fríggjadagur 5. mai 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 87 - 5. mai 2006
Tann 19. mai í ár fyllir
listamaðurin Zacharias
Heinesen (1936) sjeyti
ár. Samstundis eru tað
í ár hundrað ár síðani
ein stór fyrimynd
Zachariasar, franski
listamaðurin Paul
Cézanne (1839-1906)
andaðist. Eitt eygnakast
á føroysku listasøguna
ber boð um, at tað
ikki bert er Zacharias
Heinesen, ið er hugtikin
av Cézanne
List
Kinna Poulsen
Í dygdargóða, men stokkuta
mentanartíðarritinum Bragi var
ein serliga áhugaverdur teigur,
ið nevndist “Fyrimynd”, har
myndlistafólk greiddu frá einum
listaverki, ið hevði veitt teimum
listarligan íblástur. Listafólkini
valdu høvuðsverk úr vesteuropisku
listasøguni. Ingálvur av Reyni
greiddi frá sínum yndisverki hjá
italska meistaranum Uccello,
meðan Torbjørn Olsen hevði valt
eina av litmeldursmyndunum hjá
tí eldra Monet. Í blaði nr. 1/2001
greiðir Zacharias Heinesen frá
Cézanne og mynd hansara “...
Kyrrlutamynd við súreplaskál”
1879-82. Hann skrivar m.a.:
“Seinastu myndir hansara kunnu
tykjast ólidnar. Hann hevði ognað
sær so stóran kunnleika innan
bæði materiali og málningahátt,
at hann kundi skapa ein málning
við fáum strokum”. Her sum í
tekstinum í síni heild, hóma vit
stóru virðingina fyri franska
listamanninum, sum tordi at fara
sínar heilt egnu vegir, ið skuldu
føra til kollveltingar í heimslistini.
Cézanne
Cézanne var avgjørt ikki nakað
undurbarn, men mátti veruliga
stríðast fyri at gerast listamaður.
Hann var 21 ára gamal, tá hann
avgjørdi at gerast listamálari,
men varð av ráðaríka pápa sínum
noyddur at lesa lógfrøði. Hann
fór tí ikki av álvara í gongd við
listina fyrr enn nøkur ár seinni.
Tað gekk ikki so væl í fyrstani og
Cézanne fann seg bæði tá sum alt
lívið í støðugum iva, hvørt hann
var ein góðtakiligur málari ella
ei. Hann búði styttri tíðarskeið
í listarliga miðdeplinum Paris,
men vendi altíð heimaftur til sín
elskaða heimstað, Aix í Provence,
har hann búði og málaði tað
mesta av ævi síni. Listarliga tók
hann støði í tí gamla romantiska
stílinum, sum hann byrjaði at
avrita, m.a. við Delacroix sum
fyrimynd. Rættiliga skjótt fingu
myndirnar ein serliga pastosan,
tilfarsligan dám, ið góvu gruna
um, at hesin málarin ikki var
nøgdur við at kopiera teir gomlu
meistararnar. Yrkisleið Cézannes
fór fram samstundis við ta hjá
impressionistunum, sum hann
eisini framsýndi saman við fleiri
ferðir, eins og fleiri av myndum
hansara vísa greiðan íblástur frá
hesum listaráki, sum kollvelti
listaheimin í 1870 unum. Cézanne
var saman við m.a. Manet
og Degas øðrum fleiri ferðir
frávístur almennu framsýningini,
Heystframsýningini, sum var
nálareygað, tú skuldi ígjøgnum,
um tú ætlaði tær eina yrkisleið
innan myndlistina í tátíðar
Fraklandi.
Impressionisma
Cézanne var hugtikin av
impressionistunum, av teirra
reinu litum og royndum at fanga
ljósið í uttanduramálningum.
Men hann saknaði harmoniska
sniði, fullfíggjaðu javnvágina og
sterka einfeldi, sum hann helt
eyðkendi listaverkini hjá teimum
klassisku meistarunum sum t.d.
Nicolas Poussin (1594-1665) í
hvørs myndum allir formar og
rørslur tykjast samsvara hvørjum
øðrum. Cézanne dámdi ikki
óruddiliga og tilvildarliga árinið
í impressionistiskum myndum
og setti sær fyri at skapa eina
list, sum var veruleikatrúgv, men
sum samstundis var ótilvildarlig,
føst komponerað og harmonisk.
Hesum stríddist hann við í mong
ár og fann sína heilt egnu loysn,
sum er ein av orsøkunum til, at
Cézanne er mettur at vera ein tann
mest umráðandi slóðbrótarin fyri
tí kubistisku og seinni tí abstraktu
myndlistini. Sum vit síggja í fleiri
landsløgum og kyrrlutamyndum
frá 1880 og frameftir er stórur
munur millum málingarháttin
hjá Cézanne og tann hjá
impressionistunum. Hitt lutfalsliga
bjarta og reina litavalið hava teir til
felags, men meðan myndevnini hjá
impressionistunum tykjast meir
ella minni upployst av ljósárini, ið
sæst sum prikkar og blettir, tykjast
bæði súrepli, skálir og bakgrund
á kyrrlutamyndini hjá Cézanne
hava sera fastan og haldgóðan
form. Myndflatin er bygdur upp
sum eitt mynstur av geometriskum
formum, sirklum, ovalum og
fýrkantum, sum eru íbirtir av
paralellum pensilsstrokum.
Tað er serliga áhugavert við
myndunum hjá Cézanne, at hann
manipulerar við perspektivinum í
myndunum, eins og hann umframt
myndevninum sjálvum, gevur
bakgrundini skugganum, luftini,
mjørkanum og táminum fastan
form. Við øðrum orðum tykist
rúmdarillusiónin; tað at tú sansar
dýpdina í myndarúminum ikki
serliga umráðandi og hetta, at tað
verður pilkað við illusionistiska
perspektivið, er ein av orsøkunum
til, at Cézanne er skýrdur faðir at
modernaðu listini.
Kubisma
Síðani renesansuna hevði
listin verið mimetisk ella
veruleikaeftirlíknandi eins og
eitt vindeyga móti heiminum.
Tað vóru myndir Cézannes,
ið saman við frumkendari list
góvu Pablo Picasso (1881-1973)
Føroysk
fronskum
Zacharias Heinesen: Frí náttúrulýsing. 1993
Saint Victoire fjallið var eitt myndevnið, Cézanne dyrkaði
Ingálvur av Reyni: Sóljur. 1947