Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mai 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 87 - 5. mai 2006 UTTAN ÚR HEIMI Útlendska trýstið á palestinsku Hamas- stjórnina elvit til innanhýsis spenning í teimum palestinsku økjunum. Miðeystur Árni Joensen: fartekst@mail.dk Ísrael vil ikki tosa við palest­ insku stjórnina, tí tað er Hamas, sum mannar hana. ES og USA vilja heldur ikki hava nakað við hana at gera, og nú eru tey arabisku londini eisini farin at venda henni bakið. Í gjár sýtti egypt­ iski uttanríkisráðharrin fyri at hitta palestinska starvs­ bróður sín, og stjórnin í Jord­ an hevur fyrr sagt, at umboð fyri Hamas-stjórnina eru ikki vælkomin hagar. Avbyrgingin hevur gjørt palestinsku stjórnina veikari, men hon hevur eisini økt spenningin ímillum Hamas og Fatah-rørsluna hjá Mah­ moud Abbas, forseta, skrivar Reuter. Í Gaza hevur Fatah skipað deildir, hvørs uppgáva er at verja Fatah-leiðarar, sum kunnu vera í vanda fyri atsóknum frá Hamas. Fleiri Hamas-leiðarar eru sera misnøgdir við, at Abbas hevur boðið sær til at samstarva við Ísrael og USA, so friðartilgongdin kann tak­ ast uppaftur. Í Hamas halda fleiri, at veruliga ætl­anin hjá forsetanum er at fáa ísraelsmenn og amerikanarar at hjálpa sær at fella stjórnina. – Mín stjórn fer ikki at slaka fyri trýsti, segði ein av Hamas-leiðarunum, Mu­h­ammad Nazzal, við sjón­varpið al-Jazeera, fyrra­ dagin. Bretsku veljararnir eru troyttir av Tony Blair, og flokkur hansara fekk ein frammaná á komm­ unuvalinum í gjár Bretland Árni Joensen fartekst@mail.dk Var parlamentsval í Bretlandi nú, høvdu veljararnir tveitt Tony Blair á dyr úr Downing Street. Meiri enn triði hvør veljari vil sambært BBC hava Blair at leggja frá sær beinanvegin, og helvtin av veljarunum siga, at hann eigur at fara frá í seinasta lagi á nýggjárinum. 14 pros­ ent halda, at hann eigur at fáa eina viku til at pakka kuffertið. Kommunuvalið í gjár var eisini ein greiður boðskapur til forsætisráðharran og flokk hansara. Tá tey vóru næstan liðug at telja í teimum176 kommununum, sum val var í, hevði Labour mist næstan 200 kommunustýrislimir, með­an tann konservativi and­ støðuflokkurin hevði fingið fleiri enn 220 afturat. Eisini liberaldemokratarnir høvdu framgongd. Blair tók ávaringina frá veljarunum í álvara, tí fyrrapartin frættist úr Lond­ on, at hann var farin undir at umskipa stjórnina. Tá var ikki greitt, hvørjir ráð­ harrar fóru at fáa sekkin, men sambært AFP bendi alt á, at John Prescott, vara­ forsætisráðharri, og Charles Clarke, innanríkisráðharri, fóru at missa síni størv. Politiskir eygleiðarar í London tulka kommunuvalið sum tann fyrsta veruliga dystin ímillum Blair og tann nýggja konservativa floks­formannin, David Cam­eron. Tann ungi Cam­ er­on tykist hava blást nýtt lív í konservativa flokk­ in, meðan Blair hevur mist takið á veljarunum. Tí vænta teir flestu eyg­ lei­ð­ararnir, at úrslitið av komm­unuvalinum fer at framskunda leiðaraskiftið í Labour, soleiðis at Gordon Brown, fíggjarmálaráðharri, fer at loysa Blair av fyrr enn ætlað. Tann einasti uggin hjá Blair og Labour er, at sam­ bært einari kanning hjá BBC halda bara 26 prosent av veljarunum, at teir kon­ ser­vativu leiðararnir eru førir fyri at stýra Bretlandi. Her fær Labour hóast alt 30 prosent. Kann vera vandamikið at trýsta Hamas Blair fekk ein frammaná Tony Blair og konan Cherie á veg inn í Westminster City-skúlan at atkvøða. Aftaná var forsætisráðharrin ikki so brosandi Stutt sagt Nógvir amerikanarar eru mis­nøgdir við, at Zacharias Moussaoui fekk lívlangt fongsul fyri at hava verið við til at fyrireika atsóknina at World Trade Center og Pentagon 11. september í 2001. Tey vildu heldur, at hann bleiv dømdur til deyða. Alexander Santora, sum mist ein son í World Trade Center, sigur við AP, at í fongslinum er Moussaoui at hava tað so gott, sum hann ongantíð hevur havt tað, og tað skulu amerikanararnir gjalda. Santora heldur, at tað hevði nógv bíligari at dømt Moussaoui til deyða og nevnir í tí sambandi, at ein kúla kostar bara 28 cent. Men øll hugsa ikki so. Marian Fontana, sum misti mannin í atsóknini 11. sep­ tember í 2001, heldur, at hevði Moussaoui fingið deyða­revsing, hevði hann verið ein pínslarváttur, og á tann hátt hevði navn hans­ ara ivaleyst eggjað øðr­um til at ganga í hansara fóta­ sporum. Ákæruvaldið hevði kravt Moussaoui dømdan dil deyða, men nevningarnir góvu honum lívlangt fongs­ul. Avgerðin verður mett sum ein sigur fyri verjarnar. Ósemja um dóm Seinastu fjúrtan dagarnar hava meslingarnir gingið í ein­um parti av Somalia, og longu nú eru umleið hundrað børn deyð av sjúkuni, skrivar AP úr høvuðsstaðnum Mogad­ishu. Ein somaliskur lækni sig­ ur, at meslingarnir ganga í fleiri bygdum fram við ánni Shabelle. Meslingar eru í útgangsstøðinum ikki lívs­­hættisligir, men rakar sjúkan børn, sum hava veikt mótstøðuføri, kann tað fáa álvarssamar avleiðingar. Sam­­­bært læknanum er tað júst tað, sum er hent í Som­ alia, har nógv børn hava veikt mótstøðuføri orsakað av vánaligum ella ov lítlum mati. Somalia hevur framman undan ein tann størsta barna­ deyðan í heiminum. Landsins politiska skipan hevur ikki virkað, síðani stjórnin hjá Siad Barre bleiv koyrd frá aftan á borgarakríggið í 1991. Í dag er landið býtt sundur í fleiri meiri ella minni sjálvsstøðug øki, sum stríðast við innanhýsis trupulleikar og ófrið. Í Laos hava granskarar funn­ið átta froskar, sum eingin hevur sæð fyrr, og nógv bendir á, at talan er um fleiri sløg. Millum annað er eitt slag, har kvennfroskurin er tvær ferðir størri enn kallfroskurin, og eitt annað slag hevur tindar aftur eftir rygginum. Bryan Stuart hjá náttúru­ felags­skapinum World Con­servation Society sigur við AP-tíðindastovuna, at gransk­arar vita lítið um nátt­ úruna í skógunum í Laos, tí granskingararbeiðið har hevur verið sera avmarkað. Í seinastuni hava granskarar hjá WCS verið í Laos, og teir hava funnið ymiskt áhuga­ vert í teimum stóru skógar­ økjunum. Eitt tað mest áhugaverda, sum granskararnir hava funn­ ið, er ein súgdjór, sum líkist einari samanrenning av rottu og íkorni, og sum vísindin helt vera útdeytt fyri 11 milliónum árum síðani. Bryan Stuart sigur, at gransk­ararnir hjá WCS halda fram við arbeiðinum í Laos, og hann væntar, at teir fara at finna okkurt for­ vitnisligt afturat. Kubanski forsetin, Fidel Castro, heldur uppá, at hann eigur einki, men sambært amerikanska tíðarritinum Forbes er tað minni enn so allur sannleikin. Tvørturímóti hevur tíð­ar­ ritið sett kubanska forsetan á listan yvir heimsins ríkastu fólk, tí sambært Forbes eigur hann pengar og onnur virði fyri 5,3 milliardir kónur.Er hetta eftirfarandi, hevur tað seinasta árið roynst Castro sera væl, tí fyri einum ári síðani segði Forbes, at Castro átti góðar tríggjar milliardir krónur. Castro kemur kortini ikki upp á knøini á heims­ins ríkasta manni, saudi­arabiska konginum Abdullah. Sambært yvirlitinum hjá Forbes eigur hann pengar og virðir fyri einar 125 milliardir krónur. Børn doyggja av meslingum Sjáldsamir froskar Castro onga neyð Castro er kanska ikki so fátækur, sum hann letst vera