Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mai 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 88 - 8. mai 2006 Leikurin Limbo setur fokus á eitt viðbrekið evni. Tit, sum ikki hava verið til leikin enn, skulu skunda tykkum, tí tit verða ríkari av at síggja Limbo. Ummæli Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Tekningar: Annette Carlsen Taskur og slábrokkar. Skuldar­kensla og abstinensir. Reinsan og sjálvrannsakan. Vit eru stødd á Tjóðpalli Føroya í Meiarínum á Tórs­ gøtu, har leikbólkurin Gríma framførur leikin Limbo. Og sum altíð er tað ein sonn fragd at líta á sanna leiklist á høgum støði. Men grímurnar hava prógvað, at tær vilja og duga at spæla sjónleik, og hava tey arbeitt miðvíst við at menna seg til tað, sum vit áskoðarar nú kunnu njóta ágóðan av. Skjáttan er full Sum eitt annað Alcatraz ligg­ur viðgerðarheimið fjar­skotið og avbyrgt úti á “Oynni”, har misnýtarar av rúsdrekka, tablettum og rús­evnum verða innløgd til avrúsan og avvenjingar. Heitið á leikinum, Limbo, kundi fevnt um rúmið mill­ um himmal og helviti, ella ongamannalandi, sum vit kenna tað frá Dante. Og tað er júst tað vit uppliva í leikinum: Fimm kvinnur eru sendar út á Oynna, við tí endamáli at koma heim aftur til familjurnar avrúsaðar og sansaliga opinberaðar fyri veruleikanum. Tær hava allar mist tamarhaldið á tilveruni, og tilvildin vildi tað soleiðis, at tær enda á Oynni samstundis. Taskurnar eru mangar í leikinum, og kundu tær passa­ liga ímyndað tungu lastina, sum allar bera við sær. Fullar av skuldar­kenslum, haturi, beiskleika, vanlagnum og trá­an eftir kærleika. Tær fáa ein nýggjan møguleika, og tað er upp til tær at taka við honum. Kvinnumyndin Leikurin er bæði samfelags­ kritiskur og realistiskur, og snýr seg í stóran mun um strongdu og sperdu kvinn­ una, ið ikki formáar at lúka grót­hørðu krøvini, sum nú­tíðin setir. Um mammuna, konuna og gentuna, sum allar skulu liva upp til uppgjørdu ímyndina av perfektu kvinn­ uni, sjálvstøðug, fevnandi, vøkur og seksut. Men fasa­ dan krakelerar, og vit verða vitni til langtan, lygnir og loyndarmál teirra, meðan tær varisliga og miðvíst stríða seg fram til tilveruna, sum koma má eftir tíðina á Oynni. Røkkur hæddunum Leikurin hevur eitt fantastiskt drive, sum kemur í hæddina beint áðrenn steðgin, tá ljóð og ljós, rørslur og tankar fúka um oyrini á okkum. Hann er á somu tíð komiskur og tragiskur, og sigur so ómetaliga nógv um, hvussu sár­bar og viðbrekin, vit menn­iskju eru. Beint áðrenn steðgin røkka vit hæddirnar, og eg bleiv somikið rørd, at eg kundi hugsað mær, at steðgurin ikki kom júst tá. Eftir steðgin er tað sum at luftin fer eitt sindur úr ballónini, men kortini hend­ ir eitthvørt óvæntað, sum setir eina finurliga finalu á symbolska partin av søgu­ gongdini. At spæla ella at vera Leikararnir í Limbo koma sum heild væl frá fram­ førsl­uni, hóast tey til tíðir yvirspæla, so leikarin spælir leiklutin í staðin fyri at vera hann. Hetta kemur eitt nú fyri, tá tann prumpisliga Lolo, spæld av Lauru Joen­sen, setir seg upp til fyrsta stóra og kravmikla solopartiturið. Har standi eg av og savni meg um spælið og orkunna hjá leikaranum í staðin fyri at verða drigin inn í søgugongdina. Tað verð­ur líkasum ov nógv sagt og søkt til at draga meg við. Harafturímóti er tað eisini sami figurur, sum beint áðrenn steðgin, dansar á pallinum, meðan vit hoyra tankar hennara, og kensluliga verði eg drigin við sum sjáldan. Ómetaliga væl frágingið spæl. Livandi framførslur Bill, Hans Torgarð, er tann einasti nøkunlunda normali skapningurin í søguni. Hann er sjúkrasystir og hev­ur sum so onki lív uttan fyri viðgerðarheimið. Hans Tór­ garð kemur væl frá leik­lut­ in­um, sum annars ikki er ser­liga spennandi. Millan er snobbutta að­als­daman, í pelsi og við vatn­onduleraðum purlum. Hon hevur sum heild havt ov lítið at ganga uppí, og hevur bert verið virðismett fyri tað sum hon er og ikki fyri tað, sum hon ger. Tá er nærliggjandi at leggja seg á fløskuna at skola niður keðsemi og meiningsloysi í yvirklassaumhvørvinum. Millan verður meistarliga tulkað av Biritu Mohr, sum annars lættliga kundi fallið til at yvirtulka leiklutin, tí hann er so eyðkendur og í roynd og veru rættiliga kliché­kendur. Hetta kann ikki sigast um loyndarfullu og tragisku Honnu, ið er løg­frøðingur. Tá hon kemur á Oynna er hon so dýrandi full, at hon má sova rúsin av sær í eitt samdøgur ella so, áðrenn hon kemur við í terapibólkin hjá hinum. Hon er fallin í ólukkuligu grøvina, sum eitur apati, og er hetta helst ein av truplastu støðunum at koma úr aftur eftir mong rúsað ár. Vit kenna hana øll. Sjálvútslettandi spinkla karrierukvinnan í fimmtiárunum, við beige­ littum trenchcoati og svartari hondtasku. Sum ein gamal pakki av tissues. Fær sær ein lítlan saman við manninum vi­ð­hvørt og til endans so ofta, at hon er vorðin mis­ nýtari. Ein typiskur kvinnu­ ligur alkaholikari, vildi onk­ur kanska sagt. Hóast leik­luturin sum Hanna ikki fyllir nógv í leikinum, kemur Ria Torgarð somikið væl frá honum, at vit, sum sita rundan um fýrkantaða pallin, kenna destruktivu aur­ una rundan um figurin. Ein hin mest áhugaverda leiklutin hevur Súsanna Tor­ garð, og hon gevur okkum alt sum terapeuturin við guro­statusi, Betty. Hon útstrálar ein slíkan kulda og tamarhald á sær sjálvari, at tað bara kann enda galið. Betty er Tvind-líkandi viðgerðin við Jesus-kompleksinum, sum frelsir øllum øðrum men ikki seg sjálva. Tí má hon doyggja fyri syndirnar hjá hinum, og kemur hendan líðing myndaliga til sjóndar, við at leikurin fer fram um páskadagarnar. Kvinnurnar eru innlagdar um páskirnar, og tær skulu eisini ígjøgnum eina drúgva líðing, áðrenn tær kunnu glatast og fáa, um ikki ævigt, so eitt virðiligt lív. Gunnvá Zachariassen hev­ ur leiklutin sum unga orku­ bumban Kim, ið er tikin beinleiðis úr heftiga tekno­ umhvørvinum í stórbýnum. Hon hevur fingið ein við­gerðar­dóm, og kundi lættliga verið eitt úrslit at modernaðu barnafamiljuni - væl fyri í allar mátar, men við eini rúgvu at innilæstari øði, sum gongur út yvir hana sjálva og tey, sum eru rundan um hana. Kim er misnýtari, bæði av sex og rúsevnum, og Gunnvá spælir leiklutin so væl, at hon er Kim. Leikluturin sum tjekkaða blaðkvinnan Victoria, verður livandi spældur av Katarinu Nolsøe. Vónirnar fyri, at Victoria gerst edrú, eru lítl­ ar, tí hon hevur lært seg at liva við lygnini sum næsta fylgisvein tilverunnar. Hon hevur als ikki viðurkent, at hon er misnýtari, og sam­an við jagstranini eftir góðu søguni, hevur hon eitt gigantiskt Gunther Walraff kompleks, sum fær hana at arbeiða undercover og at savna seg meira um søgurnar hjá hinum kvinnunum enn um sína egnu støðu. Men spurningurin er, hvør lumpar hvønn. Mammur sum drekka Leikurin Limbo setur fokus á eitt til allar tíðir viðkomandi evni. Ikki minst, tá talan er um kvinnuligar misnýtarar tekur Tjóðpallurin her eitt evni upp, sum vanliga er eitt stórt tabu, ikki bert í Føroyum, men so sanniliga eisini í grannalondum okk­ ara. Og tað er júst hetta við­brekna, at kvinnur eiga at hava yvirskot til at halda familjuni saman. Um eingin pápi er til staðar, so er familjan heil, tá mamm­ an er har. Hetta er ímyndin av mammuni, og verður hon fullkomiliga kryplað, tá mamman dettur útí og drekkur seg frá viti og skili. Vit kunnu ikki rúma slíka sorg og verða vit ørg og ørkymlað, tá vit hoyra um drekkandi gentur og mammur. Men tað er sjáld­ an, at vit hoyra søguna hvjá kvinnunum sjálvum, um sorgina, lygnirnar og saknin eftir børnunum. Leikurin Limbo megnar til fulnar at geva okkum eina fjølbroytta og ærliga mynd av tragediuni: kvinnur, sum drekka ov nógv. Kvinnur eru eisini misnýtarar