fríggjadagur 5. mai 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 5. mai 2006
33
Universitet – Karriera: Valdur í Fólkatingið í 1966. Politiskur orðførari 1968-74. Eitt skifti formaður í Radikala Vinstra. Búskaparráðharri 1988-90. Uttanríkisráðharri 1993-2000.
gerast limir. Londini á Balkan
kunnu møguliga gerast limir í
framtíðini. Slovenia er limur
sum er, meðan Kroatia, Bosnia,
Makedonia, Serbia og Albania
framvegis hava langt á leið. Lond
sum Ukraina og Moldova kunnu
kanska um nøkur ár koma upp á
tal, men tað liggur langt frammi
í tíðini.
Tað eru ikki bara lond á
evropeiska landakortinum, ið
hava sýnt áhuga fyri at gerast
limir í ES. Norðurafrikanska
landið Marokko sendi í 1987 eina
umsókn um ES-limaskap, men
hon bleiv havnað á staðnum.
– Norðurafrika er
landafrøðiliga uttanfyri Europa,
og tí kann tað ikki koma upp á
tal, at tjóðir sum Tunis, Marokko
ella Egyptaland nakrantíð gerast
limir, slær Niels Helveg Petersen
fast.
Sorgarleikurin á Balkan
Tað vóru kortini ikki bara
sólskinssøgur sum víðkanin
av NATO og ES, sum fyltu
uttanríkispolitiska pallin í
nítiárunum. Kríggið í fyrrverandi
Jugoslavia er ein sorgarsøga
av teimum heilt stóru, og Niels
Helveg Petersen sat á fremstu
parkett hesi árini bæði í NATO
og ES.
Fyrrverandi forsetin í
Jugoslavia, Slobodan Milosevic,
slapp leingi at hóreiggja
sum honum lysti, áðrenn
nakrir altjóða myndugleikar
traðkaðu inn. Tað kennist
eisini týðuliga á fyrrverandi
uttanríkisráðharranum, at
trupulleikin í Jugoslavia ikki varð
loystur optimalt.
– Vit vórðu øll tikin á bóli
av, hvussu leikur fór fram. Frá
seinna heimsbardaga til Berlin
múrurin fall gekk stillisliga
fyri seg í Jugoslavia, men so
gekk heilt galið. Grannar fóru
at drepa frá hond, og tað var
lítið hugaligt at síggja og lesa
um hópdrápini í Srebrenica og
etnisku útreinsingina í Kosovo,
fortelur hann.
Niels Helveg Petersen hevði
sæti í NATO, tá Slobodan
Milosevic ótarnaður slapp at
drepa frá hond í Srebrenica
og Kosovo, og fyrrverandi
uttanríkisráðharrin ásannar eisini
í dag, at NATO vóru ov seinir á
sjóvarfallinum og áttu at farið inn
í kríggið áðrenn.
–Tað er altíð lætt at vera
bakklókur, men stríðið á Balkan
vísti einaferð fyri allar, at NATO
er besta amboðið at nýta í slíkum
stríðum. ST royndi í fyrstu atløgu
at sissa partarnar, men tað var
ikki fyrr enn NATO traðkaði
til, at tað veruliga hendi nakað,
fortelur hann.
Stóri bøðilin í fyrrverandi
Jugoslavia, Slobodan Milosevic,
doyði herfyri í sínum fangabúrið
í Haag. Sum uttanríkisráðharri
hitti Niels Helveg Petersen fleiri
ferðir hópdrápsmannin úr Serbia.
Hann hevur lítið gott at bera
honum.
– Eftirmælið hjá Slobodan
Milosevic verður alt annað enn
gott. Hann vil verða mintur,
sum tann, ið gekk á odda fyri
hópdrápunum í Srebrenica og
etnisku utreinsingunum í Kosovo.
Hann gjørdi sínum landi stóran
skaða. Orsakað av honum liva
serbar í dag í svárari armóð,
sigur Niels Helveg Petersen. “
Eftirmælið hjá
Slobodan Milosevic
verður alt annað
enn gott. Hann vil
verða mintur, sum
tann, ið gekk á odda
fyri hópdrápunum í
Srebrenica og etnisku
utreinsingunum í
Kosovo. Hann gjørdi
sínum landi stóran
skaða. Orsaka av
honum liva serbar í
dag í svárari armóð