Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-05, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mai 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 152 - 13. august 2005 Søkt verður eftir 2 starvsfólkum til sambýlið á Traðarvegi at byrja 1. juni 2006, 1 starv á fulla tíð og 1 starv á 0,7 Í sambýlinum búgva 4 sinnisveik fólk, ið hava tørv á eginumsorgan, tryggleika og einum struktureraðum gerandisdegi. Tað eru fleiri aktivitetir bæði inni og uttan fyri húsið, har starvsfólkini luttaka aktivt saman við búfólkunum. Arbeiðið hjá starvafólkunum fevnir um: • At stimbra og menna praktiskar og sosialar førleikar hjá búfólkunum. • At stimbra ígongdsetan av virksemi, ið búfólkini ynskja ella hava tørv á. • At geva ráð og vegleiðing í vanligum dagligum virki, samstundis sum atlit verður tikið til, hvat búfólkini megna. • At skipa so fyri, at búfólkini fáa møguleika at leggja gerandislív sítt soleiðis til rættis, at tað verður í samsvar við egnan tørv og normar. Førleikakrøv: Vit vænta, at tú: • Hevur viðkomandi útbúgving. • hevur royndir innan psykiatriska økið. • er tolin og hevur eina positiva menniskjafatan. • kann handfara og trívast við einum arbeiðsdegi, ið onki kann sigast um frammanundan. • ert sterkur bæði til likams og sálar. • hevur áræði. • hevur hug og hegni at arbeiða sjálvstøðugt. Lønar- og setunartreytir: Talan er um størv innan Heimarøktina og Serforsorgina og roknast má við, at arbeiðstíðirnar eru skiftandi. Tað eru dag-, kvøld-, náttar- og viku- skiftisvaktir. Løn sambært Føroya Psykiatrifelag, Føroya Pedagogfelag, Felagið før- oyskir sjúkrarøktarafrøðingar, Heilsu- hjálparafelag Føroya, Almanna og heilsurøktarafelagið, Ergoterapeut- felagið og Fíggjarmálaráðið. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Fleiri upplýsningar um størvini eru at fáa hjá Signu Andreasen, leiðara, tlf. 222702. Umsóknarfreistin er 21. mai 2006, og umsóknir skulu sendast til: Sambýlið Traðarvegur 34 Att.: Signa Andreasen 360 Sandavágur HEIMARØKTIN OG SERFORSORGIN DEILDIN FYRI SINNISVEIK SAMBÝLINI UNDIR FOBBAKLETTI OG Á TRAÐARVEGI Starvsfólk til sambýlið í Sandavági Les meira um starvið á www.torshavn.fo/leysstorv www.torshavn.fo er at síggja á Býarbókasavninum, í Snarskivuni og í Kunningarstovuni Leiðari til Dagrøktar Skipanina Tórshavnar kommuna søkir eftir leiðara til dagrøktarskipanina at arbeiða 40 tímar um vikuna at byrja 1. august 2006 ella eftir nærri avtalu. Vit bjóða - eitt áhugavert starv við nógvum fakligum og persónligum avbjóðingum - møguleika fyri ráðgeving Vit vænta at tú - ert útbúgvin pedagogur - hevur leiðsluroyndir - kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir - hevur góð samstarvsevnir - dugir væl at samskifta, bæði innan- og uttanhýsis - hevur teldukunnleika á brúkarastøði Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, FO-110 Tórshavn í hendi seinast mánadagin 22. mai 2006. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Frígerð Sundsskarð, deildarleiðara, tlf. 302010. Tórshavnar kommuna Leyst starv Internet Sosialur www.sosialurin.fo in