fríggjadagur 5. mai 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 87 - 5. mai 2006
Jákup Magnussen, Starv:
journalistur, Aldur: 42 ár
Lýs teg sjálvan við
trimum orðum:
Takksamur, markleysur,
ódisiplineraður
Hvat orð ella hvønn
setning nýtir tú oftast?
Tað er ikki gott at vita.
Hvørjum hyggur tú at
hjá hinum kyninum?
Hvussu hon ber sín
kropp og hvat hon
útstrálar. Andlitið sigur
mest. Men annars hyggi
eg í hvønn ”krók”. Hvørki
bringa ella afturpartur
sleppa undan.
Hvat er tað fyrsta tú gert
um morgunin?
Kóki te og haldi eina stilla
stund, har eg finni frið og
javnvág.
Hvat stressar teg?
Eg kann onkuntíð vera
strongdur óbevíst, t.d.
um eg eri ov seinur til eitt
ella annað.. Men eri eg
bevístur um mína støðu,
stressi eg ikki. Tað er
irrationelt og óneyðugt.
Eg eri eitt menniskja og
onkuntíð halda ætlanir
ikki. Tað má eg bara
akseptera. Vil eisini
mæla til ikki at hava
forvæntningar. Framtíðin
er altíð øðrvísi
enn tað ein væntar.
Hvat gleðir teg?
At eg havi sonin Oliver og
góð vinfólk. Tá mamma
hevur tað gott. Og tá eg
havi brúkt dagin at gera
mun onkustaðni.
Nær feldi tú seinast eitt
tár?
Tá eg var fullur seinast
fyri 4-5 árum síðan.
Men, annars av og
á innantanna og
myndaliga; Seinast nú eg
hoyrdi, at føroyingar ikki
sleppa at síggja Da Vinci
filmin. Hugsaði, at tað
er harmiligt, at vit ikki
eru komin longri sum
land/fólk. At vit eru so
lítið andalig, men so nógv
religiøs.
Hvat var seinasta ynski,
sum tú fekst uppfylt?
At fáa ráð at halda
páskadagarnar heilagar
í íslendsku náttúrini
saman við soninum.
Gleðiligt at fáa víst
honum Reykjavík,
Gullfoss, Geysir, Bláa
Lón og nógv onnur støð,
hvørs nøvn eru farin
niður í dulvitið.
Hvar arbeiðir tú?
Sjálvstøðugt.
Hví valdi tú at arbeiða í
fjølmiðlunum?
Tað var ikki eitt val. Tað
var EG. Hevði heilt frá
vøggu verið hugtikin av
útvarpi og soleiðis bleiv
tað. Nú havi eg so slept
útvarpi og eri í einari
millumstøðu, har eg enn
ikki havi uppdagað í mær
sjálvum, hvørjum eg skal
leggja meg eftir.
Hvat lag er heimsins
besta?
Bohemian Rhapsody
Hvat er besta
uppfinningin og hví?
Kassagittarin. Serliga
fær klassiskt gittarspæl
meg at søkja í dýpdina
í mær sjálvum. Merkja
upprunan. Tað er
ein sera meditativur
tónleikaformur.
Hvat hevur tú í
lummunum beint nú?
Sigarettir, tendrara,
tyggigummi, billyklar, og
fartelefon.
Hvat er títt besta
heimaráð?
Minst til at har er ein
verð uttanfyri teg sjálva/
n.
Hvar er keðiligast í
Føroyum og hví?
Í summum bygdum, har
misskiltur kristindómur
hevur elvt til, at fólk
ikki tora at ganga nakin
(erligheit) av ótta fyri at
vera dømd; Hótta sær
ikki at liva lívið fult út,
ið jú er meiningin við
at vera menniskja. Onki
forboð hevur nakrantíð
havt nakað andaligt við
sær.
Hvussu ofta speglar tú
tær?
Haldi hvørja ferð eg síggi
eitt spegl. Skoði Guds
meistaraverk ;-)
Hvussu ofta ert tú hjá
frisør?
Fyri nøkrum árum
síðan keypti eg mær ein
trimmara frá Leif Mohr.
Og hann riggar framvegis
væl.
Hvar er Jákup
Magnussen um 10 ár?
Eg veit ikki, hvar eg eri
um ein tíma, so spyr meg
ikki so neyvt. Men eg
havi álit á, at tað verður á
einum deiligum stað.
Hvør er tín stuttligasta
uppliving innan
fjølmiðla arbeiði
At gera samrøðu við
Kemm Poulsen.
»Harmiligt at vit ikki eru komin longri sum fólk«