fríggjadagur 5. mai 2006síða 38
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 5. - 7. mai 2006
39
Køksleiðari til
Skúlaheimið
Fyri komandi skúlaár verður søkt eftir avloysara
fyri køksleiðara á Skúlaheiminum. Køksleiðarin
hevur ábyrgdina av øllum virkseminum í kantinuni
og køkinum og eru uppgávurnar m.a.:
• at matgera og útflýggja
• tilrættalegging av øllum virkseminum í
køkinum
• umsiting av øllum fíggjaligum viðurskiftum í
køkinum.
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving, ert
fyrikomandi yvirfyri næmingum og hevur ans
og hugflog, at gera kantinuna til eitt spennandi
matarstað fyri ungfólk.
Vit seta stóran prís uppá samstarv og liðiligheit.
Starvið verður sett eftir sáttmála við avvarandi
yrkisfelag.
Tikið verður við starvinum 7. august 2006.
Skrivlig umsókn við prógvum skal sendast
skúlanum innan 29. mai.
Áhugað kunnu venda sær til Rúna Heinesen,
skúlastjóra.
Tekniski Skúlin í Klaksvík
Postboks 20
Fo-700 Klaksvík
Tekniski Skúlin í Klaksvík er sjálvognarstovnur og vinnuskúli.
Á skúlanum eru miðnámsútbúgvingarnar, HT og SIT, og
skúlagongd fyri handverkslærlingum innan el-, maskin- og
timbur yrki.
Aðalmál skúlans er, at vera kendur fyri eitt gott skúlaumhvørvi,
fakliga og námsfrøðiliga menning.
Lærarar til
HT, SIT og
Yrkisútbúgvingar
Søkt verður eftir undirvísarum til lærugreinirnar:
• Yrkislæra innan el-, maskin og timbur- og
snikkarayrki.
• Stødd-, alis- og evnafrøði á B- og C-stigi
Statik&Styrkilæra á C-stigi. Førleiki, t.d.
verkfrøðingur.
• Miðlar á A- og C-stigi
• Føroyskt C-, føroyskt E- og enskt E-stig. Íalt
uml. 16 tímar/viku.
Lutvís er talan um tvørfakliga undirvísing og
samstarv í toymi.
Setanartreytir eru eftir sáttmála í millum FTL og
Fíggjarmálaráðið.
Tikið verður við starvinum frá august 2006.
Skrivlig umsókn við prógvum skal sendast
skúlanum innan 29. mai.
Áhugað kunnu venda sær til Rúna Heinesen,
skúlastjóra.
Tekniski Skúlin í Klaksvík
Postboks 20
Fo-700 Klaksvík
Tekniski Skúlin í Klaksvík er sjálvognarstovnur og vinnuskúli.
Á skúlanum eru miðnámsútbúgvingarnar, HT og SIT, og
skúlagongd fyri handverkslærlingum innan el-, maskin- og
timbur yrki.
Aðalmál skúlans er, at vera kendur fyri eitt gott skúlaumhvørvi
og fakliga og námsfrøðiliga menning.
Tekniskur ráðgevi
til Vágs kommunu
Eitt starv sum ráðgevi á Teknisku deild hjá Vágs
kommunu er leyst at søkja til setan 01. juni 2006.
Tekniski ráðgevin hevur dagligu leiðsluna av Tekn-
isku deild hjá Vágs kommunu og verður skrivari hjá
Teknisku nevnd.
Arbeiðsuppgávurnar verða m.a. hesar
• tilrættalegging og stýring av kommunalum
uppgávum
• at standa fyri og menna skrásetingararbeiðið av
tekniskum leiðingum
• málsviðgerð og ráðlegging
• endurskoðan/víðkan av verandi byggisamtykt/
býarskipan
• projektering og eftirlitsarbeiði
• at standa fyri útbjóðingum og gera tilmæli til
avvarðandi nevndir í býráðnum
• uppmátingar og avseting
Kommunan ynskir, at tú
• hevur viðkomandi útbúgving á økinum s.s.
tekniskur teknari, maskinmeistari el.
• hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
• hevur góðan telduførleika og dugir at brúka
skrivi- og tekniforrit
• hevur góð samskiftisevnir, bæði muntliga og
skrivliga
• hevur góð samstarvs- og tillagingarevni og dugir
væl við viðskiftafólki
Lønar- og setunarviðurskifti
• Starvið er fulltíðarstarv og hevur tilvísing til
Teknisku nevnd og borgarstjóran
• Starvið verður sett sambært sáttmála millum KAF
og avvarðandi yrkisfelag
Vágs Kommuna skilar sær rætt til at velja millum
umsóknirnar ella onga at taka.
Umsóknir saman við prógvum og upplýsingum um
lívsroyndir verða í seinasta lagi tann 22. mai 2006 kl.
12.00 at senda til:
Vágs kommunu
Tekniska nevnd
Vágsvegur 22
900 Vágur
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til Kirstin Strøm Bech, borgarstjóra á tlf. 373024, ella
til Danjal Bjarkhamar, formann í Teknisku nevnd á
tlf. 373755.
Vágs kommuna
Aðalfundur
Magistarafelag Føroya hevur ársaðalfund fríggja-
dagin 19. mai 2006 kl. 17.00.
Fundurin verður í Ovastovu í Nóatúni.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Umboð fyri Føroya Lívstrygging koma at greiða frá
tryggingarviðurskiftum.
Møti fjølment.
Nevndin
Frítíðarfelagið
Kaggin
Aðalfundurin sum var lýstur at verða 6. mai er
útsettur til 20. mai kl. 16.00 í hølum felagsins.
Nevndin
Kunningarfundur verður
sunnudagin 7.mai 2006
kl. 15.00 í samkomuhøllini
á Føroya Studentaskúla í
Hoydølum.
Fundurin, har AFS'arar greiða frá
royndum teirra, er bæði um
vertsfamilju- og sendiprogrammið.
Øll eru vælkomin!
Postboks 1351 - 110 Tórshavn - Tel 312991 / 223130
eholm@post.olivant.fo - www.afs.dk
Gev familju
tykkara
nýggjan
íblástur uttan
úr heimi
AFS Føroyar
Altjóða ungdómsumskifti
Okkum tørvar vertsfamiljur
skúlaárið 2006 - 2007
Í juli koma fleiri vónríkir
ungdómar úr ymsum londum
til DK/Føroyar, tó uttan at hava eina
vertsfamilju at koma heim til
Nú hava tit møguleikan
www.afs.dk