fríggjadagur 5. mai 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 5. mai 2006
27
Nr. 87 • fríggjadagur • 5. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Á Rituvíkshálsinum
renna tíggju geitir
og 21 geitarlomb,
sum búðfólkini á
Rásini eiga og passa.
Tvær ferðir dagliga
vitja tey út á trøðna
á Rituvíkshálsinum,
har geitirnar halda til
GEITIR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í
Runavík
hava
tey
menningartarnaðu fingið
eitt skúlatilboð, tey rópa
Rásin. Hetta eru sjey
næmingar, sum búgva í
einum sethúsum og aftrat
teimum eru fýra starvsfólk
knýtt. Tey fluttu inn í
sethúsini í juni, og stórtrívast
har. Gerandisdagurin fer
við ymsum fyrifallandi
arbeiði, hugna og at geva
geitunum, tey hava uppi á
Rituvíkshálsinum.
Geitirnar hava tey havt
síðani í november. Tær
eru av suðurafrikanskum
uppruna, men akkurát hesar
geitirnar hava tey fingið av
einum donskum garði.
Geitirnar eru tíggju í talið,
og so er eisini ein bukkur. Nú
hava tær fingið lomb, tvær
teirra heili fýra, so nú renna
21 lítil fitt geitarlomb á øki
teirra á Rituvíkshálsinum,
til stóra fragd fyri tey á
Rásini.
Men ætlanin er, at onnur
eisini skulu fáa gleði av
geitunum. Gongst sum ætlað,
verður trøðin og geitirnar
karmur um eitt hugnastað
við borðum og tí sum hartil
hoyrir. Endamálið er so, at
barnagarðar, gongufólk og
onnur kunnu vitja staðið,
eta matpakkan har og annars
bara hugna sær.
Tað er Rodmund Nielsen
og Runavíkar kommuna, sum
hava lænt trøðna til Rásina.
Tey hava frá tí Rásin kom
verið sera lagalig, og tað eru
tey á Rásini glað fyri.
Petur Skeel Jacobsen,
veðurfrøðingur, sigur,
at tað verður gott
veður í vikuskiftinum
– Tað verður at kalla satt
várvegur í vikuskiftinum.
Kanska verður eitt sindur
av regni leygarkvøldið,
men annars verður veðrið
lýtt, og sólin fer at skína. Í
Havn verða tó mjørkaflókar
til tíðir, sigur Petur Skeel
og leggur afturat, at hitin
verður um 10-15 stig alt
vikuskiftið.
- lh
Geitalomb á
Rituvíkshálsinum
Petur Skeel Jacobsen um vikuskiftisveðrið:
Gott várveður