Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mai 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 87 - 5. mai 2006 ] Nr. 87 • fríggjadagur • 5. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo FSF flytur frá ÍSF Ein partur av nýggja lóg­­ar­verkinum hjá FSF inniber, at tey ikki long­ ur geva seg undir allar lógir hjá ÍSF. Hetta hev­ ur annars verið ein av grundleggjandi regl­unum innan før­oysk­an ítrótt, síðani ser­sambondini vórðu sett á stovn fyri 27 árum síðani. Men við nýggju lógar­ heim­­ildu num, sum fót­­­­bólturin nú gevur sæ­r sjálvum, fær ÍSF at kal­la einki orð at siga inn­­an føroyskan fótbólt. Formliga innibera regl­ urnar eisini, at fót­bólts­ fel­øgini nú í fyrst u at­løgu eru limir í FSF, og gjøgnum FSF eisini limir í ÍSF. Ein raðfylgja, sum áður hevur verið tann øv­ugta. -mørk ÍSF á vegamóti Tað nervar ikki ÍSF-for­ setan, Heðin Mortens en, at FSF møguliga tekur eitt fet burtur frá ÍSF leygardagin. – Hetta vísir sum so bara, at ÍSF er kom­ið móti enn einum vega­ móti. Eg var sjálvur har, tá felagsskapurin í 1979 varð umskipaður, soleiðis at vit ístaðin fyri ymsu deildirnar fingu ser­ sambond, sum varaðu av ymsu ítróttagreinunum. Tað er ein leistur, sum hev­­ur virkað toluliga væl síðani, men einki stend­ur í stað. Og hetta er ikki annað enn ein náttúrlig gongd at fara. Fótbólturin má eins og øll onnur fylgja altjóða rákinum, og eg ivist ikki í, at sum frálíður verður gongdin tann sama innan aðrar ítróttagreinar. – Og hetta er eisini nak­ að, sum vit hava vitað av. So talan er á ongan sum helst hátt um nakra ósemju millum fótbóltin og restina av føroyskum ítrótti. Men skapar hetta ikki ein vandi fyri, at leik­ luturin hjá ÍSF spaku­ liga hvørvur? – Tað hvørki vóni ella vænti eg. Hóast sam­bond­ ini hvør í sín­um lagi gerast alt meira sjálvstøðug, so eri eg sannførdur um, at vit framvegis hava tørv á einum góðum sam­an­ haldi. Tað kann verða, at okkara leiklutur broytist nakað, men tað fer helst altíð at vera tørvur á tí felags talurørið, sum ÍSF eigur at vera, sigur Heðin Mortensen. -mørk Ein tann sjónligasta broytingin í nýggju FSF-lógunum verður, at mannagongdin við kærum verður broytt, og at kappingarnevndin framyvir bert skal fáast við sjálva fótbóltskappingina Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Leygardagin hevur Fót­bólts­ samband Føroya eyka­aðal­ fund. Fundurin varð sum so fráboðaður, longu tá regluligi aðalfundurin varð hildin í februar mánaði, og fremsta málið á skránni er nýggja lógarverkið, sum ætlandi skal vera galdandi fyri før­ oyska fótbóltsheimin. Altjóða fótbóltsfamiljan - UEFA og FIFA - hava nevnliga leingi arbeitt við at standardisera lógarverkið fyri øll limalondini, og tí er tað mest sum eitt krav, at føroyskur fótbóltur eisini gongur undir hesi, um vit framvegis vilja vera partur av fína selskapinum. Alt ella einki Tá lógarbroytingar áður hava verið á skránni, hevur mannagongdin aloftast verið tann, at ein lógargrein í senn hevur verið til viðgerðar, men soleiðis er ikki hesaferð. Talan er nevnliga als ikki um einstakar broytingar, sum nú verða framdar, men eitt heilt nýtt lógarverk, og tí verður alt hetta sett til atkvøðugreiðslu undir einum. Tað kann kanska tykjast sum ein møtumikil støðu­tak­ an hjá feløgunum, men hetta kemur tó neyvan sum nakað sjokk fyri hesi, kortini. Mál­ið var frammi longu á aðalfundinum fyri góðum ári síðani, og á fundum við formenninar í feløgunum hev­ur FSF eisini kunnað um, hvørja ávirkan nýggju reglurnar fáa. Broyttir kæruvegir Fyri føroyska fótbólts­áskoð­ ar­an verður talan tó ikki um tær stóru broytingarnar. Reglurnar í spælinum á vøll­inum verða framvegis tær somu, og hvørki stødd á málum ella vøllum verða ávirkað av hesum. Hjá teimum, sum dáma væl at fylgja við í tí, sum fyri­ferst kring fótbóltin, verður tó ein rættiliga sjón­ lig broyting. Í øllum før­ um sjónligt, um arbeiðið hjá Kappingarnevndini eis­ini framyvir verður so møtumikið, sum tað hevur verið fyrsta mánaðin av hes­ um kappingarárinum. Sambært nýggju regl­ unum, so verður arbeiðs­ setn­ingurin hjá sjálvari Kappingarnevndini nevnliga avmarkaður framyvir, so­leiðis at hesin bert fevnir um tað at skipa fyri og at umsita sjálva kappingina. At viðgera kærur verður ein nýggj nevnd, aðalnevnd/ disciplinærnevnd, stovnssett. Limirnir í hesari verða vald­ir av aðalfundinum, og verður tað soleiðis ikki FSF-nevnd­ in, sum av sær sjálvari mann­ar hesa. Umframt at taka støðu til kærumál av ymsum slag, so fær hendan nevndin eisini disciplinærar heimildir, og kann hon tí revsa eitt nú brot á góðum ítróttarsið, feløg sum ikki halda sínar skyldur o.s.fr. Eisini dómsnevndin hvørv­ur sambært nýggju regl­unum. Í hennara stað kemur ein kærunevnd, og allar avgerðir hjá hesari verða endaligar. Somikið endaligar, at avgerðir hjá hesari heldur ikki kunnu kærast til ítróttardómstólin hjá FSF. Er talan hinvegin um mál, sum raka altjóða partin av føroyskum fótbólti, so kunnu avgerðir tó kærast til ítróttardómstólin í Laus­ anne. Mugu akta FIFA Tað er tó sjávlandi ikki, fyrr enn aðalfundurin hevur tikið endaliga støðu, at tað fyriliggur nøkur vissa um, hvørt føroysku feløgini taka undir við nýggja lógar­ verkinum. Ivaleyst verður eisini drúgt orðaskifti um hetta, men spurningurin er kortini, hvørt feløgini hava nakað val. FIFA hevur seinastu tíð­ina strongt á, fyri at fáa standard-reglurgerðir fyri øll limalond, og freistin at senda hesar inn til góðkenningar, er nú um at vera runnin. Og skal føroyskur fótbóltur framhaldandi vera partur av altjóða fótbóltsfamiljuni, so er neyvan hugsandi, at svarið til nýggja lógaruppskotið verð­ur eitt hampuliga greitt ja. Spildurnýtt lógarverk til føroyskan fótbólt Altjóða fótbóltsfamiljan - UEFA og FIFA - hava leingi arbeitt við at standardisera lógarverkið fyri øll limalondini, og tí er tað mest sum eitt krav, at føroyskur fótbóltur eisini gongur undir hesi, um vit framvegis vilja vera partur av fína selskapinum Raðfylgja og flytingarvindeyga Umframt at samtykkja nýtt lógarverk, verða eisini tvey onnur mál fyri á eykaaðalfundinum hjá FSF. Bæði eru mál, sum vóru fyri á seinasta aðalfundi, men feløgini mettu tá, at meira tíð var neyðug, áðrenn støða kundi takast, og tá eykaaðalfundur kortini skuldi haldast, vórðu málini flutt. Í øðrum førinum snýr tað seg um, hvussu raðfylgjan á liðum skal roknast, tá tað stendur á jøvnum í stigum. Her hevur reglan seinnu árini verið, at stig í innanhýsis dystum skulu vera avgerandi, men av misgávum varð tá gloymt at taka mál - og møgulig útivøllarmál við í uppgerðina. Tað vildi kappingarnevndin broyta, men samstundis kom ynski um, at lógin heldur skuldi vera eftir gamla rokniháttinum. Altso at málmunurin varð roknaður fyrst, síðani skotin mál, og ikki fyrr enn tað stendur í jøvnum í hesum, skulu innanhýsis dystir roknast. Hitt málið snýr seg um sonevnda flytingarvindeygað. Hetta skal sambært altjóða reglum ásetast, men ymsu tjóðar­sam­bondini hava tó eina ávísa fríheit í hesum, og tað er tann spurningin, sum FSF nú skal greiða. -mørk