanska enn eitt 35 ára skeið. Tað er Repro-Z, ið hevur nýteknað búmerkið. Stór føðingardagsveitsla Fríggjakvøldið 19. mai kl. 18.00 skipar Javni fyri rimmar 35 ára føðingardagsveitsla á Hotell Føroyum. Á veitsluni verður góður matur, und­ir­ hald og dansur. Til ber at melda seg til veitsluna við at gjalda 250 kr fyri vaksin og 125 kr fyri børn á konto 6460-153.962.2. Minnist til at viðmerkja navn/nøvn á teim­um, sum melda seg til, tá tit gjalda. Kvittanin fyri flytingina er atgongumerki til veitsluna, so minnist til at taka hana við á veitsluna. Seinasta freist at tekna seg er fríggjadagin 12. mai. Nýggj heimasíða Javni fær eisini nýggja heim­ asíðu í samband við 35 ára stovningardagin. Ætlanin er, at heimasíðan skal gerast ein sterkur miðil, sum skal verða við til at upplýsa um virksemið hjá Javna og tey mál, sum Javni arbeiðir við at fremja. Á heimasíðuni verða eisini áhugaverdir tætt­ir, sum allir hava tað til felags, at teir viðgera lív, um­støður o.a. hjá teimum við menn­ingartarni og familjum teirra. Nýggja heimasíðan verður virkin 5. mai. Árligi aðalfundurin Árligi aðalfundurin hjá Javna verður leygardagin 6. mai kl. 15.00 í Miðl­a­ hús­inum­. Umframt val av nevndarlimum, for­mans­frá­ greið­ing, framløgu av rokn­ skapi osfr, verður eisini greitt frá lýsingaátakinum í samband við 35 ára stovn­ ing­ar­dagin og ætlan um at byggja nýtt frítíðarheim. ­Javni hátíðarheldur 35 ára stovningardagin Stór sølu­ stevna í T­ron­­g­ is­­­­v­á­gi Sølustevna verður í ítr­ótt­­ar­høllini í Trong­ isvági dag­arnar 4.-7. mai.  Tað eru Tvøroyrar Svimj­­i­felag og Tvør­ oyr­ar Bóltfelag ið skipa fyri.  Stevnan læt upp í gjár, tá Søren L. Bruun stjóri í Suðuroyar Sparikassa, setti stevnuna. Á stevnuni verður høvi at síggja og keypa eitt nú bilar, klæð­ ir, el-lutir, tel­e­fon­i­r, gávulutir, alt til hand­ verk, títt bank­a­sam­ band og sjálvandi gott und­ir­­hald so sum mót­ a­­framsyningar, dansi fram­­­førslur og ymiskir tón­l­­eikarar millum arð­ ar Ronni og Sámal, Jens Lisberg, Theodor Pet­er­ sen, Poul Arni Holm og Jón Gaasedal. Nú høvi verður at ferð­­ast ókeypis um Suð­­ur­­oy­arfjør dagarnar stevn­­an varar, vanta fyri­­reik­­ar­anir at nógv fólk nýta høvi at royna nýggja Smyril, síggja Suðuroynna og vitja sølu­stevnuna. Søren L. Bruhn setti sølustevnuna í gjár Demmis og Elinborg, sum eru par, taka lut í lýsingunum hjá Javna. Bjørg Mohr Andersen stóð fyri upptøkunum Elvin Weihe sum tekur lut í lýsingunum hjá Javna