Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mai 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 8. mai 2006 11 29. apríl kvetti lands­stýr­is­­ mað­urin snórin. Norð­oy­at­ unn­ilin varð opnaður fyri ferðs lu, og Klaksvíkin verð­ ur ongantíð hin sama aftur. Nógv hevur verið sagt og skrivað um teir øktu møg­u­ leikarnar hjá klaks­víkingum og norð­ing­um yvirhøvur, og tað er sjón fyri søgn at klaks­ víkingar sanniliga hava tikið avbjóðingina í álvara, og liva mest sum í einum sigursælum rúsi í løtuni. Einaferð kemur ger­­andisdagurin tó aftur, um ikki hin sami gamli, við sigling um Leirvíksfjørð. Sláa vit kalt vatn í blóðið, og hugsa okkum um. Hvat er tað so, sum er hent Klaks­ vík­ini? Jú, hvat sam­ferðs lu­við­ur­ skiftum viðvíkur, er Klaksvík nú næstan komin á sama støði, sum t.d. Fuglafjørður, Leir­­vík og Gøturnar hava verið á í mannaminni. Eg sigi næstan, tí meðan samferðs luni til og úr t.d Fugl­a­firði ikki er álagt nakað gjald, skal ferðs lan til og úr Klaksvík stríðast við eitt ikki so lítið tunnilsgjald. Hettar er tann nýggi fløsk­ u­ háls­urin hjá norðoyingum. Klaksvíkin hevur staðið seg væl á vinnulívsøkinum líka síðani Kjølbro’sa tíð. Eftir kreppuna fyrst í nítiárunum, vístu teir yngru klaksvíkingarnir, at seiggið býr í teimum enn. Í staðin fyri at falla í fátt, brutu teir upp um armar, ikki bara hvør í sínum lagi, men stóðu eisini væl saman um at skaffa býnum sum mest av teim fiskiloyvum, sum nú vóru avmarkað. Á vinnulívsøkinum kemur Klaks­víkin tí helst at standa seg enn betur í fram­tíð­ini, takkað verið betri sam­ferðs l­ u­møguleikum og kanska eis­ ini tí nýggju havnini norðuri í Ánunum. Við nýggju sam­ferðs lu­ viður­skift­unum koma eisini nýggj­ar avbjóðingar, og her er tað serliga í tænastuvinnuni, har klaksvíkingar enn spæla í eini lægri deild enn havnamenn, at tann ver­u­ liga kappingin kemur at standa. Ein kapping, ikki á jøvnum føti, orsakað av m.a. tunnilsgjaldinum. Sum Firouz Gaini so væl segði tað í eini útvarpss amrøðu: ”Hvørja ferð vit fáa eina sam­ferðsl­ u­ betr­ing ­í hesum landi, styrk­ ist Havnin”. Hetta er helst veruleikin, um vit vilja tað ella ei, tí allir vegir føra til Havnar. At tað so er bíligari at koyra suðureftir enn norð­ ur­eftir, orsakað býtinum av kubbum, ger bara av­bjóð­ ingina enn størri fyri vinnuna norð­anfyri. Kanska hava vit lyndi til, í ov stóran mun, at síggja samskiftið millum útjaðara og miðøki sum kapping. Skulu vit ikki heldur hugsa sam­starv? Búsetingarmynstrið í hes­ um landi, sum upprunaliga var stýrt av møguleikum fyri jarðarbrúki og at rógva fiskimið, verður í dag stýrt av heilt øðrum viðurskiftum, sum gera, at vit dragast at, har mest fólk er. Býir og bygd­ir á Føroyakortinum, kunnu tí síggjast sum ”fólk­ a­magnetir”, har tann størsta liggur í suðurstreymoy. Vit mugu góðtaka tann ver­u­leika, at vóru ikki und­ ir­sjóvartunlarnir lutvís fíggj­ að­ir við bummgjaldi, høvdu vit helst ongar slíkar í dag, og tí kann ikki treytaleys t krevjast, at tunnilsgjaldið skal lækkast ella heilt falla burtur. Tó kann ikki noktast okkum at tosa um ymsar møg­uleikar fyri einum lægri gjaldi. Verður fíggjarligt rá­s­a­r­ rúm til tess , kann hugsast, at løgtingið játtar nakað av pengingi afturat til ver­andi undirsjóvartunlar í fram­tíð­ ini. Men hetta vil sjálvandi verða sett upp ímóti, at hesin peningur helst er betur farin at útbyggja samferðs lunetið suðureftir. Ein einskiljing av tunl­u­ num, kundi kanska latið upp fyri nýggjum møguleikum. Er tunnilsgjaldið tað rætta? Lækkar gjaldið, økist ferðsl­ an, eru nokk øll samd um, tí fólk aftra við at koyra ov oftani, orsakað av tí høga gjaldinum. Um ferðs luøkingin gerst lutfalsliga størri enn ein møg­u­lig gjaldslækking, fær Norðoyatunnilin størri inn­tøkur við einum lægri gjaldi. Meg lys ti tí at vita, hvuss u P/F Norðoyatunnilin er kom­ in fram til, at júst verandi gjald gevur ta størstu inn­ tøkuna. Haldi meg hava hoyrt stjór­ an fyri P/F Norð­oy­atunl­i­num siga, at avskrivingarnar eru lagdar soleiðis, at tær sam­ svara avdrøgunum – 14 ár. Hetta skilji eg ikki, tí av­skrivingar og avdrøg hava jú einki hvørt við annað at gera. Stjórin í Norðoya Spar­i­ kass a var eisini inni á hesum sama í útvarpss amrøðu, og helt at tunnilin hevði sama virði um 50 ár. Hesum gevi eg honum tó ikki rætt í. Hygg bara at tunlunum norð­ur um fjall. Teir eru 40 ára gamlir, og tað eru longu nógv ár síðani, at teir vóru ótíðarhóskandi. Ein háttur at meta 50 ár fram í tíðina, er at hyggja 50 ár aftur í tíðina, og síggja hvat hent er farna tíð­ar­skeiðið. Tá sigldi Pol­ar­ is, sum var minni enn Barð­ skor, um Leirvíksfjørð. Ja, Gud viti hvuss u sær út um 50 ár, tí framburðurin er ikki steðgaður, men held­ur fram við enn størri ferð, og er ikki lagt upp fyri hon­um, er livitíðin hjá Norð­oy­a­ tunlinum kanska styttri enn hjá teimun norður um fjall. Tó vildi eg mett, at í hvuss u so er tey fyrstu 5 til 10 árini, heldur hann væl sítt virði, og nýtast tí lítlar ella ongar avskrivingar hesa tíðina. Tá ið Skálafjarðartunnilin, um nøkur ár, opnar við yv­ ir­ hálingsbreyt, fara fólk helst at ilsk­ ast um at liggja aftanfyri tað tungu ferðs luna, sum fer skríðandi upp brekkuna í Norð­oy­atunlinum. Og tá ið um­vælingar skulu gerast í ein­ u­m tunli, við bert tveimum breytum, verður antin neyð ­ ugt at steingja tunnilin í styttri tíðarbil, ella aðra breytina, og stýra ferðs luni við ferðs luljósum. Hetta saman­borið við tann komandi Skál­a­fjarðartunnilin, við trim­um breytum, sum kann viðlíkahaldast, uttan at ferðs lan ávirkast stórvegis, fer at minka um virðið á Norð­oyatunlinum. Størsta virðislækkingin kem­ur tó tann dagin, tá ið tunnilin gerst ov lágur. Teir stóru bilarnir eru vorðnir, og koma eisini í framtíðini, at gerast hægri. Hetta sæst best við at hyggja at bilferjunum. Gamli Smyril, sum varð smíðaður í 1968, hevði eina fríhædd á bildekkinum uppá 3,9 m. Ternan (1980), hevði eina fríðhædd uppá 4,2 m, men gjørdist skjótt eisini ov lág. Teistin (2001) hevur eina fríhædd á bildekkinum uppá 4,5 m, eins og Dúgvan og gamla Norrøna, sum var søgd at vera í lægra lagi, tá ið trailarar t.d. skuldu loys a vognin frá. Á teim nýggju stóru bil­ferj­ unum, Norrønu og Smyrli, er bundið um heilan fingur, og lagt upp fyri, at bilarnir við tíðini gerast hægri. Frí­ hæddin er 5,0 m. Hettar alt so vítt eg haldi meg minnast tølini, men tak meg ikki í tí! Undirsjóvartunlarnir eru báðir 4,6 m til hæddar. Nú oljan gerst alt dýrari, verður allastaðni hugt eft­ir møguleikum fyri at minka um oljunýtsluna. Ferðsl­ an við trailarum eft­ ir motorvegum kann ger­ast minni orkukrevjandi, um farið verður til størri eind­ ir, og tað verður tí í dag royndarkoyrt við bilum sum eru 25,5 m til longdar. Størst loyvda longd í EU í dag er annars 18,6 m, minnist meg rætt. Hvuss u høgir hesir roynd­ar­bilarnir eru, veit eg ikki, men nógv annað skal broytast um bingjurnar ger­ ast hægri, men tað eru tær vorðnar fyrr, so hví ikki aftur? Smyril og Norrøna eru fyr­ i­ reikað til eina møguliga hædd­ ar­øki­ng á stóru bilunum. Eru undirsjóartunlarnir tað ikki í sama mun, kann hetta gerast ein trupulleiki fyri Vágar og Norðuroyggjar. Hesi viðurskiftini, eg her havi greitt frá, kunnu við tíðini gera, at virðið á Norð­ oy­a­tunlinum fellur. Men, sum áður nevnt, liggur hetta helst, og vónandi, ikki ov fá ár frammi í tíðini, og inntil tann tíðin kemur, nýtist Norðoyatunlinum, eft­ir mínum tykki, lítlar ella ongar avskrivingar. Tað sum er avgerandi neyð­ugt fyri norðoyingar er, at tunnilsgjaldið fer nið­ ur á eitt nøktandi støði, so at full nytta fæst úr tunl­i­ num, meðan hann enn er tíð­arhóskandi,. Um 14 ár er tað kanska ikki tunnilsgjaldið, men tann manglandi yv­ ir­hál­ings­ breytin ella –hæddin, sum er fløskuhálsurin. Ein skjót niðurgjalding av skuldini er avgjørt ein fyrimunur fyri P/F Norð­o­y­ a­tunnilin, og tí skilji eg væl argumentini hjá stjóranum. Tess longur avdráttartíðin, tess størri rentubyrðan. Ser­liga tá ið partur av inn­ tøkunum ikki fer til nið­ur­ gjalding av skuld, men til rakst­ ur. Men er hendan eyka rent­ u­byrða ikki ein rættuliga góð íløga fyri vinnulívið í Klaksvík? Kanska kundi Klaks­víkar Kommuna verið við til at fíggja part av tí øktu rentubyrðuni, orsakað av ein­ ari longdari avdráttartíð, og á tann hátt fingið gjaldið niður og kappingarførið upp. Um rætt er at leingja av­dráttartíðina, veldst altso um eyguni, ið hyggja at tøl­ u­num. Til seinast Havi dittað mær, sum leik­ maður, at blanda meg upp í kjakið um Norðoyatunnilin, og eri komin inn á eitt øki, har eg kanska ikki havi tær røttu fortreytirnar fyri at út­tala meg. Helst mistikið meg í fleiri førum eisini. Meira ella minni tilvitað, havi eg kanska eisini gjørt ov mikið av í summum førum, men takið tað bara sum eitt vælmeint ískoyti til kjakið, tí at í einum fólkaræðisligum samfelag, er tað bara til fyr­ i­muns, at fólk flest koma til orða. VIÐMERKINGAR Norðoyatunnilin klaksvíkingur, sum býr í Havn Thormund Johannesen FSF skal einaferð enn vísa sítt ter­ri­ tor­­i­um, í Føroysku fó­t­bóltskappingini So hendi tað aftur, at FSF av sínum eintingum bland­ ar seg upp í føroys kan fót­­bólt (12, maður á vøll­­i­num ella ikki, tað kunna áskoðarnir sjálvir avgera). Í fjørð var tað B-36 og KÍ. Í ár er tað so HB sum stendur fyri skotum frá FSF, dømt at tapa dys t av ein­um umsitingarligum hurl­i­vasa, við tí úrslitið at teir ikki longur eru í steypakappingini, sjálvt um teir so ruddiliga vunnu á vøllinum. FSF roynir at fáa øll leik­ar­aviðurskiftir upp á pláss , so væntar ein eis­ini, at FSF vil hjálpa fel­øgunum, men ístaðin taka teir mál upp av sín­ um eintingum, meðan teir avgreiða onnur mál sum avgreiðs lumál, tað løgna við hesum er, at mál­ini er eins, ja hvør skuldi trú tí. Tað ljóðar í miðlunum, at tað verður torført at taka støðu hjá dóms­ nevnd­ini í hesum máli, men tað vildi eg ikki mett, tí at teir hava eitt und­angongudømi frá des. 2004, tá dómsenevndin hevði eitt mál fyri sum var kært um ein leikara sum hevið leikt ólogligt í ikki minni enn tvey ár, men dómsnevndin segði so­ leiðis í úrskurði sínum, eg siteri »Annars er kær­ u­­freist leiki hansara í lands­­kappingini 2004 við­­víkjandi runnin.” Men FSF loyvir sær eft­­ir at brot og kærufreist er farin eftir grein 39 í kapp­ingarreglunum og grein 8 í kappingini um løg­manss teypið at tak­a mál­ið um HB upp av sín­um eintingum sjálvt um felagið hevur øll skjøl viðvíkjandi spæl­i­ loyvinum hjá viðkomandi leik­ara talan her er um, men FSF sigur seg ikki hava mótikið nakað, hin­ veg­in sigur felagi seg hava sent FSF neyð ugu upplýsingarnar. Er FSF til fyri at hjálpa ella fyri at oyð ileggja føroys kan fótbólt, eg spyrji bara og er kæru freistin ikki runnin. Grein 39 stk. 3, sigur mill­um annað at ”FSF kann eisini í serligum før­um taka eitt mál til við­gerð­ar, um illgruni er um at eitt ávíst felag hev­ur framt brot á hesar reglur. FSF skal tá geva fel­ag­num boð um hetta, áðr­ enn avgerð verður tik­ in”, men er tað nakað fel­ ag sum hevur framt eitt brot í hesum føri, er tað ikki FSF sum vil spæla valdsharri og velja ikki at hjálpa við tí nú so nógv umtalaða opinleikanum sum teir tosaðu um á árs­ aðal­fundinum, nú teir síggja at eisini ber til at gera feilir í FSF um­sit­ing­ ini, tí øll onnur skjøl eru til taks, tað eru bara tey í FSF umsitingini sum ikki finnast, eftir hvat skilst. Spyrjast kann, eru tað bara nøkur einstøk feløg sum skula viðgerast eftir omanfyri nevndu grein (nevn­i­liga Grein 39 stk. 3), ella orða á annan hátt, eru tað bara ávís feløg, ið koma undir hesa Grein 39 stk. 3. FSF kann siga okkum alment frá hvuss u hetta hongur saman. ”Nógvir tankar kunna fara ígongd av hesi søk, men eg fari at steðga á her og bíða spentur um dómsnevndin fer at víkja frá sínum egna und­an­ gongu­dømi”. Hettar er ikki skriva sum á­lop á nakrar persónar. Men er aðalmálið hjá FSF at feløgini skula virk­að runt landi, so er tað eitt ófrávíkiligt krav at FSF er ein viðs palari og hjálpir alt hvat tað er ment, og ikki er ein mót­partur, stongdur og afturlatin ella ein fígg­ indi hjá feløgunum. Men ein felagskapur sum er op­in (OPINLEIKIN) og hjálpsamur so tað ítrótt­ ar­liga kann verða sett í hásætið, ítróttinum at frama. Við ynski um góða eydnu og eitt ítróttarligt ríkt fótbóltsár 2006, (tað sum eftir er av tí). Miðvágur Jónfinn olsen FSF og opinleikin