Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-05, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mai 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 - 5. mai 2006 31 Spennandi innihald, fangandi skriving, góður høvundur blandað saman við eitt sindur av fiktión og fakta. Soleiðis ljóðar uppskriftin uppá Undtagelsen, sum er enn eitt dømi um ein ungan og evnaríkan danskan rithøvund Ummæli Ingrid Bjarnastein Christian Jungersen, Undtagelsen, Gyldendal, 2004 Undtagelsen er onnur bókin hjá Christian Jungersen, sum skrivaði sína fyrstu bók, KRAT, í 1999. Hon fekk góð ummæli, og høvundurin fekk eisini fleiri virðislønir fyri bókina. Offur ella bøðil? Undtagelsen snýr seg um fýra kvinnur, ið arbeiða á Dansk Center for Information om Folkedrab (DCIF), har vit fylgja við teimum bæði ígjøgnum tær sjálvar og hinar tríggjar starvsfelagarnar. Vinkonurnar Malene og Iben arbeiða báðar á DCIF, og tá tær báðar fáa ein lívshóttandi teldupost, uppdaga tær, at tær kanska eru í lívsvanda. Men hvør hevur sent teldupostarnar? Hetta er byrjanin til eina langa sálarliga útgreining av arbeiðsfeløgum og teimum sjálvum. Bókin er fiktión, men nakrar ferðir verður fiktiónin brotin við útgreinandi greinum um sálarfrøðina handan fólkamorð. Christian Jungersen megnar at vísa á kámaða markið millum at vera offur og bøðil. Tað, Malene og Iben ikki duga at síggja, er, hvussu tær fara við sínum arbeiðsfelaga, Anne Lise. Hvussu tær sálarliga trýsta hana so langt út, har sjálvt ikki Anne Lise sjálv trúði, hon kundi fara. Bókin snýr seg um happing á arbeiðsplássinum. Nakað, ið spakuliga er við at gerast alt meira vanligt. Óndskap, tá hann er ringastur og menniskjaliga viljan til at yvirliva. Og hvussu onnur (vit sjálvi?) óvirkin kunnu sita og eygleiða, hvussu okkara næstu verða viðfarin, uttan so mikið sum at blanda okkum. Kanska orsakað av ótta? Samhugin skiftir 44 ára gamli Jungersen er ein framúr góður rithøvundur – ongin ivi um tað. Ígjøgnum bókina skiftir sjónarhornið millum tær fýra kvinnurnar á DCIF. Tað, í sær sjálvum, vilja nøkur kanska kalla eitt bragd, tí tað er ikki altíð so lætt, sum tað ljóðar. Og so als ikki á ein so elegantan hátt, sum Jungersen ger tað. Men samstundis sum sjónarhornið skiftir, skiftir samhugin hjá lesaranum eisini til tann, sum nú einaferð er frásøgufólk. Og tað er galdandi næstan heilt til tær seinastu síðurnar í bókini. Um nakað keðiligt er við bókini, so er tað, at hon er so long. Hon er 620 síður, og til tíðir kann hon virka eitt sindur langdrigin. Men sjálvur hevur høvundurin sagt í eini samrøðu, at tað bar ikki til at stytta hana. Sjálvur kennir hann tað, sum um bókin er ein samandráttur av eini skaldsøgu, ið telur 3000 síður. Tikin á bóli Tað besta við bókini er, at hon vísir okkum á, hvussu vit eru før fyri at lúgva fyri okkum sjálvum – so nógv at vit sjálvi trúgva tí. Tað er ræðandi. Við teimum sálarligu greiningunum, ið liggja goymdar í bókini sum greinar ella til dømis vitjanin hjá sálarfrøðinginum Grith, gevur Jungersen okkum eitt fast og haldbart grundarlag at halda okkum til. Talan er ikki bert um møsn og ørvitistos. Høvundurin fangar til seinastu síðu. Og tað er heldur ikki fyrr enn á seinastu síðunum, puslispælið byrjar at ganga upp, og lesarin finnur útav, hvussu alt hongur saman. Tað er sjálvandi lætt at siga, at ein allatíðina hevði ein varhuga av, hvussu spælið hekk saman. Men í og við at sjónarhornini og samhugin skifta, so ber ikki til at siga annað enn, at ein verður, á ein ella annan hátt, tikin á bóli, tá bókin endar. Og tað er eisini at enda í bókini, at bókaheitið gevur meining. Undtagelsen er ikki ein krimiskaldsøga, men kann viðmælast teimum, ið hava ein serligan tokka til slíkar bøkur. Annars er ikki nógv annað at siga, enn at bókin kann bara viðmælast – uttan nærri frágreiðing. Á www.undtagelsen.dk ber til at taka niður fyrstu tríggjar kapitlarnar í bókini. Altíð eitt undantak Forbannaður barndómur Linn Ullmann, Et velsignet barn, Týtt: Karen Fastrup og Niels Lyngsø, Lindhardt & Ringhof, 2006 Idylliska myndin av barnd- óminum og tess endaleysu summarferium í nýggju skaldsøguni, Et velsignet barn, eftir norsku Linn Ullmann er stokkurt. Skjótt kastar hon langar, óhugnaligar skuggar 25 ár fram í nútíðina, tá tær tríggjar hálvsystrarnar Erika, Laura og Molly eru á veg aftur til vøkru oynna, har tær plagdu at ferðast sum smágentur. Men túrurin verður alt annað enn ein nostalgisk stuttleikaferð, tí onkustaðnið í huganum hjá teimum øllum spøkir enn minnið um vanlukkuliga dagin fyri 25 árum síðani, tá sakleysi barndómurin við eitt hvarv fyri altíð. Hvat, ið hendi, skal ikki avdúkast her, tí partur av ørindinum hjá skaldsøguni er spakuliga at avdúka, hvussu systrarnar hvør sær verða settar andlit til andlit við teirra egnu skuggasíðu. Tó kann sigast, at í vinaflokkinum á oynni var eitt offur, sum systrarnar sviku so eirindaleyst, at tað illa ber til at ímynda sær, at børn kunnu vera so devulsett. Fløkta skipanin av valdsmisnýtslu og øvundsjúku í flokkinum fær teg at hugsa um Lord of the Flies hjá Golding. Men søgan avmarkar seg ikki til eina uppgerð við órættvísi. Tí aftanfyri leiktjøldini bendir alt á, at systrarnar kanska vóru fyri líka stórum sviki, sum teirra offur. Andligt sjómanstak Kari Hotakainen, Iisakin Kirkko, Týtt: Helena Ildström, Isaak- katedralen, Gyldendal, 2006-04 Isaak-katedralen livir í allar mátar upp til væntaninar til finska høvundan Kari Hotakainen eftir nógv róstu skaldsøguna Á heima- vígvøllinum, sum hann eisini vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri í 2004. Nýggja bókin hjá Hotakainen er ein rokmikil og innilig søga um tær láturligu og syndarligu løturnar, tá øll tign verður tikin frá einum menniskja, og tað stendur eftir við nøkrum óbrúkiligum lyftum frá sjúkrahúsinum. Koyrilærarin og einkjumaðurin Paavo Kuitunen smellur ein dagin um av eini heilabløðing. Við eitt er alt myrkt, og Paavo minnist onki. “Slíkt tekur tíð, sigur yvirlæknin. – Minnini mugu sleppa at venda aftur í frið og náðum” Og soleiðis fortelur Hotakainen søguna um lívið hjá koyrilæraranum. Við brotmyndum og skrøggsøgum og eymum minnum um konuna, sum doyði av vónbroti yvir dopingnýtsluna hjá finsku skíðrennararnum. Saman við yvirlæknanum er Paavo komin til ta niðurstøðu, at alt, sum fer út um “normalar” kenslur, er at meta sum spillhiti. Hann ger av at reisa seg frá sjúkraleguni, tí hann má ein túr til Sankta Pætursborg, har sonurin Pekka er í ferð við at gylla Isaak-katedralin. Pekka er nevniliga vorðin í so gudligur eftir Paavosa tykki, sum sjálvur er svorin ateistur. Og harvið byrjar ein andligt sjómanstak millum faðir og son, sum verður alt annað enn platt ella lætt at spáa um ... Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Káma markið millum offur og bøðil verður sett undir sjóneykuna í skaldsøguni Undtagelsen eftir Christian Jungersen