fríggjadagur 5. mai 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 87 - 5. mai 2006 ]
Hjá NSÍ telur einki
annað enn trý stig, nú
ÍF vitjar. Í Fuglafirði
er tað góður styrkur,
at Símun Eliasen er
komin fyri seg aftur
NSÍ-ÍF
Jóannes Hansen
ÍF hevur einki stig eftir
seks tey fyrstu umførini.
Viðhvørt hava teir staðið
seg væl í Runavík. Eitt stig
sunnudagin hevði komið
ógvuliga væl við.
Hjálparvenjarin Símun
Eliasen hevur verið burturi
frá við brotnum armi. Í hesi
vikuni hevur hann vant við
fullari ferð, og Símun verður
við sunnudagin. Tað verður
mett sum góður styrkur.
Bartal
Eliasen
er
leikbannaður. Í seks teimum
fyrstu umførunum hevur
hann fingið fimm gul kort.
Málverjin, Karstin Joensen,
er givin. Móti VB/Sumba
var hann sjúkur. Tá vardi
Emil Toftegård ÍF málið.
Tað fer hann eisini at gera í
Runavík. Karstin hevur borið
seg undan at spæla, tí hann
er so upptikin av arbeiði.
Í hesi vikuni hevur 22
ára gamalur ungverskur
málverji verið í Fuglafirði
og royndarvant. Tað er góður
møguleiki fyri, at teir fara
at gera avtalu við hann, um
loyvini verða fingin upp á
pláss.
Nógvir skaðar
Móti GÍ vóru Arnhold
Joensen og Julian Samuelsen
skaddir. Julian verður
við móti NSÍ. Tað verður
Arnhold ikki. Dánial Pauli
Højgaard kom sunnudagin
aftur
av
arbeiðsferð
uttanlands. Týskvøldið varð
hann skaddur.
– Vit hava verið illa
plágaðir av skaðum, og tað
eru vit framvegis. Vit royna
við tí fólkinum, sum vit
hava. Um allir sýna rætta
hugburðin og gera sítt ítarsta,
so kunnu vit ikki rokna við
meira, staðfestir ÍF venjarin
Petur Simonsen, ið avgjørt
heldur, at tað er møguleiki
fyri at fáa stig í Runavík.
Vilja vinna heima
Trygvi Mortensen hevur
tjúgu spælarar at velja
ímillum. Tann einasti, sum
ikki er tøkur, er Helgi L.
Petersen, sum framvegis er
fótskaddur. Tað gongur rætta
vegin hjá honum. Óli Hansen
er tøkur aftur eftir leikbann
móti GÍ. Viggo Johannesen
fór út við skaða í Gøtu, men
hann er tøkur aftur.
– Vit vóru ikki nøgdir við
bara at fáa eitt stig í Gøtu.
Á heimavølli mugu vit fáa
fult hvørja ferð. ÍF hevur
einki stig fingið, men vit
undirmeta teir ikki. Teir
hava ofta staðið seg væl í
Runavík. Um okkara vísa
rætta hugburðin og gera sítt
ítarsta, so eiga vit at vinna øll
stigini. Men tað er neyðugt
at arbeiða og stríðast fyri
teimum, sigur NSÍ venjarin
Trygvi Mortensen.
Hjá B36 er
saknur í fleiri
stuðulsspælarum,
men móti
oddaliðnum eru
neyvan ráð til
umberingar av
nøkrum slag
B36-EB/Streymur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kenna tey í B36 seg mest sum
forfylgd av ringari eydnu
fyri tíðina, so er hetta kanska
ikki so løgið. Sunnudagin er
satt oddabrak á skránni, tá
fremsta Formula-liðið kemur
á vitjan, men fortreytirnar hjá
meistarunum kundu í øllum
førum verið væl betri.
Alex José dos Santos
og Fróði Benjaminsen eru
báðir leikbannaðir. Ingi
Højsted er úti fyri restina
av árinum, og enn er Bergur
Midjord ikki førur fyri at
spæla, eftir at hann breyt
fótin á landsliðsferðini til
Florida. Teir fýra teljast
uttan iva millum teirra, sum
undir vanligum umstøðum
verða roknaðir millum
stuðulsspælarar á liðnum,
og tí hevur Sigfríður
Clementsen eina hampuliga
stóra uppgávu, nú kortini
skulu blandast.
Vilja halda kósini
Hjá EB/Streymi tykist
barometrið hinvegin bara
peiggjað uppeftir. Seinasta
vikuskiftið vunnu teir seg
aftur upp á oddasessin, og
tað vildi verið eitt stórt fet
í so máta, um teir fara úr
høvuðsstaðnum við øllum
stigunum fyri aðru ferð í
ár.
Einasti spælarin, sum ikki
er tøkur til dystin, er Ólavur
Poulsen, sum møguliga
hevur brotið hondina. Í aðrar
mátar nýtist Piotr Krakowski
hvørki at hugsa um skaðar
ella leikbann, og tí verður
tað eitt lið í mest sum ideal-
uppstilling, sum verður
sent á vøllin í Gundadali
sunnudagin.
v
t
d
v
-
j
-
t
mál mál +/- stig
1 EB/S
6
5
-
0
-
1
11 6
5
15
2 KÍ
6
4
-
2
-
0
14 5
9
14
3 B36
6
4
-
1
-
1
9
6
3
13
4 GÍ
6
3
-
2
-
1
12 7
5
11
5 HB
6
3
-
1
-
2
16 8
8
10
6 NSÍ
6
2
-
2
-
2
9
9
0
8
7 Skála
6
1
-
2
-
3
8
7
1
5
8 B68
6
1
-
2
-
3
5
10 -5
5
9 VB/S
6
1
-
0
-
5
5
19 -14 3
10 ÍF
6
0
-
0
-
6
6
18 -12 0
1. deild menn
v
t
d
v
-
j
-
t
mál mál +/- stig
1 LÍF
6
5
-
1
-
0
14 1
13 16
2 B71
6
5
-
0
-
1
22 7
15 15
3 AB
6
4
-
1
-
1
14 5
9
13
4 FSV04 6
4
-
0
-
2
13 4
9
12
5 SÍ
6
3
-
0
-
3
19 14 5
9
6 TB
6
3
-
0
-
3
8
11 -3
9
7 KÍ
6
2
-
1
-
3
13 19 -6
7
8 HB
6
1
-
1
-
4
16 17 -1
4
9 VB/S
6
1
-
0
-
5
5
21 -16 3
10Royn
6
0
-
0
-
6
1
26 -25 0
Formula-deildin
Dagur
Dystur
Dómari
07.05
NSÍ-ÍF
Lassin Isaksen
07.05
Skála-GÍ Páll Augustinussen
07.05
B36-EB/S Petur Reinert
07.05
KÍ-HB
Jens Petur Brattalíð
07.05
VB/S-B68 Dagfinn Olsen
1. deild
Dagur
Dystur
Dómari
06.05
AB-KÍ
Lars Müller
06.05
FSV04-HB
Anton Skoradal
06.05
SÍ-TB
Regin Egholm
06.05
Royn-B71 Rúni Gaardbo
06.05
VB/S-LÍF Dan Højgaard
2. deild
Dagur
Dystur
Dómari
07.05
GÍ-MB
Eugen Voda
07.05
B68-B36 Bárður Mortensen
07.05
ÍF-Fram Vinjard Dam
07.05
NSÍ-EB/S Jan Gardar
07.05
KÍ-Skála Hentza Johansen
1. deild kvinnur
Dagur
Dystur
Dómari
07.05
AB-SÍ
Magnus í Króki
07.05
KÍ-B36
Ingi Olsen
07.05
GÍ-EB/S LÍF
07.05
NSÍ-HB
B68
Stutt sagt
Jónhard
givið
avboð til
landsliðið
Jónhard
Frederiksberg
hevur brotið
lítlutá og má bíða
eina viku ella tvær
við at spæla. Skála
manglar eisini
aðrar spælarar til
dystin ímóti GÍ,
sum hevur allar
tøkar uttan ein
Skála-GÍ
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Álopsspælarin Jónhard
Frederiksberg hevur
roynt at treiskast ímóti
einum skaða í lítlutá,
men hetta vikuskiftið
skal hann halda frí, og
væntandi gongur minst
ein vika afturat, áðrenn
hann kann spæla aftur.
Eitt lítið brot í lítlutá
forðar fyri, at Jónhard
kann spæla sum vant.
Hetta fekk eisini
Jónhard at geva avboð
til landsliðið, sum
næsta vikuskiftið spælir
dysti ímóti Póllandi.
L a n d s l i ð ve n j a r i n
hevði 19 spælarar við
í hópinum, og enn
hevur hann ikki boðað
frá, at hann hevur tikið
nakran avloysara út fyri
Jónhard.
Borgar Kristiansen
og Alexandur Johansen
verða
heldur
ikki
við Skála ímóti GÍ
sunnudagin, og Pauli G.
Hansen er heldur ikki
heilt til reiðar, hóast
hann er farin at venja
spakuliga í vikuni.
Hjá GÍ hevur Hans
Jørgen
Djurhuus
leikbann eftir reyða
kortið
ímóti
NSÍ,
meðan Áslakur R.
Petersen, sum hevur
havt ein skaða og var
á beinkinum seinast, er
heilt klárur aftur.
Oddaliðið vil halda kósini
Vinnur EB/Streymur í Gundadali sunnudagin, kunnu teir veruliga leggja sjógv niður til verjandi
meistararnar
Ungverji venur í Fuglafirði