mánadagur 8. mai 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 8. mai 2006
5
Edmund Joensen,
løgtingsformaður,
hevur onga viðmerk
ing til at gaman topp-
politikari heldur, at
hann antin má biðja
um umbering, ella
leggja frá sær
Formansskapur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í grein aðrastaðni í blaðnum
í dag, finst Jógvan Sundstein
harðliga at framferðini hjá
Edmundi Joensen, løgtings
formanni hesar seinastu dag
arnar.
Jógvan Sundstein var
topp-politikkari í Føroyum
í eitt mannaminni og
hann var bæði løgmaður,
landsstýrismaður og løg
tingsformaður í langa tíð.
Og hann sigur, at hann
ræðist framferðina hjá
løgtingsformanninum og
formanninum í uttanlands
nevndini.
Eitt, sum serliga ørkymlar
Jógvan Sundstein, er, at
Edmund Joensen í samrøðu
við Útvarpið segði, at
tingfólk atkvøddu ikki eftir
síni sannføring.
– Hetta er ein álvarsom
skuldseting bæði móti ting
monnum og eisini móti
løgmanni, sum formaðurin
sigur hava trýst tingmenn at
atkvøða fyri sínum uppskoti,
sigur Jógvan Sundstein.
Hann sigur eisini, at tá ið
tingformaðurin alment skuld
setur tingfólk fyri ikki at
fylgja síni sannføring kann
hann ikki sleppa við, at hetta
bara verður sent út í luftina
og síðani gloymt.
– Løgtingslimir eru bert
bundnir av sannføring síni,
stendur í stýrisskipanarlógini.
Tá ið formaðurin skuldsetur
sínar limir fyri at bróta hesa
lóg, er nakað spinnandi galið,
antin við formanninum ella
við tingmonnunum.
– Í øllum førum má for
maðurin prógva sína skuld
seting. Um hann ikki kann
hetta eru bert tveir møgu
leikar eftir. Annar er at biðja
um umbering ella at leggja
frá sær sum formaður.
Annars sigur Jògvan Sund
stein, at hann er skelkaður av
orðaskiftinum á Løgtingi í
farnu viku.
– At hoyra menn kalla
aðrar “gleðisgentur”, at
vilja leggja starvsfelagar
inn á psykiatriskar deildir,
at sita og rópa eftir røðarum
niðri frá tingsalinum, tað
hoyrir ikki heima í einum
parlamenti.
– Í hvussu so er ikki um
okkara leiðir.
– Eg var sjálvur tingmaður
í 24 ár, men líknandi gali
matias minnist eg ikki, sigur
Jògvan Sundstein.
Edmund Joensen, løg
tingsformaður, hevur onga
viðmerking til Jógvan Sund
stein.
– Jógvan Sundstein sigur
og mangt, er einasta heilsanin
frá løgtingsformannium til
gamla starvsfelagan.
– Vit halda, at
løgtingsformaðurin
gevur summum
tingfólkum longri
tjóður á tingsins
røðarapalli enn øðr
um, sigur Kristian
Magnussen, formaður
javnaðarfloksins á
tingi
Formansskapur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Løgtingsformaðurin er
partískur.
Tað heldur formaðurin í
javnaðarflokkinum í tingi.
Kristian Magnussen sigur,
at javnaðarflokkurin er so
ónøgdur við arbeiðsháttin
hjá løgtingsformanninum,
at hann nú fer at gera vart
við tað.
Sostatt fer javnaðarflokk
urin nú at senda formans
skapinum í Løgtinginum
eina skrivliga viðmerking
um støðuna og har hann
fer at gera vart við sína mis
nøgd.
Tað, sum Javnaðarflokk
urin er misnøgdur við, eru
tær sømdir, sum tinglimir
fáa, tá ið teir eru á tingsins
røðarapalli.
– Løgtingsformaðurin er
formaður fyri alt tingið og tí
eigur hann eisini at viðgera
allar tinglimir eins, sigur
Kristian Magnussen.
Men tað er júst tað, sum
hann heldur, at Løgtings
formaðurin ikki ger.
– Vit halda, at summi
tingfólk fáa longri tjóður,
tá ið tey standa á tingsins
røðarapalli, enn onnur ting
fólk fáa, sigur hann
Hann heldur sostatt, at
tað er ymiskt, hvussu nógv
summi tingfólk kunnu
loyva sær at siga og, hvønn
málburð, tey kunnu brúka.
– Summi kunnu loyva sær
at kalla hvat sum helst, uttan
at verða átalað, men onnur
fáa neyvan latið munnin upp,
so talar løgtingsformaðurin
at.
– Tí er tað mítt páhald,
at løgtingsformaðurin ikki
setir øll tingfólk javnt.
Kristian Magnussen vil tó
ikki seta nøvn á tey tingfólk,
sum hann heldur, fáa betri
sømdir frá formansskapinum
enn onnur.
Fór út um umark
Akkurát hvat fer at standa í
brævinum til formansskapin,
fær hann ikki sagt nakað um
enn, tí fyrst skal tingmann
ingin tosa saman um málið.
Hann heldur ikki, at
brævið verður skrivað sum
ein beinleiðis klaga, men
tað verður í øllum førum
skrivað sum ein viðmerking
frá javnaðarflokkinum til
arbeiðsháttin hjá formans
skapinum.
Hóast Kristian Magnussen
ikki vil seta nøvn á tey
tingfólk, sum hann heldur,
fáa longri tjóður frá ting
formanninum, enn onnur,
er tað greitt, at eitt, sum
hann hevur í huganum, er
orðaskiftið á løgtingið tann
eina dagin í farnu viku, har
John Johannessen, ting
maður javnaðarfloksins
varð kallaður gleðisgenta,
sum er ein hora og har tað
varð spurt, um Løgtingið
ikki kundi útvegað honum
ein innleggingarseðil til
psykiatrisku deild.
Undir hesum orðaskiftin
um var rættiliga ófriðarligt
í tingsalinum og tá ið John
Johannessen hevði orðið,
vóru harðligar viðmerkingar
at hoyra frá tingfólki í sal
inum.
Tað er heilt óvanligt í orða
skifti á Føroya Løgtingi,
men kortini talaði løgtings
formaðurin ikki at.
Og Kristian Magnus
sen heldur, at hesa ferðina
megnaði Løgtingsformaður
in ikki at forða fyri, at orða
drátturin fór út um mark.
– Tað er hansara uppgáva
at syrgja fyri, at orðaskiftið
ikki fer út um mark, men tað
megnaði hann ikki í hesum
føri.
Men hann leggur dent á, at
tað var ikki bara henda dag
in, at Kristian Magnussen
heldur, at summir tinglimir
hava fingið betri sømdir frá
løgtingsformanninum enn
onnur, tí tað eru onnur dømi
eisini.
Fær vanliga viðgerð
Edmund Joensen, løgtings
formaður, hevur als ongar
viðmerkingarnar til páhaldið
frá javnaðarflokkinum um,
at allir tinglimir verða ikki
viðgjørd eins.
Tað einasta, hann sigur, er,
at fær formansskapurin eitt
bræv frá javnaðarflokkinum,
fer tað at fáa tað viðgerð í
formansskapinum, sum
tað eigur at fáa og so fær
javnaðarflokkurin eitt svar.
Jógvan Sundstein sigur so mangt
Gamli topp-politikarin, Jògvan Sundstein heldur, at tað, sum fyrifórt í Løgtinginum í farnu
viku, var galimatias, men Løgtingsformaðurin hevur onga viðmerking
Halda at
formaðurin
er partískur
Summi tingfólk fáa longri tjóður enn onnur og tí er
løgtingsformaðurin ikki ópartískur, heldur Kristian Magnussen,
formaður javnaðarfloksins á Løgtingi. Flokkurin fer nú
formliga at gera vart við sína ónøgd