fríggjadagur 5. mai 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 87 - 5. mai 2006 ]
Súni og teir vunnu aftur
Annan dystin á rað vann AaB í superliguni. Bert eitt mál kom í
dystinum ímóti Silkeborg í gjárkvøldið, og tað var Poul Hubberts,
ið skoraði hetta málið. Súni Olsen var við í AaB-hópinum, men
hann sæt á beinkinum frá byrjan. Tá ið tað manglaði eitt lítið
korter, varð Súni sendur á vøllin, og hann hevði eina góða
roynd á málið. Jón Rói Jacobsen var ikki við, tí hann hevur ein
skaða í knænum at stríðast við, og ivasamt er, nær hann kann
spæla aftur.
Alex fekk ein dag
Kappingarnevndin viðgjørdi á fundi hóskvøldið, hvørja revsing reyða
kortið, sum Alex Jose dos Santos hjá B36 fekk í grannuppgerðini
móti HB, skal hava við sær. Mikil øsing var um hetta reyða kortið,
og niðurstøðan av viðgerðini hjá Kappingarnevndini var, at talan
bert verður um tann eina leikdagin, sum reytt kort av sær sjálvum
ber við sær. Harvið kann Santos ikki spæla við í dystinum ímóti
EB/Streymi sunnudagin, men hann verður tøkur aftur til dystin
mikukvøldið, tá GÍ vitjar hjá B36 í Gundadali.
Sjálvsálitið er stórt,
og báðir partar
hava nýggjar menn
av Balkan, nú KÍ
og HB við hvør
sínum spælkonsepti
fara undir fyrstu
uppgerðina í
Klaksvík eftir at fasta
sambandið er vorðið
veruleiki
KÍ-HB
Jóannes Hansen
Tað verður ógvuliga áhuga-
vert í Klaksvík, har HB
sunnudagin verður fyrsta
felagið, ið fer at ferðast undir
Leirvíksfjørð við tí fyri eyga
at takast um stigini. KÍ er
framvegis ósigrað, og fyri
HB hevur tað stóran týdning,
at teir ikki tapa og harvið
smokkað sjey stig afturum
klaksvíkingar.
– Vit fara norður fyri at
fáa øll stigini. Sigurin á
B36 næstsíðsta mikukvøld
var sera týdningarmikil.
Vit hava kós rætta vegin,
og sjálvsálitið økist støðugt
hjá ungu og evnaríku
spælarunum. Hóast flestu
teirra hava verið partar av
besta liðnum í 2-3 ár, so hava
teir ikki spælt serliga nógv.
Nú hava teir fingið høvi at
vísa, hvør dugur er í teimum,
og teir hava tikið av.
Hetta sigur HB venjarin,
Krzystof
Popczynski,
sum roknar við, at nógv
HB viðhaldsfólk fara at
fylgja sínum liði norður til
Klaksvíkar. Stuðulsfelagið
skipar fyri túri norður, og
teir hava leigað seg inn í
Atlantis undan dystarbyrjan
og í hálvleikinum.
Allir HB spælararnir eru
tøkir. Nýggjur er Jovan
Radinovic-Panic, serbiski
framrættaði miðvallarin, sum
hevur vant í HB nakrar vikur,
og sum HB heimasíðani veit
at siga, at pappírini nú eru í
lagi hjá:
– Hann verður við í
Klaksvík. Um hann verður
millum teir fyrstu ellivu, havi
eg ikki tikið støðu til enn. Tað
er góð kapping um plássini,
sigur HB venjarin.
Sunnudagin vóru ábyrgdar-
menninir fyri HB á Toftum,
har teir vóru eygnavitni til
sannførandi KÍ sigur.
Eftir fleiri trilvandi ár
roynir HB aftur at finna gamla
lagið við nógvum fólki kring
bóltin, stuttum sendingum
støðugum flytingum og skifti
millum spæliøkir.
Í Klaksvík hevur annað
konsept roynst væl higartil
í ár. Íblásturin er stórur, nú
teir við stórum fysiskum
yvirskoti og longum og ofta
høgum sendingum royna
at toga spælið heilt út í
borðini. Harvið er eisini
longri millum teir innaru á
vøllinum, enn tað er millum
HB
spælararnar.
Mest
sannførandi leikliga avrikið
hjá KÍ higartil í ár var tað á
Toftum síðsta sunnudag.
Sera áhugaverdi spur-
ningurin undan sunnu-
degnum er tí, um tað verður
KÍ, ella um tað verður HB,
sum fer at seta leikligu
dagsskránna hesa ferð og
harvið, hvør tað verður, sum
fer at renna aftaná hvørjum.
Metið hótt
Í Klaksvík siga teir seg
rokna við, at áskoðarametið
stendur fyri falli. Tá ið KÍ
í 1999 kappaðist við B36
um FM heitið, vóru 2130
gjaldandi eygnavitni til
lyklauppgerðina í Klaksvík,
tá ið B36 vitjaði.
– Eg havi roknað við tvey
túsund áskoðarum, men nú
eri eg farin at boygna. Eg
rokni nú meiri við trý túsund
áskoðarum. Havnarfólk skulu
vera hjartaliga vælkomin. Vit
fyrireika okkum at taka ímóti
teimum. Okkara boð til teirra
eru, at tey skulu hava gott
fótbóltslag við norður, og at
tey mugu fara frá húsum í
góðari tíð. Tað vil siga tveir
tímar undan dystarbyrjan.
Hetta sigur Palli Ziskason,
stjóri fyri KÍ fótbóltinum. Í
Klaksvík leggja teir plattar
kring vøllin, so tað verður
betri hjá teimum, sum tað ikki
verður pláss fyri í skýlinum,
at fylgja við. Løgreglan fer
at hjálpa til at stýra ferðsluni.
Sagt verður frá góðum veðri,
so tað verður lag á manni
hjá klaksvíkingum at lata
bilarnar vera eftir við hús.
Bussar úr Havnini fáa
parkeringspláss á stadion-
økinum. Pláss er fyri
bilum við eitt nú tekniska
skúla, við fólkaskúlarnar
og á útfyllingini á Vánni.
Í dag skuldi verjukendur
spælari úr Serbia koma
til Klaksvíkar. Talan
er um 34 ára gamla
Sinisa Jovanovic, sum
royndarvandi har norðuri
í fjúrtan dagar inntil fyri
mánað síðani. Øll loyvi
hjá honum eru komin í
rættlag.
Ovi Nysted verður ikki
við hesa ferð. Allir hinir
KÍ spælararnir eru tøkir.
Eisini Jan Andreasen og
Steffan Kalsø, sum ikki
vóru tøkir á Toftum.
Stutt sagt
Nú er verjan
komin upp
á pláss
Móti B68 hava
suðuroyingarnir
møguleika fyri at
sleppa burtur av
niðurflytingar-
plássinum, sum
teir higartil hava
verið á
VB/SUMBA-B68
Jóannes Hansen
Í VB/Sumba eru teir
væl nøgdir við ferðina
í
Fuglafirði
síðsta
sunnudag.
Úrtøkan
var trý stig, og leikliga
avrikið vísti, at teir eru á
rættari leið.
–
Alt
avgerandi
trupulleikin
hevur
higartil verið, at tað hevur
verið so ótætt í verjuni.
Avrikið í Fuglafirði
vísti, at nú er munandi
tættari har afturi. Ble
røkir uppgávuna væl, og
tað hevur stóran týdning,
at Christian Soelberg er
komin úr Danmark, sigur
VB/Sumba venjarin Ole
Andreasen.
Hjá VB/Sumba er
manningarliga støðan
betri nú, enn hon var
í Fuglafirði. Hallur
Dam Joensen og Jacob
Skaaning, sum hava verið
skaddir, eru tøkir aftur.
Jón Krosslá Poulsen
fekk løst í fótin undir
venjing hóskvøldið, men
teir rokna við, at hann
verður førur fyri at spæla
sunnudagin.
Á Toftum royna teir at
koma fyri seg eftir dygga
lúsingin á heimavølli
síðsta sunnudag. Alex
Troleis er leikbannaður
eftir tvey kort og útvísing
móti KÍ. Hollendski
miðvallarin Ralph van
Dooren er tøkur aftur, eftir
at hann var leikbannaður
síðsta sunnudag.
Talan
er
um
lyklauppgerð. Um VB/
Sumba fer at fáa fult,
so lyfta teir seg upp um
B68. Um toftamenn fáa
fulla úrtøku, so verður
munurin aftur til VB/
Sumba fimm stig.
Tað verður stríð
um dagsskránna
Tað verður ein stórdystur av teimum góðu, gomlu, tá ið KÍ og HB spæla í Klaksvík sunnudagin. Roknað verður við sera nógvum
áskoðarum