Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mai 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 87 - 5. mai 2006 Um vikuskiftið er stór sølustevna í høllini í Trongisvági. Frítt er at fara um Suðuroyarfjørð og umframt fleiri lokkandi tilboð, so verða atgongumerki til Jóansøkufestivalin lautað burtur á sølustevnuni Tíðindaskriv Sera mong hava hesa vikuna sæð møguleikan at ferðast frítt um Suðuroyarfjørð. Smyril hevur havt sera nógv ferðandi og tey hava eisini sæst aftur í Suðuroynni. Um vikuskiftið er stór sølustevna í Trongisvági. Millum lokkandi tiltøkini er, at á stevnuni verða atgongumerki til Jóansøkufestivalin lutað burtur millum tey vitjandi á sølustevnuni. Jóansøkufestivalurin er ein festivalur á veg fram fyri fullum seglum, og festivalurin hevur kunngjørt tey fyrstu nøvnini og tey eru frá The Commitments so kendi maðurin við stóru røddini handan Mustang Sally, Andrew Strong, teir kendu Carpark North, Páll Finnur Páll og ársins danska bluesnavn í 2005, Thorbjørn Risager. Við báti á Jóansøku Festivalatgongumerki at vinna á sølustevnu Jóansøkan og Jóan- søkufestivalurin bjóða bátafeløgum og bátafólki vælkomnum á Jóansøkufestivalin. Saman við Stóra Pakkhúsi í Vági bjóðar Jóansøkufestivalurin allar nútímans hentleikar til bátafeløg og bátafólk. Bátarnir kunnu liggja við Garðabrúgv – brúgvin við Stóra Pakkhús – og kunnu gera nýtslu av teimum framúr góðu hentleikunum í Stóra Pakkhúsi, sum fevna um umklæðingarrúm v/brúsum, wc, vaskirúm við vaskimaksinu og turkitrumlu. Stóra Pakkhús er mitt í Vági, til gongu eru tað 10 min. út á keiina og 10 min. vestur á Eiði, har Jóansøkufestivalurin verður. Vágur Sunnudagin verður skipað fyri útferð út í Mykines. Farið verður av Sørvági á middegi og inn aftur klokkan hálvgum fimm seinnapartin. Siglt verður av Sørvági við Brynhild. Í Mykinesi verður gingið út í Hólmin saman við staðkendum ferðaleiðara. Tilmelding á Vága Kunningarstovu tlf. 333455 til fríggjadagin klokkan 15.00. Eisini ber til melda til á teldubrævadressu vagar@ vagar.fo. -mørk Útferð út í Mykines