fríggjadagur 5. mai 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 5. mai 2006
37
Vit hava allar hesar
orrusturnar. Skulu vit
hava eina grundlóg?
Eru vit undir donsku
grundlógini? Er tað
best at fáa só nógvan
blokkstuðu sum
møguligt? Skulu vit
hjálpa kvinnum í
politikk? Skulu vit
hava aðra valskipan
ella kanska bara eitt
valdømi?
Analysa
Bogi Eliasen
Cand. scient. pol
Semjur?
Spurningarnir eru nógvir,
semjurnar fáar og ivamálini stór.
Kjakið á Løgtingi og millum
politikarar melur ofta í kring, so
sigast kann at Kringvarpið varð
rætta navnið.
Vit hava tó fingið meira
fokus á langtíðarætlanunum og
bakgrundsarbeiðinum, sum bæði
hvítbókararbeiðnum og Visjón
2015 bera boð um.
Grundarsteinurin
Tó saknast ítøkilig ting. Vit
vilja øll verða millum heimsins
fremstu lond og hava eitt av
heimsins bestu samfeløgum.
Umframt ætlanir á snøgt sagt
øllum samfelagsøkjum, krevur
eitt slíkt mál eisini nakað heilt
grundleggjandi, so sum eina
jarnharða beinagrind. Nevniliga
eina sterka, dynamiska og
fleksibla politiska skipan. Ein
skipan sum fokuserar á tað
nýmótans; at verða alheims
- og á at verða bakvaktin og
grundarsteinurin at leiða Føroyar
fram á ovastu rók.
Manglar nógv
Har manglar nógv í dag. Vit hava
enn ikki ræði á dómsvaldinum
og útinnandi valdið er á einum
rímiligum støði. Okkara ungu
taka í stóran mun útbúgvingar
og vit klára stórt sæð at nøkta
tørvin á útbúnaðari arbeiðsmegi.
Bygnarðarliga er enn tørvur á
broytingum, men talan er jú um
eina framhaldandi tilgongd.
Tingið
Løgtingið, sjálv ímyndin av
fólkaviljanum, er tó langt burtur
frá tí styrki tað skal hava. Vit
hava valt at hava ein skipan við
fleiri valdømun, lágari valgátt,
lutfallsvali við møguleika at
rætta uppá størstu skeivleikarnir,
tó soleiðis at tað sera ofta er
stórur munur á bíligasta og
dýrasta umboði. Heldur ikki hava
vit okkara egnu grundlóg. Annar
trupulleikin er, at vit hava alt ov
fáar kvinnur í politikki.
Eitt professionelt parlament
krevur møguleikar hjá
umboðunum at arbeiða og at fáa
hjálp til politiska arbeiðið. Hetta
er alneyðugt, um vit krevja av
politikarunum, at meira samstarv
skal verða og at arbeiðast skal
við størri ætlanum. Fyri at
samstarva, skal vera nakað
at samstarva um. Tað er ikki
støðan í dag. Løgtingsumboðini
kunnu sjálvsagt brúka
løgtingsskrivstovuna og partvíst
ein skrivara. Her er neyðugt at
avgerða, um vit vilja hava eitt
dynamiskt parlament. So er eisini
neyðugt at einstaki politikarin
fær betri arbeiðsumstøður, t.d.
við at hvørt umboð fær fígging
til ein hálvtíðarráðgeva.
Stig
Politikkur snýr seg eisini um at
vinna stig fyri at verða valdur
við næsta val, og í hesum arbeiði
er neyðugt hjá einum politikara
at hava neyvt samstarv við
ein skrivara ella ráðgeva, um
ætlanin er at fáa dynamikk í
verkið. Eingin fer at lata síni
genialu hugskot frá sær til eina
felagsskrivstovu.
Hvar eru kvinnurnar?
Men tann størsti trupulleikin er
væntandi kvinnuumboðanin.
Ein kann hava sína persónligu
meting um hví vit hava alt ov
fáar kvinnur í politikki, men
tað er ein sannroynd at so er. Tí
má hugsast hvussu hetta kann
broytast. At kvinnurnar á Tingi
hava, so segði hann, tikið í egnan
barm, og bara eru farnar ígongd,
er knasandi gott. At fleiri kvinnur
so síggja tað sum mannminkandi,
at kvinnur skulu skúlast til
politikk, er sjálvandi eitt
sjónarmið. Men heilt einfalt, so
er tað spurningurin um vit ynskja
fleiri kvinnur í politikk. Mítt
svar er ja. Hví? Tí kvinnur hava
nakrar eginleikar sum samfelagið
hevur tørv á, og sum ov nógvir
menn í flokki ikki megna at lyfta,
umframt at tað er ein sjálvfylgja í
vanligari javnstøðuhugsan.
Eru vit samd um, at vit ynskja
fleiri kvinnur í politikk, so skilji
eg ikki mótstøðuna ímóti at
kvinnur kunnu taka seg saman
í bólk ella fáa serlig skeið um
politikk. At tað skal verða
mannminkandi og staðfestur at
kvinnur eru minni enn menn,
er púra burturvið. Kvinnur
hava ikki størri tørv á vitan enn
menn, menn hava ikki meira
vitan enn kvinnur, menn høvdu
so sanniliga eisini havt tørv á
einum skeiði um politikk. Men
politikkur í Føroyum í dag er ein
mannsverð, eitt kall til kallar og
millum kallar. Tí kann tað verða
trupult hjá kvinnum at sleppa
fram at. Tí skal eitt skeið til
kvinnur síggjast sum jarnbrotið
at broyta hesa ringrásina, soleiðis
at kvinnur eisini lættari sleppa
fram at, og at tað gerst náttúrligt
at vit hava nógv fleiri kvinnur
í føroyskum politikki. Her er
einki meira náttúrligt, enn at tær
kvinnur sum sita á Tingi, eru við
til at leggja lag á, eisini tí at tær
av sær sjálvum hava ein leiklut
sum fyrimyndir
Alneyðug analysa
Kvinnurnar og Løgtingið