Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mai 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 87 - 5. mai 2006 Stutt sagt Leygarkvøldið klokkan 21 verður kvinnujam aftur á skránni í Marg­arin­ fabrikkini konsert tíðindaskriv Hesa ferð eru tað Unn Pat­ urs­son og Guðrið Hansen, ið fara at hita upp. Unn Pat­ ursson hevur fingist við bæði pop og jazz. Leyg­arkvøldið kemur Unn at framføra einsamøll fyri fyrstu ferð. Guðrið Hansen hevur framført til kvinnujam fyrr, og hevur hon verið sera væl móttikin. Guðrið er eisini aktuell í løtuni saman við bólkinum Isadora and the rebels, ið hava fingið sera góð ummæli. Allar kvinnur í øllum aldri eru vælkomnar bæði at framføra og at lurta. Ljóðføri verður á staðnum og tað er ókeypis atgongd. Hetta er síðsta kvinnujam áðrenn summarferiuna, tá so nógv annað er á skránni um summari. Byrja verður aftur komandi heyst. Saman við Guðrið Han­­sen fer Unn Paturs­son at framføra á Marg­arinfabrikkini leygar­ kvøldið. Roknskapurin fyri Ar­beiðsmarknaðar­eftir­ lønargrunnin - Sam­halds­ fasta - er nú lagdur fram. Grunnurin, hvørs enda­ mál er at tryggja øllum landsins íbúgvum eina eftirløn, hevur síð­ani stovnanina í 1991 rætti­ liga konsoliderað seg. Egin­ ognin var við árslok 2005 373 mió kr., og tí hevur eisini borið til at økt um útgjaldið. Samstundis sum út­gjaldið hækkaði við ein­um triðingi, nærum tví­ faldaðist úrslitið -mørk Leygardagin skipar Argja Róðrarfelag fyri so­nevndum AR-dagi á Argj­um. Hetta er ein dag­ ur, sum er ætlaður fólki í øllum aldursbólkum, og har tiltøk av alskyns slag verða hildin. Millum tey meira for­ kunn­ugu av hesum kann nevn­ast, at sterkasti mað­ urin á Argjum skal finnast, eins og togtogan á flakum eisini er á skránni. Hartil er hópur av øðrum tiltøkum fyri bæði børn og vaksin, áðrenn punktum verður sett, tá væl umtóku Nelson spæla til dans. Tiltøkini byrja klokkan 14. -mørk Sunnukvøldið klokkan 20 hevur Kór Glyvra kirkju várkonsert í Glyvra kirkju. Kórið leggur fyri við at syngja nakrar sangir, ið hoyra várinum og summarinum til. Kvinnukór Glyvra krikju fer at framføra onkran sangin, og vokalbólkurin Vox Humana kemur eisini at taka lut á konsertini. Kór glyvra kirkju endar konsertina við at framføra nakrar sakralar sangir og verk. Í sambdið við Mozart- árið endar konsertin við Ave verum coprus, ið fer at varðveita sín ljóma og sína tign í tónleikasøguni, so leingi sungið og spælt verður. Konsertin verður í Glyvra kirkju nú sunnukvøldið, og verður byrjað klokkan 20. Hartil verða eisini konsertir í Haldórsvíkar og Viðareiðis kirkju tann 14. mai. Hesar konsertir verða hildnar ávíkavist kl. 16 og 19. Kórið telur 25 saangarar, og verða hesir stjórnaðir av Meinhardi Bjartalíð. Alzheimerfelagið, sum er felagið fyri minnnisveik, hevði aðalfund tann 23. apríl. Á fundinum stóð nevndarval á skránni, og hevur nevndin skipað seg soleiðis: Sigrún Mohr, formaður, Sofus Joensen, næst­formaður, Randi Absa­ lonsen, kassameistari, Si­borg Arge, skrivari og Erna Háberg, nevndarlimur. Tiltakslimir eru: Unna Næss Petersen og Joan Árting. -mørk Kvinnujam í Margarinfabrikkini Avlopið hjá Samhaldsfasta varð 42 mió kr. AR-dagur á Argjum Kórkonsert á Glyvrum Nevndarval Nýggjasta navnið á skránni fyri G! Festivalin er líka gott, sum tað er ókent í Føroyum. Animal Alpha er ein ógvislig og ráð punkkend rokk uppliving, stutt sagt ikki fyri sartar sálir, og ógvisligasta norska tónleikanavnið síða LOK. Festival Summarið Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Norski Animal Alpha er fyrsti tung málmsbólkurin á G! í ár. Hóast navnið ikki er kent í Føroyum, sigur maðurin aftan fyri festivalin Jón Tyril, at hetta er ein bólkur, sum kann gerast eittt av heilt stóru norðurlendsku tónleikanøvnum komandi árini. Jón greiður frá, at Peter Madsen, ið skipar fyri Nibe Festivalinum vísti honum á henda bólk, og Jón gjørdist beinanvegin so bergtikin av orkumikla tónleikinum, at hann avgjørdi at fáa bólkin til Føroyar. Skulu vit døma eftir sjón­ bandalagnum Bundy, ið liggur á alenetinum, so var hetta eitt sera gott val, tí bólkurin er framúrskarandi. Konsertin við Animal Alpha er ein møguleiki hjá føroyingum at uppliva ein av mest spennandi og lovandi bólkunum í heimlandinum Noregi í løtuni. Songkvinnan Agneta Kjølsrud hevur ein ógvisliga og eksplosiva rødd, ið rokkar, aftan fyri seg hevur hon massivan gittarrokk. ”Á G! Festival raðfesta vit feitan tónleik fremst. Vit seta eina æru í at bjóða bólkum á pall, sum eru viðkomandi og vit eru eisini glað fyri bólkar, sum eru framfýsnir og nýskapandi. Vit vilja gjarna at okkara festivalgestir fáa at hoyra ymiskt, sum er á veg upp og út í verðina, gjarna áðrenn restin av heiminum hevur uppdagað tað. Vit vilja verða stutt sagt verða í fremstu røð við tí besta og nýggjasta. Og sambært hesum ynski hava vit introduserað nógv­ ar góðar bólkar fyri festival­ áhoyrarunum, vit kunnu soleiðis tilvildarliga úr rúgvuni nevna bólkar sum Nephew, Gåte, Exploding Plastix, Hjálmar og Afenginn – alt bólkar sum, hóast ikki so kendir í Føroyum enn, so tó framúr góðir og vældámdir hjá tí føroyska tónleikalurtaranum. Okkara besta boð uppá ein nýggjan bólk, sum fer eins væl inn sum Gåte ella Nephew í ár, er norski bólkurin Alpha Animal.”, skrivar G! Festivalurin í tíðindaskrivi í morgun.  Animal Alpha byrjaði í 2002, tá ið sangarindan Agnete Kjølsrud møtti gittar­leikaranum og sang­ skriv­aranum Christian Wibe á vesinum í einum klubba í Oslo. Skjótt vaks bólkurin við Lars Imre Bidtnes á bassi, Christer Andre Cederberg á gittar og Thomas Jacobsen handan trummurnar. Nýstovnaði bólkurin fór beinanvegin undir harða venjing, fyri at betra um bæði tónleik og image. Í 2004 vóru tey til reiðar og settu seg í ein gamlan vøruvogn og byrjaðu at koyra kring alt Noreg á konsertferð. Ikki gekk leingi til góðu tíðindini um yvirdrivna punk n roll bólkin við hálvsvøku sangarinduni á odda spreiddust um alt Noregsríki. Langt áðr­enn nøkur fløga kom á markn­ aðin, spældu Animal Alpha teirra framúr góðu og nú tiltiknu, lívligu konsertir fyri útseldum húsum og tískil komu eisini plátufeløgini rennandi. Heili 11 ymisk plátufeløg vildu hava klørnar í bólkin, sum valdi Racing Junior, úrslitið gjørdist fløgan “Pheromones” sum kom út fyrr í ár.  Animal Alpha konsertirnar eru sum sagt tiltiknar. Ser­ liga er tað sangarindan, Agn­ ete, ið bergtekur áoyr­arar og ummælarar og sum orku­ miklari framførslu hevur áhoyraran fullkomiliga í sini makt. Tónleikararnir handan hana smæðast tó ikki tá teir sum ein vælsmurd maskina rokka seg langt út um pallkantin og rista bæði bein og merg í teimum eydnusomu sálum, ið hava tann framíhjárætt at vera tilstaðar. Góðu framførðslurnar hjá Animal Alpha hava givið teimum atgongd til navnframar festivalar í ár, so sum Eurosonic í Hollandi, SXSV í Austin Texas, SPOT í Danmark, Rock am Ring og Rock Im Park í Týsklandi og Hultfreds í Svøríki. Stutt sagt, Animal Alpha eru fult í gongd við sítt altjóða gjøgnumbrot og tú hevur møguleikan at hoyra, hvat alt prátið og bussið um hendan bólkin snýr seg um nú meðan tað hendir, í summar, í Føroyum, á G! Norsku Animal Alpha djóriskur rokkur á G! Ráður og punkutur rokkur er á skránni, tá Animal Alpha fara á pallin