Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mai 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 8. mai 2006 3 Løgreglan í Havn hevur havt úr at gera í vikuskiftinum. Full fólk í hópatali hava veruliga gjørt um seg, og fleiri ferðsluóhapp orsakað av rúsdrekka hava verið á skránni. Løgreglutíðindi Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Seinnapartin leygardagin var eitt ferðsluóhapp uttan fyri SMS. Ein bilur varð á­rend­ur, men førarin, ið rendi á, hevði skund og rýmdi av staðnum. Løg­ reglan náddi tó at lesa numm­arplátuna og gjørdi síð­an skjótt av. Løtu seinni varð bilurin, saman við einari fullari kvinnu framm­ an fyri róðrið, funnin í Vág­ um. Blóðroynd varð tik­in av kvinnuni, ið síð­an varð skuldsett fyri rús­drekka­ koyr­ing. Roykur úr bili Sunnumorgunin klokkan 4.45. boðaði náttarbussurin frá, at ein bilur stóð mitt á veg­ num við Sandvíkarhjalla. Før­ arin hevði koyrt úr Havn og var síðan uppsteðgaður mitt á vegnum. Tá løgreglan kom á staðið, kom nógvur royk­ur úr bilinum. Seinni vísti tað seg somuleiðis, at mað­urin einki koyrikoyrt hevði, og at hann eisini hevði rent á ein pela og mist numm­arplátuna á Vegnum Langa í Hoyvík. Førarin uttan koyr­i­kort varð skuldsettur fyri rús­drekk­ akoyring, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Fótur fastur í kobling Sunnudagin klokkan tvey rendi ein vørubilur á ein garð úr betongi í Gundadali. Ó­happið sá álv­ar­samt út, og tískil varð sjúkr­a­bilurin boð­ send­ur. Men fulli bilførarin hevði t­í­betur ikki fingið stór­an skaða av hendingini, men tó var fóturin fastur und­ir kobl­ing­ini á bilinum, og maðurin noyddist tískil at fáa hjálp til at sleppa út. Seinni fann løgreglan som­u­ leiðis útav, at maðurin eisini hevði rent á ein annan bil aðr­ a­staðni í býnum. Bilur í eini veit Sunnukvøldið um klokkan 23 var eitt óhapp á Lang­a­ sandi. Ein bilur lá hálvur í eini veit og hálvur á vegnum. Sjálvur bilurin fekk stóran skaða av hendingini, men ungi maðurin, ið koyrdi bil­ in, slapp snikkaleysur frá til­ burð­i­num. Løtu seinni varð tað eisini uppdagað, at ungi maðurin als ikki átti bilin, men hevði stolið hann. Bátur stolin Leygarnáttina ætlaði ein mað­ ur sær avstað við einum báti á Skálatrøð. Løgreglan kom skjótt á staðið og fangaði mann­in, áðrenn hann kom møguliga gjørdi skaða á seg sjálvan og aðrar bátar. Forðingar á Landssjúkrahúsinum Leygarnáttina klokkan hálvg­ um fýra varð løgreglan boð­ send, tí nakrir ungdómar høvdu stáplað nakrar forð­ ing­ar upp á vegin við Lands­ sjúkrahúsið. Men tað vardi ikki leingi til forðingin varð beind burtur. Enn er eingin skuldsettur fyri hendingina, men løgreglan kannar enn málið. Leygarnáttina klintraði som­u­leiðis ein fullur maður upp eftir grótvegginum und­ir Skansanum í Havn. Sjúkrabilurin varð boð­send­ ur, tí maðurin var komin í trup­­ulleikar og var dottin niður av grótvegginum. - So alt í alt hevur vik­ u­skiftið yvirhøvur ver­ið heldur rokmikið. Or­søk­in til hetta er helst, at fólk fyri kortum hava fing­ið løn og frítíðarløn, sig­ur vakt­ havandi á løg­regl­u­støð­ini at enda. KONSERT Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í kvøld kl. 20 fara Spæl­ imenninir á pallin í Miðlahúsinum í Vágs­ botni. Á konsertini fer bólk­urin at vísa før­oy­ ing­um tað, ið hann fer at spæla, tá hann seinni í ár fer á konsertferð til Íslands. Tað er Ívar Bær­­ent­sen eigur flestu løg­­ini á spæliskránni hjá Spælimonnunum í kvøld. Spælimenninir, er ein tann føroyski bólkurin, sum hevur spælt oftast í útlandinum og, sum hevur selt flest fløgur uttanlanda í flest ár. Spælimenninir, borga fyri eini framúr upp­liv­ ing hvørja ferð. Fest­ligi og trøllakendi spæl­i­ manstónleikurin kann fáa næstan ein og hvønn í gott lag. Tú kanst trampa, dansa ella hoppa, men illa standa stillur ella still, tá hendan orkumaskina setur futt í. Bólkurin spæl­ir siðbundnan og modernaðan norð­ur­lendsk­ an og amerikanskan f ó l k ­a­ t ó n l e i k Spæl­i­menninir hava spælt saman í fleiri enn 20 ár og hava verið á nógv­um konsertferðum í Danmark, Svøríki, Ork­ u­noyggjunum, Hetlandi, Skotlandi, Fraklandi, Finn­landi og USA, har tey mill­um annað hava spælt á fólkatónleikafestivalum og øðrum konsertstøðum. Eisini hevur bólkurin giv­ið 8 fløgur út. Mann­ingin hevur verið held­ur skifandi hesi árini, men ávís nøvn ganga aftur - kanska serlig Kristian Blak, Sharon Weiss og Ív­ar Bærentsen eru vorðin í­myndin av bólkinum, men seinnu árini eru nøvn sum Mikael Blak og Angelika Nielsen, eisini vorðin kend spælimansandlit. Á konsertini í kvøld spæla Angelika Nielsen, Jákup Lützen, Daniel Niel­ sen, Sharon Weiss, Ívar Bærentsen, Kristian Blak og Mikael Blak. Løgreglan nógv um at vera Spælimenninir í Miðlahúsinum