Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mai 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 87 - 5. mai 2006 Tað eydnaðist ikki føroyskum fyritøkum at fáa lut í nøkrum av teimum stóru sáttmálunum í sambandi við komandi boring á landgrunninum í summar, sum norska oljufelagið Statoil stendur á odda fyri Oljuarbeiði Jan Müller jan@sosialurin.fo Statoil hevur latið norska felagnum Solstad sáttmálan fyri atløgu/standby skip. Hetta skipið eitur Normand Mjolne. Sáttmálin fyri supplyskip er farin til enska felagið Trico Supply. Hetta skipið eitur Northern Challenger og fer tað at sigla millum oljuhavnina í Runavík og boripallin. Síðani eru tað aðrir stórir sáttmálar. Tyrlusáttmálin verður latin hálvan mai. Her er talan um flutningin av arbeiðsfólki millum boripallin og floghavnina í Vágum. Síðani er talan um sáttmála um at flyta arbeiðsfólk millum Vágar og Stavanger. Tann sáttmálin verður latin seinast í mai upplýsir Rúni Hansen, stjóri í Statoil. Aftrat hesum koma so nógvir aðrir sáttmálar. Eitt nú oljuvernd, sum verður latin um hálvan mai. Viðvíkjandi øðrum sersáttmálum er avgjørt, at tvær stórar altjóða fyritøkur, Halliburton og Schlumberger fáa tær. Eisini Aker Kværner Wellservice er millum fyritøkurnar, sum hava fingið sáttmálar í komandi Brugduboringini. Rúni Hansen sigur, at føroysk feløg vóru við í útbjóðingini uppá bæði standby og supplyskip, men tey gjørdust ov stutt. Sambart føroyskari lóggávu skulu útlendsku oljufeløgini, sum hava fingið loyvi at bora eftir olju á føroyskum øki, geva føroyskum fyritøkum møguleikan at sleppa upp í part, tá sáttmálar verða gjørdir, um tey eru kappingarfør. – Tíverri fingu føroysku feløgini ikki hesar sáttmálar, tí tey uppfyltu ikki krøvini, ið sett vórðu sigur Statoilstjórin. Eftir eru tó tveir stórir sáttmálar at taka støðu til nevniliga at flyta arbeiðsfólk millum boripall og land og millum Vágar og Stavanger. Sum skilst er m.a. Atlantic Airways við í hesi útbjóðingini. Í løtuni verður eisini gjørt klárt til at bjóða tryggingina av brunninum út. Statoil hevur havt fundir við tryggingarfeløgini, sum tykjast áhuga í at bjóða. Statoil fer annars at brúka oljuútgerðarhavnina í Runavík í sambandi við komandi boringina. Boripallurin Stena Don, sum skal bora Brugduna, kemur seinast í juli mánað. Ætlanin var at seta hol á 15. juli men tað verður so ikki fyrr enn móti ólavsøku, at Stena Don setir borin í basaltið. Fleiri spennandi brunnar verða boraðir í grannalagnum í næstum. Eitt nú sunnan fyri Føroyar og eisini beint eystan fyri markið. ”Evropisk partabrøv uttan váða” er nýggj skráseting á Virðisbrævamarknaði Føroya. Virðisbrøvini frá Kaupthing eru tryggjað ímóti halli, og fleiri fyrimunir fáast við skrásetingini á VMF Tíðindaskriv Kaupthing slóðar fyri og gongur undan fyri at fáa føroyska virðis- brævamarknaðin at virka eftir ætlan. Kaupthing gjørdi fyrstu skrásetingina á Virðisbrævamarknaði Føroya, og nú stendur Kaupthing eisini fyri teirri næstu: Evropisk partabrøv uttan váða. ”Evropisk partabrøv uttan váða” er eitt 3-ára lánsbræv, sum tryggjar ílagdu upphæddina og gevur 70% av hækkingini í evropiska partabrævavísitalinum Dow Jones Eurostoxx 50. At íløgan er tryggjað merkir, at í minsta lagi øll tann áljóðandi upphæddin fæst aftur, tá ið lánsbrævið fer úr gildi. Gildistíðin er frá mai 2006 til mai 2009. Íleggjarin fær fleiri fyrimunir, nú virðis- brævið er skrásett á Virðisbrævamarknaði Før- oya. Eitt nú letur hetta upp fyri, at virðisbrævið kann brúkast til eftirløn. Tú kanst til dømis seta ein part av tíni samanspardu 60 ára kontu ella kapitaluppsparing í Evropisk partabrøv uttan váða, so vinningurin stuðlar upp undir tína eftirløn. Hetta er sostatt ein rættiliga áhugaverd samansparing hjá teimum, sum vilja hava eitt størri avkast, enn innlánið í peningastovni gevur. Samstundis er íløgan tryggjað móti halli. Skrásetingin á virðis- brævamarknaðinum hevur harafturat við sær, at íløgan kann fylgjast á heimasíðuni hjá virðisbrævamarknaði Føroya, vmf.fo, so íleggjarin sær, hvussu tað gongst við íløguni. Kaupthing Virðis- brævameklarafelag leggur stóran dent á at framleiða egnar vørur, sum hóska til tørvin hjá íleggjarum í Føroyum. Gongdin í Evropiskum partabrøvum uttan váða er tengd at 50 teimum størstu feløgunum í Evropa, og teirra millum eru so kend nøvn sum Deutsche Bank, Nokia, Siemens, Renault og Total Fina Elf. Hetta eru feløg, sum føroyingar kenna. Í løtuni eru evropisk partabrøv bíligari enn partabrøv úr øðrum heimspørtum, og tað økir sannlíkindini fyri, at tað gongur halltryggjaðu íløguni væl næstu árini. Virðisbrævið kann eisini seljast í úrtíð. Tað merkir, at virðisbrævið kann handlast, um vinningurin gerst serliga stórur í tíðarskeiðnum, ella neyðugt verður at sleppa sær av við tað av onkrari orsøk. Evropisk partabrøv uttan váða kunnu keypast hjá Suðuroyar Spari- kassa ella Kaupthing Virðisbrævameklarafelag. Føroyingar fáa nú enn ein møguleika at fáa meira burtur úr sparipengum sínum. Og kunnu entá sova trygt um náttina, hóast talan er um partabrøv. Virðisbræva- marknaður Jan Müller jan@sosialurin.fo Ístaðin fyri at hava allar sparipengarnar í peningastovnunum til eina lítla rentu, so kemur Kaupthing nú við einum tilboði, har fólk kunnu at seta pengar í virðisbrøv uttan váða, “Evropisk partabrøv uttan váða”, sum tað verður kallað. Virðisbrøvini eru tryggjað móti halli. – Hetta er so næsta stigið á fáa ein meira virknan føroyskan virðisbrævamarknað - við meira dynamikki í sigur Petur Holm, stjóri í Kaupthing, nú teir fara undir eina herferð at fáa føroyingar at keypa partabrøv á føroyska virðisbrævamarknaðinum. Hann sigur, at hesin “uttan váða” hátturin at gera íløgur í virðisbrøv er royndur aðrastaðni, men tey hava so roynt at laga eina skipan til føroysk viðurskifti. Kaupthing hevur longu fingið fleiri fyrispurningar um átakið og rokna tey við, at hetta nýggja tilboðið fer at økja um áhugan hjá føroyingum sum heild at keypa partabrøv. Hann útihýsir ikki, at talan kann verða um í hvussu er tveysiffraðar milliónaupphæddir. Hetta at keypa partabrøv er annars nakað, sum ikki hevur verið so vanligt í Føroyum, men tað hevur so víst seg, at áhugi fyri at keypa partabrøv er vaksandi millum føroyingar. Mynstrið er so spakuliga farið at líkjast tí í útlandinum. Hetta seinasta tilboðið frá Kaupthing er so ein roynd at økja um henda áhuga at gera íløgur í virðisbrøv. Petur Holm sigur, at eftir at Atlantic Petroelum sum fyrsta føroyska felagið varð skrásett á virðisbrævamarknaðinum, er hetta so næsta føroyska skrásetingin á sama virðisbrævamarknað. Og tað heldur hann vera eina skilagóða gongd. Hann dylur ikki fyri, at tað innan 2 ár eru komin 2-3 føroyskar fyritøkur aftrat á Virðisbrævamarknaðin. (sí tíðindaskriv) “Evropiskt partabrøv uttan váða” er fyrsta stóra tiltakið hjá Kaupthing, siðani fyritøkan flutti í snotuligu og altjóðaligu hølini í eysturbýnum. Stjórarnir Petur Holm (hm) og Jan Otto Holm løgdu nýggju verkætlanina fram fríggjamorgun. Mynd Jens K Vang Kaupthingstjórar: –Keypið partabrøv og sovið trygt Føroyingar ov stuttir til oljusáttmálar Kaupthing gongur undan