fríggjadagur 5. mai 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 5. mai 2006
15
Stórar broytingar
verða fyri Kringvarp
Føroya, nú uppskotið
um kringvarpslóg
varð samtykt í
tinginum í dag.
Kringvarp
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Framyvir fer tað at bera til hjá
kringvarpinum at endurvarpa
útlendskar public-service
sjónvarpsrásir. Lýsingar
verða ongar um eini fimm ár,
og kringvarpið kemur helst
á fíggjarlógina. Og fólk,
sum starvast við tíðindum
skulu vera journalistar ella
hava líknandi útbúgving.
Hetta eru nakrar av teimum
størstu broytingunum við
nýggju kringvarpslógini,
sum løgtingið samtykti, tá
uppskotið fekk eina siðiliga
3. viðgerð í dag.
Við nýggju skipanini
um Kringvarp Føroya,
verða ávísar broytingar í
bygnaðinum í mun til áður.
Tær báðar mest týðandi
broytingarnar verða, í
fyrsta lagi, at stovnurin
skal hava eitt stýri við sjey
limum, sum skal hava evstu
ábyrgdina og virka sum skott
millum stovnin og politiska
myndugleikan. Hin stóra
broytingin verður, at public-
service uppgávurnar hjá
stovninum skulu raðfestast
av landsstýrismanninum í
samstarvi við leiðsluna og
stýrið, eftir aðalorðaskifti í
løgtinginum.
Av øðrum broytingum
í nýggja uppskotinum um
kringvarp kunnu nevnast, at
eitt kringvarpsgjald verður
fyri hvørt húski, at tað gerst
lættari hjá privatum at seta
á stovn kringvarp og at
kringvarpið skal varðveita
alt talgilt tilfar í einum
miðlasavni.
Orðaskiftið um kringvarps
lógina hevur verið ómetaliga
kvast og harðligt, og ting
fólk eru ikki sørt skelk
að av orðavalinum og
fundarsiðinum, sum hevur
valdað undir viðgerðini.
Kringvarpslógin samtykt
Hanus L.
Sørensen
sýnir fram í
Leikalund
Í kvøld letur upp
listaframsýning
í Leikalun d við
verkum hjá Hanusi
Lind Sørensen
Lista
framsýning
Afturvendandi mynd
evni í málingunum hjá
Hanusi eru føroyska
náttúran, skip og bátar.
Ein ávís hvíld og lætti
hvíla yvir huglagnum og
litsamansetingunum, sum
ofta geva málningunum
eitt inniligt úttrykk.
Hanus er 29 ára gamal, og
arbeiðir sum timburmaður
hjá Kanjon í Klaksvík. Hann
hevur málað síðan 2001, tá
hann fór í kvøldskúla hjá
listamanninum Archibald
Black, har han n síðani
hevur verið við í tríggjar
vetrar.
Fernisering verður
fríggjakvøldið 5. mai kl
19.00, øll eru hjartaliga
vælkomin.
Leikalund hevur
soleiðis opið:
Mánadag-fríggjadag:
10.00-23.00
Leygardag: 10.00-
13.00 og 19.00-23.00
Sunnudag: 19.00-23.00
ave
Den Danske
Mafia og
Land & Synir
á Jóansøku
festivalinum
Vit kunnu í dag avdúka tvey
av nøvnunum, ið spæla á
Jóansøkufestivalinum. Tal
an verður um lurtararvin
arligan íslendskan popp
rokk frá Land og Synum
og eina sera annarleiðis
útgávu av John Mogensen
løgum við Den Danske
Mafia.
Den Danske Mafia
hevur blást nýtt lív í allar
teir stóru John Mogensen
slagararnir, sum eisini eru
heimskendir í Føroyum.
Munurin er bara, at nú
verða slagararnir spældir
við einum ísletti av góðum
tungum rokki, blues og
jazz, sum fær ein at hugsað
um eina blanding av John
Mogensen og ZZ-Top og
Thin Lizzy.
Land og Synir eru ein
av fólkakærastu íslendsku
bólkunum, og hava fyrr
vitja í Føroyum við sínum
melidiøsa
popprokki,
tá spældu teir fleiri sera
væleydnaðar konsertir
kring Føroyar saman við
Taxi.
Stutt sagt
Tað var stórur
áhuga, tá ið Jørgen
Niclasen fyrr í vikuni
var í Brüssell og
helt fyrilestur fyri
ES myndugleikum
um føroysku
fiskidagaskipanina
Altjóða kunning
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er vælkent, at føroyska
fiskidagaskipanin hevur
vakt miklans ans runt um
í heimi. Ikki minst hevur
Jørgen Niclasen verið ein
ferðandi
umboðsmaður
fyri føroyingar, tí sum
gamal landsstýrismaður í
fiskivinnumálum, hevur
hann seinastu árini ferðast
í nógvum londum, har hann
hevur greitt frá føroysku
fiskidagaskipanini
og
teimum fyrimunum hon
hevur
frammum
eina
kvotaskipan, sum flest øll
onnur lond dúva upp á.
Og í hesi vikuni varð hann
so boðin til ES háborgina,
Brüssell at halda fyrilestur
fyri fiskivinnunevndini hjá
ES um fiskidagaskipanina
og um úrslitini av henni
Men Jørgin Niclasen sigur,
at tað var stórur áhugi fyri
teimum føroysku royndunum
av fiskidagaskipanini eftir
at hon nú hevur virkað í 10
ár.
Hetta var ein opin fundur
í fiskivinnunevndini og
umframt nevndarlimir, vóru
eisini einir 50 áhoyrarar og
lurtaðu.
– Men tað var eisini skil
ligt, at áhugin varð størstur
hjá teimum, sum komu úr
fiskivinnuøkjum, eitt nú úr
Bretlandi og Spania.
Hinvegin vóru eisini fólk
og lurtaðu úr londum mitt í
Evropa, men tey vóru knapt
so áhugað. Jørgin Niclasen
sigur, at hann samanbar
úrslitið av fiskidagaskipanini
saman við fiskiskapinum í
teimum londum, sum hava
kvotaskipanir ístaðin.
– Í stuttum er er úrslitið
tað, at í teimum londum,
sum hava kvotaskipanir,
er fiskiskapurin minkaður
niður í helvt hesi seinastu
30 árini.
Hinvegin vísir úrslitið, at
í Føroyum er fiskiskapurin
tann sami, sum hann altíð
hevur verið, tí vit hava altíð
fiskað eini 100.000 tons um
árið undir Føroyum og tað
er framvegis úrslitið undir
fiskidagaskipanini.
– Men so skerst heldur
ikki burtur, at tað var eitt
satt upplivilsi at halda ein
fyrilestur, ið varð beinleiðis
týddur til øll mál í Evropa,
leggur Jørgin Niclasen
afturat.
Hevur fortalt evropearum um
føroysku fiskidagaskipanina
– Hjá teimum politikarum og embætisfólki, sum koma úr fiskivinnuøkjum, hevur føroyska
fiskidagaskipanin stóran áhuga, ásannar Jørgin Niclasen
Lesið Sosialin - so eru tit við