Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-05, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mai 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 87 - 5. mai 2006 Tunnilshugleiðing hjá Torbjørn Jacobsen »Tit kunnu siga um lívið, hvat tit vilja – ongin fani sleppur livandi burtur úr tí!« S ambært Rukkulakkanum 1980 skal Húshamar hava fabrikerað hetta filosofiska hugtakið á einum gøtumøti í Vágstúni. Fleiri spurningar hevja seg uppúr hesum, eisini hin eksistensielli, um lívið bara skal skilmarkast sum lívið hjá tí einstaka, isolerað til dialektiska feltið millum jarðiska og himmalska lívið, ella mannalívið á jørð skal skiljast sum ein felagsbráðpanna, har materiella og andaliga vælferðin verður tryggjað kontinuerliga, yvir alla tíð, har hvør letur eftir evnunum, givin eru, og brúkar samsvarandi materiella tørvinum - til eina og hvørja tíð. Spenningar millum fólk, klassar, øki og lond hava verið, eru og verða menningin. Løgmaður, socialdemokratiski oddvitin av Tvøroyri, segði fyri kortum, at klassakampurin er deyður. Maðurin man vera farin á flog og hava mist alt samband við jørðina, nú gjógvin millum tey múgvandi og vanliga arbeiðsmannin víðkast alsamt, serliga við almennari hjálp síðani hann sjálvur settist við radiatorarnar úti í Tinganesi. Spenningurin millum økini í Føroyum hevur ivaleyst havt menning við sær. Tað gongur sjón fyri søgn. Serliga kappingin millum Klaksvíkina og Havnina hesa seinastu hálvu øldina. Ein regulatorur, sum hevur verið nógv brúktur. Ongin ivingur er um, at hesin faktorurin hevur ávirkað uppdriftina í Norðyggjum rætta vegin. Tað hevur gingið eitt hermót – ein frontur – suður ígjøgnum Djúpini og Leirvíksfjørð. Krampakent hava norðoyingar krøkt seg í veiðiloyvini, hava lagt veiðina upp á Kósini, eiga Hanus hjá Nornasi, Líggjas, Grím, Tórleif, Guttorm, Kristian Martin, allar sum stima út og inn eftir vánni dag og dagliga og aðrar vinnu-og handilsleyvur, gera útvarp í Pegasus, eiga landsins frægastu musikarar, áttu fyrstu ítróttarhøllina, eiga knokkin sum kom við hugskotinum um fasta sambandið – Jógvan við Keldu, eiga fremstu skipini og symptomini eru kanska sjónskast táið John William so sera subjektivt umrøður dystirnar, har KÍ er annað liðið. Yvirskipað eru Norðoyggjar ein bráðpanna, har menn og kvinnur standa øksl við øksl, táið á stendur, og materiella útkoman skal verjast. Í trúarlívinum eru nakrir nýansumunir í undirskógini. Og politikararnir valdir eystanfyri Djúpini klandrast ikki á Tingi, tað gera eysturoyartingmenninir heldur ikki, kanska er tað ein orsøkin til, at úrslit spyrjast burturúr táið komið verður til skarpskeringar. Eitt av úrslitunum er hendan gigantiska íløgan, sum nú er gjørd undir Leirvíksfirði. Tað eru bara góð fjøruti ár síðani Coralia stimaði okkum av bryggjuni í Syðrugøtu norður til Klaksvíkar við øllum habenguttinum hjá Pól morbróðuri og Evu hjá Andrassi og Malenu Samson, tey fluttu norður í arbeiðsørindum fyri eina tíð og ímeðan lántu vit hús teirra í Gøtu. Í dag hevði alt verið stúgvað upp í ein lastvogn og verið norðanfyri fáar minuttir seinri. Við ella uttan lokrennu í Leirvík. Sjálvt ikki teir mest optimistisku Gregersen menninir í grannalagnum hugsaðu tankan, at menningin av føroyskum infrastrukturi skuldi gera eitt so kollosalt skarvslop í okkara tíð. Minnist at Zacharias Wang hevði eina greinarøð í 14. September fyri nógvum árum síðani um hetta, við tekningum av undirsjóvartunlum um firðir og sund í Føroyum. Tey flestu hildu, at hann hevði drukkið eddike ella eitthvørt sum var hersknari enn tað. Og longu nú hevur hesin fantasiur ment seg til ein veruleika, soleiðis at stórur partur av íbúgvum landsins akandi kunna røkka hvørjum øðrum niðanfyri eitt tímamál. Í Klaksvík hevur leingi verið tosað um stóru avbjóðingina, nú býurin skuldi krøkjast uppí Eysturoynna, miðstaðarøkið og einastu floghavnina í landinum. Dømi um avtoftaðar bygdir, eisini í Norðoyggjum, ið gjørdust mannleysar stutt eftir at undirstøðukervið var komið í bygdatúni, eru ræðandi dømi um hvussu galið tað kann ganga. Múli er eitt dømi. Miðstaðarøkið í Noroyggjum, Klaksvíkin, hevur sogið mergin úr bygdunum til sín. Soleiðis er rákið allastaðni. Nú opið verður undir Leirvíksfirði, er skiljandi, at klaksvíkingar óttast fyri, at størra høpið sunnanfyri, Eysturoyggin og miðstaðarøkið, fer at súgva upp eitt vacum eystanfyri Djúpini og Leirvíksfjørð. Her liggur avbjóðingin. Farleiðin gongur jú báðar vegir. Sum nú hvør kleyv hevur lært seg at siga tað - við einum farra av heimspekiligari tign. Nú hava norðoyingar so oftani prógvað, hvussu mikil stirðil er í teimum, at eg beri ongan ótta fyri, at teir smokka niður ímillum í hesum nýggja samfelag, sum teir nú eru vorðnir ein beinleiðis partur av. Men avoldaða dubbingin, ið oftani lá fyri íla í sálarligum ventilum og bardist ein eirindaleysan kamp, sum berserkur úti undir væðingini, har alt skjútsið vendi ímóti Havnini og økinum harumleiðir, fer neyvan at kunna brúkast í framtíðini. Nú heimurin og Føroyar gerast alsamt minni. Føroyar eru farnar at líkjast Italiu. Lokomotivið er norðari parturin av landinum. Á Milano/ Torino-leiðini. Hetta hevur helst ávirkað Norðlýsið somikið, at Oliver nú í oddagreinum hevur flutt seg vestur um Djúpini og Leirvíksfjørð. Er farin at definera eina Región Norð. Norðoyggjar og Eysturoy. Tað ræður um at taka eitt fet á gangin. Her liggur eisini eitt gevaldugt potentiali. Eini 80% av útflutninginum verður virkaður í økinum, ídnaðurin blómar, handilslívið grør og flestu skipini hoyra heima her og 7 av 10 liðum í Formuladeildini hava staðfest, at bóltsnillið er meiri ment í økinum enn aðrastaðir í landinum. Tað kemur serliga til sjónar nú Paris, hesin jarðiski bóltmessias, hevur blást lív í allar knattspyrnupensionistarnar hjá KÍ og fær teir at tuska til heimsins enda, um tað var tað hann ætlaði. Región Norð er føroyska cash kúgvin, har peningurin verður skaptur, ið síðani verður brúktur aðrastaðir, at umsita, fyrisita og útbúgva samfelagið. Áðrenn infrakervið í Føroyum varð ment, var tað lættari at seta bygdir og økir upp ímóti hvør øðrum. Fólk sóust sjáldan og mýturnar blomstraðu. Nú er øðrvísi. Í míni tíð var Hoydalar bráðpannan, har ungdómar úr øllum landinum hittust og ótilvitað gróði eitt netverk upp úr hesum sociala felagsskapi, sum ongantíð følnar, hetta eru árini táið ein er minst resistentur fyri ávirkanini frá øðrum. Treisknið, tornæmið, dummstoltleikin og egoisman hava ikki fingið tamarhald á individinum. Vit vóru bara ov fá. M.a. nakrir fáir klaksvíkingar og lítið øðrvísi var við eysturoyingunum. Nú er Kambsdalur bráðpannan har flestu ungdómar møta sínum javnaldrum. Hetta hevur og kemur heilt víst at broyta hugburðin og arbeiðslagið hjá fólki í Región Norð. Hoyri nýpolitiska mótaorðið synergi effekt skurra í hátalaranum onkustaðni á bróstinum. Spurningurin er bara um hetta konseptið, at býta landið sundur, tolir at standa einsamalt. Altjóðagerðin fer sum ein hvirluvindur um heimin. Føroyingar gerast partur av hesum ráki, líkamikið um vit vilja tað ella ikki. Og tað er ein avbjóðing, sum kemur at krevja nakað av okkum, skal øll tjóðin ikki smokka niður ímillum. Tosað verður um innrás og útrás. At javnvág er ímillum tað sum kemur inn á okkum, og tað sum vit hava at fara út í verðina við, fyri at fáa skiftisvirknaðin, vinnuliga, mentanarliga, sosialt, fíggjarliga o.s.fr., soleiðis at eisini vit fáa ágóðan av hesum altjóða ráki. Bara at selja út í óðum verkum, allar landsins og fólksins ognir, og stúva peningin inn í gamlar madrassur, ger okkum ikki til ein javnbjóðis part av heiminum. Tað ræður um at fara út við okkara dugnaskapi og gera hann til samstarvspartnara hjá dynamiskum aktørum uttanlands, bara soleiðis dryppar aftur á okkum sjálvi. Hesi hálvthundrað túsund fólkini, so fjart frá øllum øðrum samfeløgum, koma at hava tørv á at standa saman í tíðini sum kemur. Heldur stríðið fram, sum hevur verið í Føroyum, ímillum útjaðara, útoyggjar og miðstaðarøkið, kann tað skjótt henda, at allar Føroyar vera útjaðari heimsins ístaðin. Føroyar ein boksiringur, har megin verður brúkt innanhýsis, inneftir, ímóti okkum sjálvum, ímeðan áskoðararnir uttaneftir sita í skellilátri og flenna at hesum tragikomiska leiki og hesum lítið á leið komna fólki. Tí ræður um at menna alt landið sum eina eind og ikki sum regiónir. Ferðin er tølandi. Ungdómurin gerst heimsborgari. Um eina fjórðingsøld koma ungdómarnir ikki heimaftur av sær sjálvum ella bara tí teir eru føddir í Klaksvík, á Glyvrum ella í Vági. Ella fyri tann skuld í Havn. Allur heimurin fer at vera teirra móðurland, ájavnt við tjóðina sum bar tey inn í heimin. Tí er avgerandi at menna alt landið, á øllum økjum, eisini hvat tilboðum av øllum handa slagi viðvíkur - skal áhaldandi menningini verða lív lagað. Hesi, sum hava ferðast og búð í heimsins metropolum, hava fingið lívsvanar hjá býarmenniskjum. Og hóast onkur av teimum hevur varðveitt provinsiella staturin, so verður tað bara fátalið, sum droymir um eina tilveru sum røktingarmaður á Kunoyarnesi, sum partur av elstaráðnum í Betezda ella at vera klokkari í Christianskirkjuni. Um heilt fá ár eru Klaksvíkin, Eysturoyggin og Havnin samanbundnar. Táið tunnilin er komin undir Tangafirði. Tá skal Klaksvíkin hava dubbað “ Nú hava norðoyingar so oftani prógvað, hvussu mikil stirðil er í teimum, at eg beri ongan ótta fyri, at teir smokka niður ímillum í hesum nýggja samfelag, sum teir nú eru vorðnir ein beinleiðis partur av.