fríggjadagur 5. mai 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 5. mai 2006
29
íblástur til kubismuna, ið er ein
endalig uppgerð við mimetiska
kravið til listina. Við kubismuni
verður staðfest, at eingin
grund er til, at myndlistin skal
yvirhalda nátúrlógir sum t.d., at
vit menniskju bert kunnu hava
eitt sjónarhorn í senn. Í hansara
víðgongdu mynd “Frúnnar úr
Avignon” frá 1907 síggja vit
sostatt kvinnurnar frá síðuni og
frammanífrá í senn; fleirstøðan
sæst í og við, at nøsin sæst frá
síðuni, meðan eyguni eru sædd
frammanífrá. Lítil ivi mann vera
í, at føroyska myndlisin eisini
er merkt av kubismuni, men
onkursvegna tykjast Cézanne og
hansara eftirmenn (t.d. Matisse)
hava havt enn størri týdning,
kanska tí at teir tóktust hóligari og
ikki eins víðgongdir og Picasso.
Ella var kubisman møguliga
ov hugsað og ov greinandi til
heimligu myndlistina.
Franskur íblástur
Konstruktiva árinið frá Cézanne
er enn sjónligt í føroysku
samtíðarlistini. Cézanne hevur
sanniliga eisini havt góðar
sendiharrar bæði í Føroyum og
í danska listaumhvørvinum, ið
hevði alstóra ávirkan á føroysku
myndlistina. - Siðurin hjá
føroyskum listafólkum at fara á
danska kunstakademiið at læra,
hevur sum kunnugt rátt heilt
fram til tað yngra ættarliðið.
Cézanne var fyrimynd hjá
fleiri donskum listafólkum, t.d.
Edward Weie (1879-1943) og
svianum Karl Isakson (1878-
1922), ið aftur vóru fyrimyndir
hjá føroyskum listafólkum
sum t.d. Ingálvi av Reyni.
Eins og lærarin hjá Zacharias
Heinesen á kunstakademinum,
Niels Leergaard, valdu
teir sær Bornholm sum
myndamiðdepil og vórðu tí
nevndir “Bornholmaraskúlin”.
Vit høvdu eisini ein framúr góðan
Cézanne-formidlara her heima.
Tað var danski listamaðurin
Jack Kampmann (1914-1989),
sum í mong ár búði og virkaði í
Føroyum. Í summum av hansara
landslagsmyndum síggja vit júst
sama málingahátt, ið Cézanne
fann fram til. Ruth Smith
(1913-1958) stígur framúr í
føroysku listasøguni við sínum
sterku sjálvmyndum, men
eisini við vøkrum landslags- og
bygdamyndum. Hon var ómetaliga
sjálvatfinningarsom og oyðilegði
myndir, sum hon ivaðist í voru
nóg góðar. Hesum viðvíkjandi
minnir hon ikki sørt um Cézanne.
Hugfarsliga myndin “Skálabeiti”
ber brá um hennara stóra áhuga
fyri impressionistunum og
serliga fyri Cézanne. Dentur er
lagdur á ljósárinið við løttum,
skitsukendum pensilsstrokum,
sum á impressionistiskan hátt
káma myndevnið, men her hevur
listakvinnan eins og Cézanne
valt at leggja dent á geometriskar
formar, trý- og fýrkantar,
ið savna kompositiónina til
eina harmoniska heild. Hóast
vit varnast dýpdina á gøtuni
inneftir, tykjast fleiri partar
av myndini rættiliga flatir, t.d.
bøurin og bygningurin á høgru
síðu, ið tykjast koppa fram móti
myndaflatanum og sum hervið
bjóða illusionismuni av.
ZH06
Framsýningin hjá Zachariasi
Heinesen verður fyrsta
serframsýning, sum
verður hildin í hølunum á
Tórshavnar Skipasmiðju, har
Heystframsýningin stóð sína
fyrstu væleydnaðu roynd í fjør.
Tað eru sløk hálvthundrað
ár síðani Zacharias byrjaði
á Myndlistaskúla Íslands í
Reykjavík. Síðani í árunum
1959 til 1963 lærdi hann
á kunstakademinum í
Keypmannahavn. Eins og
Cézanne sum fráleið hevði
nøkur fá myndevni, ið hann
dyrkaði, hevur Zacharias dyrkað
sítt myndevnið í so stóran mun
og við so góðum úrslitum,
at vit kunnu siga, at hansara
máliháttur hevur skapað skúla í
Føroyum. Bygdin við havið er
eitt so dúliga brúkt myndevnið,
at tað í støðum tykist slitið sum
ein klisjé. Allíkavæl hava tær
góðu myndirnar hjá Zachariasi
frískligan og spildurnýggjan dám,
har landslagsmyndevnið verður
nýtt sum málihøvi til at leggja
litir á eina flatu eftir einari ávísari
listarligari hugsan og skipan. Og
hóast myndevnið er tað sama,
sæst ein spakulig broyting í
máliháttinum yvir í móti eini
meira blaktrandi, ófriðarligari
yvirflatu. Myndirnar hjá
Zachariasi eru bjartar og tíðum
eru grundlitirnir umboðaðir;
gulir og reyðir litblettir festa í
bláar og grønligar flatur, sum
eru uppbygdar av fleiri litløgum
soleiðis, at allur myndaflatin
er líkur einum skyggjandi,
samansettum teppi. Hóast
myndirnar hjá Zachariasi sjálvandi
eru nakað væl meira abstraktar
enn tær hjá Cézanne, tykjast somu
krøv verða sett til bygnaðarligan
greidleika, har formarnir skulu
samsvara hvørjum øðrum. Tey
uttastu, pastosu málingaløgini,
ið eru strokin ella spartlað á
løriftið, geva myndayvirflatuni ein
ruflutan dám, sum fangar ljósið
í framsýningarrúminum. Hetta
uttara ljósið spælir saman við tí
glitrandi ljósinum, sum liggur
aftan fyri og skínur út ymsastaðni
í myndini gjøgnum tey mongu
løgini av máling. Ljóskeldan er
ikki naturalistisk og her er ein av
teimum stóru mununum millum
Zacharias og impressionistarnar.
Kanska kann mann siga, at
summar av hansara myndum
framleiða eitt egið ljós í staðin fyri
sum impressionistarnir at skráseta
ljósið í náttúruni. Vit fáa at síggja,
tá framsýningin hjá Zachariasi
Heinesen letur upp á Tórshavnar
Skipasmiðju leygardagin 27 mai.
Eisini verður eyðvitað gjørt nógv
burtur úr franska flogvitinum
hetta árið. Fyri listaáhugað kundi
eitt aktuelt summarfrítíðarhugskot
verið at vitja vakra suðurfranska
landslutin Provence. Sí www.
cezanne-2006.com
list við
íblástri
Zacharias Heinesen: Kúvingafjall, 2002
Hjá Karl Isakson sæst eisini íblástur frá Cézanne
Ein av kyrrlutamyndunum hjá Cézanne