fríggjadagur 5. mai 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 5. mai 2006
35
seg, skal miðstaðarsentrifugan
ikki súgva alt fólkið til sín. Tað
er har sindrið av tilboðum eru
- sum er. Bæði Klaksvíkin og
Eysturoyggin mega gera eitt
átak, útfrá egnum premissum
sjálvandi, fyri at halda stand.
Fyri at ferðslan ikki skal gerast
einvegis – suðureftir.
Tað tykist í fyrstu atløgu,
sum klaksvíkingar hava tikið
tarvin við hornunum. Hava
í løtuni mest progressiva
fíggjarstovnin í landinum, ein
sparikassastjóra, sum hevur
skilt, at man ikki kemur sovandi
til nýggju støðuna, og ein
umboðsnevndarformann, sum
er í takholt við at leggja allan
sandin undir seg, nú norðoyingar
gerast ein samanrunnin partur av
meginFøroyum. Dubbast má á
handilssíðuni, á mentanarsíðuni,
á tilboðssíðuni í aðrar mátar,
hugsi um dansistøð, matstovur,
pubbir etc. Á vinnusíðuni er
Klaksvíkin somikið magnfull,
at hon hevur nakað at fara út
til restina av Føroyum við, fyri
ikki at siga út í heimin við, og
styrkja seg uppaftur meira. Tað
ræður bara um at fáa útbúnu
norðoyingarnar heimaftur og
onnur við. Og tað gera teir við
vissu, um umstøðurnar eru
nøktandi. Tí er umráðandi, at øll
spæla við í hesum konseptinum
og at man ikki letur religiøsa
fundamentalismu og annað
smásinnið stjórna leikinum
frameftir.
Nú skuldi hendan røðan
snúgva seg um Norðoyatunnilin.
Haldi at verkætlanin hevur eitt
nógv størri perspektiv, enn bara
at vera eitt sambindingarlið
millum Norðoyggjar og
Eysturoy. Saman við Tangafirði
kemur hon at kollvelta
føroyska samfelagið rætta og
menningarliga vegin, um rætt
verður atborið. Og fyri at halda
seg til tað meiri konkreta, so má
tað vera eitt krav, at leirvíkingar
fáa síni krøv ígjøgnum, um
koyringina ígjøgnum bygdina,
og at rundkoyring verður
gjørd vestanfyri núverandi
Leirvíkstunnil, hugsi um
Gøtudal, soleiðis at hetta ikki
verður stórsta skaðaøkið í
føroyskari ferðslu.
Tað tykist, sum eysturoyingar
ikki hava brynjað seg á sama
hátt sum klaksvíkingar til hesa
nýggju eindina, sum dastið av
Føroyum neyðturviliga verður,
táið tað er samanbundið. Hugsi
um tilboðini. Ein býur sum
Runavík verður álaður sundur
ímillum pólarnar, Klaksvíkina
og Havnina, um tað ikki verður
lagt á heilt annan bógv á fleiri
økjum. Ein býur sum vaknar
kl. 8 á morgni og sovnar kl.
5 seinrapartin yvirlivir ikki,
og er á ongan hátt dubbaður
til framtíðina. Og nú kódnaði
seinasta og einasta skeinkiloyvið
fyri kortum. Ferðavinnumaðurin
Pætur Rasmussen snaraði
lyklinum í hurðini á Casa
Blanca og á vaktarskiftinum
loysti bingodillan av. Brynjolfur,
Tummas Petur og Christian
Høgni gera nú eina nýggja roynd
í gamla handlinum hjá Bjarna
Blikk, vónandi fer tað at eyðnast
teimum. Ræðsluscenarioið er
kóvboybýurin, har hestarnir
taka sjógv á bak, tú sært bara
dustskýggini eftir teirra farvegi,
táið teir fara ríðandi bæði í ein
sunnan og í ein norðan. Men
kanska hevur Rodmundur
einhvørja ætlan í ermuni, sum
ger býin til eina sterka miðás
ímillum pólarnar báðar. Keypið
av Klaksvíkar Timburhandli er
neyvan dømi um, at maðurin
hevur givið skarvin yvir. Í hvussu
er eitt tekin um, at borgmeistarin
í Runavík hevur álit á vøddunum
og fyritakseminum hjá
norðoyingum.
Skal bara ynskja norðoyingum
góða eydnu við tunlinum og
av hjarta vóna, at tit megna at
umdefinera tykkum rætt til eina
spildurnýggja støðu, sum kemur
at krevja nakað av tykkum,
men løgið skuldi tað verið, um
tað seiggið og tann gigantiska
uppdriftin, ið hevjaði tykkum úr
øskuni, sum fuglurin Føniks, eftir
djúpastu kreppu í landsins søgu,
har allir partar tóku lógvatak
saman fyri at bjarga økinum
og býnum, ikki eisini hesaferð
vinnur á øllum hóttafallum.
Nýbyggjarakultururin er
eyðsýndur, tit eiga tað sum tit
hava skapað, og eru góð við
tað, og væntað neyðturviligar
funktiónir í lokalsamfelagnum,
so fer man undir at hevja tær
úr svørðinum við egnari megi,
og tað er hetta góða átakið,
Leikalindin, eitt tað besta dømi
um.
Sjálvt um Húshamar sigst hava
sagt, at ongin fani sleppur livandi
burturúr lívinum, líkamikið
hvat sagt verður um lívið, eisini
á gøtumøtum, so ræður um at
brúka lívið Guð gav okkum
so rætt sum møguligt, eisini á
bráðpannuni har allir vøddar
og allar heilakyknur virka í
felag fyri einum betri samfelag.
Og í Føroyum gerst tað bara,
við at allir føroyingar virka
saman, við tí eina endamáli, at
tjóðin yvirlivur og mennist og
gerst ein sjálvsagdur partur av
heimssamfelagnum. Óneyðugt
skuldi verið at sagt, at ein
sjálvstøðugur føroyskur statur
hevði verið høgligasta amboðið
í hesum starvi. Men tað eru
feðgarnir á Norðlýsinum valla
samdir við mær um. Takk fyri at
tit góvu mær høvið at hugleiða
um framtíðina - við støði í
Norðoyatunlinum.
Spennandi verður nú at síggja
um klaksvíkingurin fer at lata
seg standardisera. Nú ræður
um, at fólkalívsfrøðingarnir eru
á vakt. Vit vanliga deyðiligu
fata tað ikki fyrrenn jylluta
gongulagið broytist, stamingin
stadnar og útróðrarmenninir
yviri á Stongunum eru farnir
at roykja Prince, sum teir ið
rekast niðan- og omaneftir Niels
Finsensgøtu – vindulin standandi
á skák – uppeftir – ímillum
fremstafingur og longutong. Ella
táið hendan flata og sjarmerandi
dialektin fer at missa broddin.
Vónandi varðveita tit onkur av
hesum eyðkennunum, í fyrstu
atløgu kunna tey brúkast sum
ferðavinnumál, soleiðis at
ferðslan í skiftistíðini verður í
minsta lagið ájøvn ella heldur
dyggari - norðuryvir.
Best sum fólk vóru við at fara í heilt sjálvsving í tunnilsrúsinum, beyðst høvi at hoyra ikki sørt tankavekjandi tunnilshugleiðingina hjá Tobba í Leikalund leygarkvøldið
“
Vit vanliga deyðiligu fata tað ikki fyrrenn
jylluta gongulagið broytist, stamingin stadnar og
útróðrarmenninir yviri á Stongunum eru farnir
at roykja Prince, sum teir ið rekast niðan- og
omaneftir Niels Finsensgøtu