fríggjadagur 5. mai 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 87 - 5. mai 2006
Samrøða
Páll Holm Johannesen
pallurin@hotmail.com
Christiansborg: –Tað er lætt
at geva USA, oljuni og George
Bush alla skylduna, men tað
geri eg ikki, tí viðurskiftini eru
nógv fløktari enn so. Tað er
einki dulsmál, at varandi kríggið
millum Ísrael og Palestina
nørir til hatur og ónøgd í øllum
Miðeystri. Satt at siga eri eg ikki
serliga bjartskygdur.
Fyrrverandi danski
uttanríkisráðharrin, Niels
Helveg Petersen, sær eitt
sindur uppgevandi út, tá hann
verður biðin um at siga sína
hugsan um, hvussu heimurin á
uttanríkispolitiska pallinum fer
at síggja út um 10 ár. Inni á síni
heldur óruddiligu skrivstovu
á Christiansborg vísir royndi
politikarin úr teimum Radikalu
Vinstru á, at stríðið millum
vesturheimin og londini í
Miðeystri verður ómetaliga
trupult at loysa.
– Tað eru grundleggjandi
trupulleikar, sum eru merktir
av áralongum politiskum og
kensluligum ósemjum. Eg vænti
ikki, at tað ber til at loysa knútin
millum londini í Miðeystri og
vesturheimin innan 10 ár, tí so
nógv ár eru liðin uttan nakað
úrslit. Tað frægasta, vit kunnu
vóna, er at fáa friðartilgongdina
á skinnaran aftur. Hetta krevur
kortini, at bæði Ísrael og
Palestina geva seg, men tað er
lættari sagt enn gjørt, vísir Niels
Helveg Petersen á.
67 ára gamli politikarin
heldur ikki, at politiska
gongdin í Miðeystri í løtuni
betrar um møguleikarnar fyri
friði og sínamillum forstáilsi
millum vesturheimin og
londini í Miðeystri. Hann sipar
í hesum førinum serliga til
valið í Palestina herfyri, sum
fundamentalistiski, islamiski
felagsskapurin, Hamas, vann.
Tað er kortini ikki bert í
Palestina, at fundamentalistiskar
islamiskar rørslur vinna seg fram
í løtuni. Fleiri serfrøðingar vilja
vera við, at framgongdin hjá
afturhaldssinnaðum kreftum sum
Hizbollah í Libanon, Jamaat í
Pakistan, Shia-muslimarnir í Irak
og úrslitið av forsetavalinum í
Iran lýsir væl eitt rák í Miðeystri.
Hesar afturhaldssinnaðu kreftir
mótmæla harðliga vesturlendsku
ávirkanina og vesturlendskt
herðvald í Miðeystri, og
sambært Niels Helveg Petersen
fara hesar fundamentalistisku
rørslurnar ikki at skunda
undir eina tilgongd, ið betrar
um viðurskiftini millum
vesturheimin og londini í
Miðeystri, heldur tvørturímóti.
Hópoyðingarvápn
Niels Helveg Petersen er ikki
í iva, tá hann verður spurdur,
hvørjar størstu hóttanirnar eru
móti heimsfriði í dag.
– Tað er uttan iva
hópoyðingarvápn. Koma
hópoyðingarvápn í hendurnar
á teimum skeivu fólkunum,
so sum forsetanum í Iran og
einaræðisharranum í Norður
Korea (Mahmud Ahmadinejad
og Kim Jong II, blðm), kunnu
skaðarnir gerast óbótaliga stórir,
vísir hann á.
Tað eru serliga hesar
báðar tjóðir, ið hava verið á
breddanum, tá vit tosa um
hópoyðingarvápn. Norður Korea
hevur leingi verið undir stórum
trýsti frá amerikumonnum, og
seinastu vikurnar hevur USA
vent kikaran á Iran. Í Washington
hevur verið eitt dúgligt kjak, um
ein herðnaðarlig loysn skal til
fyri at loysa trupulleikan í Iran,
men hesum mælir fyrrverandi
uttanríkisráðharrin staðiliga frá.
– Verða vápn tikin í brúk,
beri eg stórliga ótta fyri, at
allur Miðeystur skjótt fer at
standa í ljósum loga. Hóast
tað gongur striltið við at finna
eina diplomatiska loysn við
iranar í løtuni, so trúgvi eg
kortini, at allir diplomatistiskir
møguleikar verða troyttir, áðrenn
herðnaðarmegi kemur upp á tal.
Hetta byggi eg fyrst og fremst
á teir mongu trupulleikarnar,
sum USA hevur í samband við
kríggið í Irak. Amerikanska
fólkið er alsamt meira skeptiskt
viðvíkjandi krígnum í Irak, og
tískil havi eg ómetaliga torført
við at ímynda mær, at USA í
næstum fer at leypa á Iran, sigur
67 ára gamli politikarin.
Yvirgangur
Fyrrverandi uttanríkisráðharrin
vísir, ikki óvæntað, eisini á
yvirgang sum eina veruliga
hóttan móti vestlendsku
samfeløgunum. Hann er kortini
skjótur at leggja afturat, at
yvirgangur ikki er eitt nýtt
vápn til at hótta vesturlendsk
samfeløg.
– Í Evropa hava vit havt hópin
av yvirgangsfelagsskapum í
seinnu hálvu av 20. øld. Fólk
tykjast at halda, at yvirgangur
ikki var eitt fyribrigdi undan
11. septembur, men ETA í
Baskaralandinum, Rote Armee
Fraktion í Týsklandi, Reyðu
Brigadurnar í Italia og IRA í
Norðurírlandi eru dømi um
felagsskapir, ið hava framt
nógvan yvirgang gjøgnum
tíðina. Hinvegin er yvirgangurin
frá teimum muslimsku
yvirgangsfelagskapunum sum Al
Kaida grundleggjandi øðrvísi,
enn vit hava verið von við, og
hetta setir nýggj og herd krøv til
vesturlendsku samfeløgini, vísir
Niels Helveg Petersen á.
Eftir álopini í Madrid,
Istanbul og London havi fleiri
vesturlendsk samfeløg hert
innanhýsis trygdarviðurskiftini
fyri at royna at byrgja fyri,
at álop sum tey í Madrid,
Istanbul og London ikki
endurtaka seg. Felags fyri hesi
omanfyrinevndu álop var, at
talan var um borgarar, ið livdu
ávikavist í Spania, Turkalandi
og Onglandi, ið skipaðu fyri
yvirgangsálopunum. Hetta hevur
havt við sær, at stjórnirnar í
fleiri evropeiskum londum hava
millum annað givið løgregluni
víðkaðar heimildir til at kanna
telefon- og teldupostsamskifti
hjá privatpersónum og at fáa
persónligar upplýsningar frá eitt
nú læknum.
Hesi inntriv hava eisini
elvt til stríð millum borgarar
og politikarar, sum halda at
stjórnirnar fara ov langt og gera
seg inn á persónligu rættindini
hjá hvørjum einstaka. Fólk
bera snøgt sagt ótta fyri einum
sonevndum “Big Brother”
samfelagið.
– Eg haldi, at tað er
ómetaliga týdningarmikið,
at vit hava nøkur amboð til
bæði at fyribyrgja og handfara
møguligar yvirgangsatsóknir.
Hinvegin mugu vit eisini verja
grundleggjandi rættindi hjá
okkara borgarum. Hetta er
ein ómetaliga týdningarmikil
balansugongd, vísir hann á.
Niels Helveg Petersen
heldur, at skal danska løgreglan
fáa heimild til at kanna
samskiftið hjá privatpersónum,
eiga hesar heimildir at vera
tíðaravmarkaðar.
Í løtuni viðger Fólkatingið
sonevnda “antiterror” pakkan hjá
stjórnini, sum fer at geva donsku
løgregluni víðkaðir heimildir.
Víðkan
Niels Helveg Petersen varð
valdur á Fólkating fyri fyrstu
ferð í 1966. Hann kann sostatt
hátíðarhalda 40 ár á Fólkatingið
í ár. Í tveimum umførum
hevur hann sitið sum ráðharri.
Í 1988 varð hann settur sum
búskaparráðharri í Schluter-
stjórnini, men hann er óivað best
mintur sum uttanríkisráðharri
í Nyrup-stjórnini. Tíðarskeiðið
sum uttanríkisráðharri var bæði
hendingarríkt og spennandi.
Spurdur, hvør hendingarríkasta
løtan sum uttanríkisráðharri var,
svarar hann avgjørdur:
– Tað var uttan iva, tá
sjøtul varð settur á arbeiðið
við at fáa londini í mið- og
eysturevropa upp í NATO
og ES samstarvið. Bæði av
trygdar- og búskaparávum var
tað av alstórum týdningi at fáa
tey fyrrverandi kommunistisku
londini við upp í vesturlendska
samstarvið. Víðkanin var eisini
endaligi klúturin, sum vaskaði
sárini frá kalda krígnum burtur,
um eg kann málbera meg so.
1. mai 2004 var tann stóri
dagurin hjá teimum baltisku
londunum, Kekkia, Slovenia,
Póllandi, Ungarn, Slovakia, tá
tey saman við Malta og Kypros
gjørdust limir í ES. Hóast 10
nýggj lond komu við í ES-
samstarvið fyri bert tveimum
árum síðani, heldur kjakið fram
um hvørji nýggj lond eiga at
sleppa upp í ES samstarvið.
Innanhýsis í limalondum
og millum limalondini eru
hugsanirnar rættiliga ymiskar.
Serliga turkiskur limaskapur
hevur elvt til mikla øsing.
Niels Helveg Petersen er
av teirri áskoðan, at tað er ein
stórur fyrimunur hjá ES at fáa
Turkaland upp í ES-samstarvið.
Hann peikar á, at Turkaland
kann fáa alstóran trygdar- og
búskaparligan týdning fyri
ES í framtíðini. Hann vísir
kortini staðiliga á, at treytin
fyri limaskapi er, at Turkaland
má virða mannarættindi og
virðir minnilutar, áðrenn nakar
limaskapur kemur upp á tal.
Spurdur, hvørji onnur lond eiga
at koma upp á tal, tá vit umrøða
nýggj limalond í ES, svarar hann:
– Tað vil altíð vera pláss fyri
gomlu EFTA-londunum Noregi,
Sveis og Íslandi. Bulgaria
og Rumenia eru á gáttini at
Hópoyðingarvápn er
størsta vandamálið
Bláa bók Navn: Niels Helveg Petersen – Føddur: 17.januar 1939 – Kona: Kirsten Lee – Børn: Morten og Rasmus – Flokkur: Radikali Vinstri – Útbúgving: Cand. Jur frá København
– Koma hópoyðingarvápn í hendurnar á teimum skeivu fólkunum, so sum
forsetanum í Iran og einaræðisharranum í Norður Korea kunnu skaðarnir gerast
óbótaliga stórir, sigur fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Petersen.
Sosialurin hevur biðið hann gjørt nakrar metingar um stórmálini í uttanríkispolitikki
í dag og at greiða frá sínum drúgvu royndum sum uttanríkisráðharri.
“
– Tað er lætt at
geva USA, oljuni
og George Bush
alla skylduna, men
tað geri eg ikki, tí
viðurskiftini eru nógv
fløktari enn so. Tað
er einki dulsmál,
at varandi kríggið
millum Ísrael og
Palestina nørir til
hatur og ónøgd í
øllum Miðeystri. Satt
at siga eri eg ikki
serliga bjartskygdur.