mánadagur 8. mai 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 8. mai 2006
9
Eitt ferðsluóhapp í
Leirvíkartunlinum
leygarmorgunin
kundi havt álvarsligar
fylgir við sær, um
verri vildi til
Ferðsla
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Óhappið hendi, tá ið ein ung
kvinna, sum hevði verið í
Gøtu og keypt morgunbreyð,
var á veg heimaftur gjøgnum
tunnilin til Leirvíkar.
Tá ið hon nærkaðist end
anum av tunlinum leirvíkar
megin, møtti kvinnan einum
mótkoyrandi bili, sum hon
helt koyrdi í skeivari síðu
– og ímóti henni.
Í eini roynd at umgangast
samanstoyt, snaraði hon
til vinstru. Í ferðini misti
kvinnan tamarhaldið á bil
inum og rendi inn í tunn
ilsveggin í vinstru síðu og
slongdist síðan omanaftur í
tunnilsveggin í høgru síðu.
Slapp væl
Sosialurin var av tilvild á
staðnum stutt eftir, at óhappið
var hent.
Unga kvinnan hevði fing
ið ilt í høvdið og kom undir
læknahond. Annars hevði hon
eingi sjónlig av hendingini.
Bilførarin í bilinum, sum
koyrdi ímóti kvinnuni, steðg
aði ikki, og tí veit eingin
– uttan bilførarin sjálvur, um
– og hví – hann fór skeivur
á breytini og koyrdi í øvutari
síðu.
Hendingin kundi fingið
álvarsligar fylgir, um verri
vildi til.
Sat í seðlum
Løgreglan í Runavík sigur,
at unga kvinnan sat í seðlum,
og at hetta avgjørt var ein
orsøk til, at hon slapp so væl
burtur úr hendingini.
– Vit vita ikki rættiliga,
hvussu hendingin er farin
fram, og vit hava ongan tikið
í hesum sambandi. Vit hava
tískil bara frágreiðingina hjá
kvinnuni at halda okkum til,
sigur løgreglan í Runavík.
Óhapp í Leirvíkartunlinum kundi endað við stórskaða
Tað var stutt inni í tunlinum leirvíkarmegin, at ferðsluóhappið
hendi leygarmorgunin
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Eg haldi, at stevnu
økið var hugnaligt, og
festivalurin var væl
fyriskipaður, sigur
Birgir W. Høgnesen,
sum er maðurin,
ið tók stig til fyrsta
bátafestivalin í
nýggjari tíð
Festivalur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Birgir W. Høgnesen er upp
havsmaðurin til tiltøkini
við bátafestivalum. Hann
er ættaður úr Klaksvík,
men hevur í mong ár búð
í Vestmanna, har hann eis
ini tók stigið til fyrsta báta
festivalin fyri fimm árum
síðan.
Sosialurin hitti Birgir við
bátahylin á Toftum leyg
ardagin, tá ið teir út við
fimmti bátarnir stevndu av
Flesjunum og heim í Oyr
arnar.
Tað er bróðir Birgir,
Høgni W. Høgnesen, sum er
primus-motorurin aftanfyri
bátafestivalin á Toftum, sum
nú hevur tvey ár á baki.
Høgni hevur búð á Toftum
í nógv ár.
Góð fyrireiking
Birgir W. Høgnesen heldur,
at góð fyrireiking liggur
aftanfyri bátafestivalin á
Toftum.
– Hetta sær bara heilt
gott út. Eg havi hugt út á
stevnuøkið, og eg haldi, at
tey, sum standa aftanfyri
tiltakið, hava dugað væl
at skapt eitt hugnaligt og
áhugavert umhvørvi rundan
um festivalin.
Hann heldur eisini, at
Bátafelagið í Nes kommunu
hevur dugað væl at lagt eina
áhugaverda skrá, har okkurt
er til tey flestu, bæði ung og
tilkomin.
Tiltakið væleydnað
Formaðurin í Bátafelagnum
í Nes kommunu, Høgni W.
Høgnesen, sigur í morgun, at
enn er ikki gjørt upp, hvussu
nógv vitjandi hava verið á
festivalinum.
– Men eg haldi, at nakað
meira av fólki hevur verið
hesaferð enn seinasta ár,
sum var okkara fyrsta.
Hann sigur, at nevndin í
felagnum ikki hevur eftir
mett tiltakið, og tí dugir
hann heldur ikki at siga,
hvussu verður komandi ár.
– Vit fara at bátafestivalin
og taka støðu til, hvussu verð
ur framyvir, sigur Høgni.
Undan tiltakinum, segði
nevndin í Bátafelagnum, at
ætlanin er, at bátafestivalurin
á Toftum skal verða eitt aft
urvendandi árligt tiltak, sum
eisini skal seta kommununa
í fokus.
Gjørdi bart...
Sosialurin hevur skilt, at
Heilsuføðiliga Starvsstovan
seint leygarkvøldið kravdi, at
hølini hjá Landingarmiðstøð
ini, har ætlaði dansurin skuldi
verða, lótu aftur. Tí noyddust
fyrireikararnir at flyta dansin
við Dansiorkestrinum niðan
á Svangaskarð, meðan DJ-
Showið, sum var fyri tey
ungu, var í tjaldinum á
stevnuøkinum.
Høgni W. Høgnesen sig
ur seg onga viðmerking
hava til, at neyðugt varð
at flyta dansin, tí hetta í
fyrsta lagi er ein spurningur
millum Heilsufrøðiligu
Starvsstovuna og Landingar
miðstøðina.
– Vit hava ongar viðmerk
ingar til hesa avgerð, sigur
hann at enda.
Væl fyriskipaður bátafestivalur
- Eg haldi, at bátafestivalurin á Toftum var væl fyriskipaður, og umhvørvið rundan
um stevnuøkið var hugnaligt, sigur Birgir W. Høgnesen Mynd: Vilmund Jacobsen
Harmonikuspælarar settu sín serstaka dám á, meðan bátsfólkið fekk feska suppu
Mynd: Vilmund Jacobsen