Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mai 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 - 5. mai 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 6. mai. Jóhannes fyri borgliði (Johannes ante portam). Dagurin hildin til minnis um at ápostulin Jóhannes varð illa píndur uttan fyri borgliðið Porta Latina í Róm. Hann komst undan, men varð seinni rikin í útlegd út á oynna Patmos. Jóhannes Patursson varð føddur hendan dagin í 1866, og Hans Andrias Djurhuus doyði hendan dagin í 1951. 7. mai. Flavia, deyð í umleið ár 95. Henda abbadóttir keisaran Vespasianus gjørdist kristin og varð rikin í útlegd. 8. mai. Stanislaus, deyður í 1079. Biskupur í Karkow. Hann varð tikin av døgum, tí hann hevði at konginum Boleslav. Tjóðarhalgimenni hjá póllendingum. Prógv   Ruben Haraldsen í Hoyvík hevur 21. apríl 2006 staðið yrkisroynd innan handil (detail) við sergrein. Hann hevur lært hjá P/f Teldutænastuni. Lærumeistari var Regin Andreasen. Tann 29. apríl 2006 bleiv Poul Høgni Nielsen, Tórshavn, avlærdur sum múrari. Lærumeistari er P/F Kyster. Tíðindaskriv ?? mai byrjaði Johnni Poulsen sum nýggjur fíggjarleiðari hjá P/F Føroya Shell. Johnni er 36 ára gamal og miðvingur. Hann er útb­úgvin Cand. merc. á Handilsháskúlanum í Keyp­ mannahavn. Seinastu fýra árini hevur hann verið fíggjarleiðari hjá Strand­ faraskipum Landsins. Áðr­ enn hetta arbeiddi hann í seks ár hjá tele- og sam­ skiftisfelagnum Telia í Danmark sum m.a. ráðgevi og prosjektleiðari innan bú­skap og strategiska menn­ ing. Johnni avloysir Christian Nagata, ið er farin í starv sum stjóri á Com-Data og Reproz. P/F Føroya Shell: Johnni Poulsen nýggjur fíggjarleiðari Fríggjadagin 5. mai fyllir Elgeir Olsen í Havn 50 ár. Elgeir er havnarmaður, sonur Haldu, f. Gregersen, úr Syðrugøtu, og Jákup Paula Olsen, sála, vanliga nevndur Jákup Pauli á Lava, í Havn. Halda og Jákup Pauli fingu synirnar Per og Elgeir. Fyrst í 70-unum flutti fam­iljan til Keyp­manna­havn­ar at búgva, har lærdi Elgeir til plátusmið. Hann er tann fyrsti føroyingurin, sum hevur fingið hesa út­búgving. Í 1976 flutti hann heim aftur til Føroyar og byrjaði sum sjálvstøðugur við egn­um plátuverkstaði í Havn. Eldri bróðurin, Per, arbeiddi hjá honum eitt tíðarskeið. Elgeir stovnaði eisini Føroya Bilupphøgg saman við Helga í Gong. Elgeir var ein undan­gongumaður í at endurnýta gamlar bilar. Ístaðin fyri at gomlu bilarnir vóru søktir í havið ella fyribeindir á annan hátt, vóru teir høgdir upp og endurnýttir. Tað sum kundi brúkast varð selt sum eykalutir, meðan karossaríini vórðu pressað saman og send av landinum sum gamalt jarn. Fyritøkan gjørdi eisini plátu- og lakkeringsarbeiði fyri aðrar bilasølur sum t. d. P/F Vilhelm Nielsen. Eina tíð høvdu teir eisini verkstað í Kollafirði. Fyritøkan leig­aði eisini bilar út. Teir tóku eisini aðrar upp­gávur upp á seg, sum t. d at taka oljutangar niður og burturbeina teir fyri olju­feløgini. Í 1996 tóku teir stóru radarskermarnar á Sornfelli niður. Í dag arbeiðir Elgeir á verkstaðnum hjá Skipa­fel­agnum Føroyar, har hann eisini fær brúkt sína útbúgving sum plátusmiður í samband við at umvæla bingjur o.a. Hann hevur sera gott handa­lag og er ikki bangin fyri at taka uppgávur upp á seg, um tað so eru bilar, bingjur, oljutangar ella at vanligar umvælingar heima við hús. Elgeir var ein av stovn­ar­un­um av áhugafelagnum Før­oya Ellisakfør og er ein av aktivu limunum í fel­agnum. Elgeir er tiltikin skemti­ligur, dugir sera væl at taka til og er sera stuttligur at vera saman við í vertsskapi. Eingin klárar at seta hann fastan í nøkrum, tí hann dugir altíð at svara fyri seg. Lavamenn eru tiltiknir fyri bæði eitt og annað – eitt nú eru teir sparnir, og tað sigst, at teir unna ongum nakað. Hóast Elgeir er ímyndin av einum lavamanni upp á so nógvar mátar, so kann eingin siga, at hann ikki unnar nøkrum nakað. Hann er ein góður vinur og er altíð klárur at hjálpa øðrum – hansara partur liggur ongantíð eftir. Elgeir er giftur Enidu, f. Gaard, av Tvøroyri. Tey eiga børnini: Jákup Pauli, Sveinur og Heidi, sum øll búgva í Havn. Føðingardagin er Elgeir burturstaddur. Elgeir Olsen 50 ár Rætting Í blaðnum í gjár var ein mynd av pløggum hjá sniðgevanum Jó­honnu Reginsdóttir av Steinum av misgáum komin at standa saman við grein um Føroya Hond­arbeiðsskúla. Vit biðja orsaka mis­takið. Lesið Sosialin - so eru tit við Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi Erling Michelsen andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Kristnastovu. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Johan og Eyð