mánadagur 8. mai 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 88 - 8. mai 2006
Sera nógv hava gjørt
sær dælt av at koyra
ókeypis gjøgnum
undirsjóvartunlarnar
seinastu vikuna, tá
allar ferðaleiðirnar
hjá Strandferðsluni
hava verið ókeypis.
Serstakliga hava
nógv ferðast gjøgn
um nýggja Norð
oyatunnilin:
Undirsjóvartunlar
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
- Vit høvdu fyrireikað okk
um væl, áðrenn vit lótu
Norðoyatunnilin upp fyri
almenninginum
seinasta
leygardag. Eitt nú hava vit
alla vikuna havt fólk »stand
by«, um okkurt tøkniligt
brek skuldi verið. Somuleið
is fyrireikaði løgreglan seg
væl. Men alla vikuna hevur
ferðslan gingið eftir vón,
og vit hava ongar trupul
leikar havt. Sjálvandi hev
ur ferðslan ikki koyrt so
skjótt, men heldur ferðast
smidliga og væl gjøgnum
Norðoyatunnilin allar dag
arnar, sigur Dávid Reinert
Hansen, stjóri í Pf. Norðoy
atunlinum.
Nógv ókeypis ferðsla gjøgnum
undirsjóvartunlarnar
Á myndini síggja vit, hvussu nógv ferðsla er
farin gjøgnum Norðoyatunnilin teir
dagarnar, ókeypis hevur verið at koyrt.
Leygardagin 29. apríl, tá Norðoyatunnilin lat
upp fyri almenninginum, koyrdu 5250 akfør
gjøgnum tunnilin, og sunnudagin fóru 12550
akfør gjøgnum tunnilin. Í gjár var talið 6400,
so sigast kann, at ferðslan framvegis er stór.
Stabbarnir á myndini vísa, hvussu nógv ferðsla
er farin gjøgnum Vágatunnilin teir dagarnar,
tað hevur verið ókeypis at koyrt. Leygardagin
og sunnudagin fóru ávikavist 3200 og 3800
akfør gjøgnum Vágatunnilin.
Vegna arbeiði lata
bæði Norðoyatunnilin
og Vágatunnilin aftur
fyri allari ferðslu í
vikuni.
Undirsjóvartunlar
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Norðoyatunnilin
verður
stongdur mánanáttina og týs
náttina frá klokkan 22 um
kvøldið og til klokkan seks
morgunin eftir. Tó verður
ferðslan leidd gjøgnum
tunnilin á miðnátt, klokkan
tvey og klokkan fýra. Opið
verður aftur sum vanligt
mikumorgunin 10. mai
klokkan seks:
- Í Norðoyatunlinum skulu
vit arbeiða undir loftinum.
Við tunnilsmunnarar er
ein bummur, ið forðar fyri
høgari ferðslu. Bummarnir
skulu setast rætt upp og
justerast, sigur Dávid Rein
ert Hansen, stjóri í Pf. Norð
oyatunlinum.
Vágatunnilin
verður
stongdur fyri allari ferðslu
millum klokkan 22 og seks
frá í kvøld klokkan 22 og til
hósmorgunin 11. mai klokk
an seks. Tó verður ferðslan
leidd gjøgnum tunnilin á
miðnátt, klokkan tvey og
klokkan fýra.
- Í Vágatunlinum skulu
vit somuleiðis arbeiða við
loftinum. Vit gera eitt kjekk
av øllum loftinum, og so
skal netið framman fyri
vifturnar somuleiðis skift
ast út, sigur Dávid Reinert
Hansen, stjóri í Pf. Norðoy
atunlinum.
Undirsjóvartunlarnir lata aftur