Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mai 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 - 5. mai 2006 17 Frá at vera ein festivalur, ið varð fyriskipaður av einum áhugafelagið, er G! Festivalurin nú eitt smápartafelag, ið Jón Tyril eigur, eingin av hinum fyrrverandi G! fyriskiparunum, vil koma vi narkari viðmerking til málið. G! festival Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo G! Festivalurin er seinastu fýra árini vorðin eitt tað sterkasta brand’ið á føroyska marknaðinum. Við hørðum arbeiði hjá nógvum sjálvbodnum er G! Festivalurin vaksin frá eini konsert við 10 føroyskum bólkum á einum sandpalli til ein útseldan festival við altjóða nøvnum. Í gjár gjørdist tað greitt, at Tónleikasamtakið Grót hevur avhenda festivalin til primus motor hesi árini Jón Tyril. Í sáttmálanum millum Grót og Jón Tyril stendur: “Tónleikasamtakið Grót avhendir til Jón Tyril allan rætt at halda G! Festival og avhendir í hesum sambandi alt konseptið undir einum – herundir navn, logo, búmerki, heimasíðu, útgerð, ognir, skuld og alt annað, sum hoyrir festivalinum til.” Tónleikasamtakið Grót bindur seg somuleiðis til ikki at reka festival ella á annan hátt at viðvirka til, at tónleikafestivalur verður hildin, sum kappast við G! Festival næstu 10 árini. Jón Tyril bindur seg, so til at geva Grót 10% av yvirskotinum sama tíðarskeið, ella um hann selur festivalin víðari, at rinda Grót kr. 100.000. Men sum einasti eigari av felagnum, kann Jón Tyril eisini stýra um festivalurin hevur yvirskot ella ikki. Hann kann somuleiðis uttan aðrar bindingar enn eitt gjald á kr. 100.000 selja festivalin víðari í morgin, um hann hevur hug til tað. Jón Tyril hevur seinastu árini verið andlitið hjá festivalinum út eftir, og staðið sum høvuðsfyriskipari, men inntil í fjør var hetta gjørt í navninum hjá Grót. Jón Tyril greiður frá, at táverandi nevnd ikki metti, at tað var gagnligt fyri nakran partin, at Grót átti ábyrgdina av festivalinum. G!Festivalurin hevur øll árini verið fyriskipaður av eini serligari festival nevnd. So Grót stóð sum garantur fyri festivalin, uttan at Grót nevndin hevði stýringina av honum. Hetta metti táverandi Grót nevnd ikki vera serliga heppið. G! 2003 hevði t.d. eitt undirskot, ið var umleið 200.000 kr. Eitt undirskot, ið nevndin í Grót átti persónliga, uttan at hava fyriskipað festivalin. Tí arbeiddi nevndin við at avhenda festivalin. Jón greiður frá, at nevndin arbeiddi leingi við hesum máli, men kom ikki ásamt um, hvussu hetta skuldi gerast. Tí varð avgjørt, at avhenda festivalin til ein persón.. Jón greiður frá, at hóast hann sat í nevndini, var hann ikki við í viðgerðini, um at geva honum festivalin. Men tá avtornaði var nevndin samd um at geva Jón fullmakt, til at avgera hvussu avhendingin skuldi skipast. Tryggja festivalin Kristfríð Tyril, ið var nevndarformaður í Grót tá, sigur við Sosialin, at hetta var gjørt fyri at tryggja festivalin. Jón Tyril livur og doyr fyri festivalinum, so at geva honum ábyrgdina, var tað einasta rætta. Uttan Jón hevði eingin G! Festivalur verið, greiður hon frá. Nevndin hevði fult álit á, at við Jón við róðrið varð festivalurin rikin víðari í sama anda sum higartil. Hann er ikki ein persónur, ið vil ríka seg sjálvan upp. Øll árini hevur hann arbeitt fulla tíð við festivalinum og hevur í størri mun enn nakar annar ábyrgdina fyri, at festivalurin er blivin tað, ið hann er, sigur Kristfríð. Avgerðin, at geva einum persóni festivalin, byggir á, at tað er lættari at reka eitt tiltak, um ein hevur endaligu ábyrgdina, og Jón var stutt sagt tryggasta og besta valið, heldur Kristfríð MVG afturbering Jón greiður frá, at avgerðin at gera festivalin til eitt smápartafelag byggir á ráðgeving, ið festivalurin hevur fingið frá ymiskum stovnum t.d. frá menningarstovuni, løgfrøðingum og grann- zskoðarum. Jón sigur, at føroyska lóggávan er illa trimma til hetta slag av virksemi, so tað var trupult at taka eina avgerð, men tá festivalurin fekk at vita, at hann skuldi leggja MVG á atgongumerkini, varð avgjørt, at skipa hann sum eitt smápartafelag fyri at fáa MVG afturbering. Hann sigur, at í løtuni er hann einasti eigari í smápartafelagnum, men er ikki vísur í, at hetta altíð fer at vera so altíð. Tað er altíð møguligt, at lata onkran annan eiga ein part av felagnum, ein møguleiki, ið sáttmálin við Grót eisini letur upp fyri. Nógv fólk er farið Sosialurin hevur práta við fýra av teimum, ið áður hava verið millum berandi kreftirnar í fyriskipanini av G! Festivalinum, men sum í ár, antin als ikki eru við í fyriskipanini ella einans hava smávegis tilknýti til Festivalin. Eingin av hesum fólkum vil koma við nakrari viðmerking, um hvat tey halda um, at Jón Tyril nú eigur festivalin. Jón Tyril sigur tó við Sosialin, at ognarrætturin til festivalin, honum vitandi, ikki hevur verið orsøk til, at hesi fólk eru farin burturúr tiltakinum. Hann sigur seg ikki hava hoyrt nakað um, at tey ella nakar annar er ósamdur í avgerðini. Fleiri av teimum eru farin í onnur størv ella skipa fyri øðrum tiltøkum og hava tí rætt og slætt ikki neyðugu tíðina at skipa fyri G!Festivalinum, sigur Jón. Professionaliserast Vit spurdu Jón Tyril, um tað ikki var ein vandi fyri, at fólk ikki í sama mun vildu arbeiða sjálvboðið fyri hann, sum fyri eitt áhugafelag, og tá so stórur partur av G! byggir á sjálvboðið arbeiði, um hetta ikki fór at geva festivalinum ein trupulleika. Jón sigur, at fólk ikki arbeiða fyri hann, men fyri sjálvt tiltakið, og í hesum sambandi er tað týdningarmikið at hildið verður fast í somu kjarnuvirðunum í festivalurin hevur havt. Men samstundis er Jón greiður yvir, at sjálvbodna arbeiðið er sera slítandi, og tí er eisini neyðugt, at størri partar verða gjørdir professionellir, soleiðis, at fólk ikki verður uppslitið og dettur frá. Nýggj løg vera á skránni, tá 200 fer at spæla á Ungdómstúrinum ’06. Ein túr sum bólkurin gleðir seg til, sambært sangaranum Niels Arge Galán. Festival summarið Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Vit fingu orð á Niels Arge Galán sangara í rokkbólkinum 200, nú Ungdómstúrurin’06 hevur almannakunngjørt, at 200 verður við á ferðini til Noregs við Norrønu. Niels sigur, at teir gleða seg til túrin. “Tað er altíð kul at luttaka á tiltøkum, ið eru eitt sindur ótraditionell, og tað er hesin túrurin”, greiður Niels frá. Hann sigur, at hetta er fyrstu ferð, at teir skulu spæla umborð á einum skipi, so tað er eitt sindur øðrvísi. Eisini verður talan um fleiri konsertir bæði innandura og uttandura, og tað ger hetta enn meira spennandi fyri teir, sigur hann og leggur afturat, at hann vónar, at veðrið skikkar sær væl. Væl fyriskipað Niels greiðir frá, at tað, sum veruliga fangaði teirra áhuga, var tann góða fyriskipanin. Fyrr hevur túrurin bara verið eitt stórt ball, har størsta hendingin var, at tey ungu sluppu full inn í eina danska sølumiðstøð. “Men hesu ferð er túrurin eitt ”ting”, hann er fyriskipaður úr enda í annan, við nógvum spennandi tiltøkum, so hetta er kul, at vera ein partur av. Nýggj løg 200 fer á Ungdómstúrin stutt eftir, at bólkurin er komin úr upptøkuhølinum. Har teir spæla fløgu inn við í minsta lagi 15 nýggjum løgum. Niels váttar fyri Planet.fo, at hóast fløgan ikki er komin út, tá túrurin verður, so fara teir at spæla nøkur av nýggju løgunum og sjálvandi eisini allar teir stóru 200 klassikararnir. Túrurin verður sjálvandi eisini eitt slag av upphitan til konsertirnar, ið 200 skulu spæla á Roskilde Festivalinum dagarnar eftir túrin. Jón Tyril eigur G! Nýggj 200 løg á opnum havi Endamálið var fyrst og fremst at silja festivalin frá Grót, sigur Jón Tyril. Og hóast tos hevur verið um ónøgd um avgerðina, so sigur høvuðsmaðurin sjálvur, at hetta ikki er nakað, sum hann kennir til