mánadagur 8. mai 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 88 - 8. mai 2006
Tá Norröna kom aftur
á Havnina í morgun
var tað samstundis
endin á einum ser
støkum túri, einum
gospeltúri.
Millum ferðafólkini
vóru bæði tónleikarar
og sangarar, sum eru
kendir innan hetta
slagið av tónleiki.
Tey vildu fegin
brúka eitt vikuskifti
saman við øðrum
gospelhugaðum
Gospelferð
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Norröna: Fáar minuttir eftir
at Norröna hevur lagt frá landi
henda hósdagin, hoyrdust
fyrstu tónarnir frá teimum
trimum í klaksvíksbólkinum
Ekklesia.
Nakað av fólki er savnað
saman her í Arkaduni, men
tað er skjótt at tey hoyra
vakra sangin og vilja vita,
hvagani sangurin kemur.
Løtu seinni er nógv fólk
samankomið at hoyra hesar
tríggjar menninar syngja
saman. Hesa løtuna er bert
klaver afturvið, men teir hava
annað tilfar á skránni við fleiri
tónleikarum afturvið.
Hetta er samstundis byrj
anin til enn ein gospeltúr,
sum byrjaði hósdagin og
endaði í morgun. Ein hópur
av fólki hevði tilmeldað
seg henda túrin, men hini
ferðafólkini fingu haraftrat
eina eyka uppliving av anda
ligum føroyskum sangi og
tónleiki.
Ein eftirmeting av ferðini
vísti greitt, at hetta var nakað
sum fyrireikararnir ætla at
arbeiða víðari við, soleiðis
at ein túrur sum hesin kann
gerast aftur um somu tíð
komandi ár.
– At Smyril Line gevur
okkum henda møguleikan at
spæla og syngja gospel, eiga
teir eitt stórt pluss fyri, sum
ein av luttakarunum tók til.
Við Norrönu hósdagin
vóru um 800 ferðafólk, og í
morgun omanfyri 1000.
Fjølbroyttur tónleikur
Ein skal ikki flyta seg nógvar
metrar umborð á Norrönu
fyrrenn ein merkti at her er
eitt øðrvísi slag av tónleiki at
hoyra, – tónleikur, ið líkasum
talar eitt annað mál.
Mong kristilig kór og
bólkar hava ferðast við Norr
önu gjøgnum árini, men ong
antíð sum hetta vikuskiftið
var skipið merkt av hesum
glaða sanginum.
Kring skipið var nærum
hvørt horn og hvørt skot
brúkt til framførslu av gos
peltónleiki:
Gekst tú í Arkaduni so
kundi tú steðga á og lurta
eftir tónleiki. Fórst tú í
Naust Bar so hoyrdi tú tað
sama, og fórst tú síðani í
Viking Club kundi tú hoyra
vakrar barnarøddir framføra
nýggjar og kendar sangir.
Hevði tú so áhuga fyri
eini góðari konsert við fjøl
broyttum tónleiki og sangi,
var Viking Club staðið sum
savnaði mesta fólkið hvørt
kvøldið.
Tað var sum um øll tiltøkini
um dagin bygdu upp til tað
stóra sangtiltakið um kvøldið.
Fólk fingu eins og hug at
hoyra meiri gospeltónleik.
Tí var eisini fullsett til øll
hesi sangtiltøkini um kvøld
arnar.
Hetta var eisini endamálið
við ferðini – at fylla hetta
flaggskip okkara við tí glaða
tónleikinum. Her sluppu
tónleikarar og sangarar at
frambera tað, sum lá teimum
á hjarta – ja, sigast kann at
tey sungu í roynd og veru frá
hjarta til hjarta!
Stormandi hav
Allan dagin ígjøgnum var
møguleiki at hoyra gospel
tónleik – annaðhvørt frá ein
staklingum ella bólkum.
Millum bólkarnar var
tann fyrr so kendi og enn
virkni andaligi bólkurin úr
Klaksvík – Ekklesia.
At hava teir við á slíkari
ferð var sera væl valt, tí
nærum hvørt mansbarn í
Føroyum man kenna slag
ara teirra “Siglir tú lívsins
hins stormandi hav” frá
kvøðuljómunum í útvarp
inum.
Bólkurin er framvegis virk
in og syngur við smærri og
størri tiltøk kring landið,
annaðhvørt allir tríggir ella
partar av bólkinum.
Hinir bólkarnir vóru bæði
kendir og nýggjari bólk
ar, sum eru við at gerast
kendur millum tað yngra
tónleikahugaða fólkið.
Kend nøvn
Tað hevði eydnast fyrireik
arunum at fáa so fræg nøvn
sum Heina Lützen, Sigrið
Rasmussen og Magna
Christiansen við á ferðina.
Hesi framførdu fleiri ferðir
á túrinum við færri og fleiri
tónleikarum. Hetta hugaði
fólki væl, at kunna hoyra hesar
framúr góðu sangararnar og
tónleikarar teirra framføra
live. Tað var eisini spennandi
hjá tónleikarunum at fáa
møguleika at spæla afturvið
sangarum við so ymiskum
tónleiki og stíli.
Millum allar framførslur
nar var møguleiki hjá fólki
at síggja, hvussu ein gykl
ari undirheldur børnum
og vaksnum við kynstrum
sínum.
Rógvi Dam av Argjum er
kendur frá tiltøkum kring
landið og frá sjónvarpinum.
At hann eisini dugir at
undirhalda ferðafólki umborð
á eini so stórari bilferju sum
Norrönu prógvaði hann ferð
eftir ferð.
Eitt serligt tiltak var eis
ini fyri børnini. Her vísti
Sigrid Sivertsen evni síni at
læra børnini sangir á bæði
enskum og føroyskum.
Við tiltøkini um kvøldið
sluppu tey at framføra til kon
sertirnar saman við teimum
stóru og kendu nøvnunum.
Og sum seinasta punkt á
skránni var jam session
hvørt kvøld og út á náttina,
har tónleikarar og sangarar
sluppu at útfolda síni tón
listarligu evni.
Gott viðføri
Hetta er annað árið at Norr
öna skipar fyri slíkum
ferðum. Og alt bendir á, at
hetta fer at gerast ein fastur
partur av tilboðunum hjá
fyritøkuni.
Umframt vælveru-túrar,
country-túrar, ungdómstúrar
og annað, hevur ein eisini
valt at skipa fyri serstøkum
gospeltúri.
Hetta er – sum ein av lut
takarunum nevndi tað – eitt
sera gott stig og tilboð hjá
Smyril Line.
– Hetta er avgjørt eitt stórt
pluss til fyritøkuna, at hon
yvirhøvur gevur møguleika
til slíkar gospeltúrar.
– Tað eru ikki øll reiðarí’ir
sum høvdu gjørt tað sama,
sum hesin tók til.
Afturkomin á Havnina
í morgun tustu allir luttak
ararnir í land, fegnir um enn
ein góðan túr og víðari til tær
dagligu pliktirnar í arbeiði,
skúla, heimi og aðrastaðni.
Í viðførinum høvdu tey eitt
hav av góðum upplivingum
og mikla sanggleði.
Sigldi um høv við gospel
”
Her umborð á Norrönu sluppu sangarar og
tónleikarar at at frambera tað sum lá teimum
á hjarta – ja, sigast kann at tey sungu í roynd
og veru frá hjarta til hjarta!