Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mai 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 88 - 8. mai 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 9. mai. Kaspar. Ein av teimum trimum heilagu kongunum. Føroyska navnið er Jaspur. Týdningurin er ókendur Nú tynnist í vinaskara má eg siga. Nú er ein vinur aftrat farin innanfyri stutta tíð. Sama dag sum Svenn doyði, doyði eisini Heri bróðir, 22. apríl 2006. Meiningin var annars, at teir báðir skuldu koma í 70 ára føðingardag mín. Alt var gjørt klárt til eina hugnaliga veitslu, sum skuldi vera í húsum okkara á Tanganum á Tvøroyri, sum vit systkin eiga í felag. Vit vistu nakrar dagar framman­ undan, at illa stóð til hjá Svenn, og Guðbjørg ringdi til mín longu leygardagin 22. og segði at Svenn var farin fyrrpartin. Avgjørt var kortini at halda føðingardagin sum ætlað. Men dagin eftir, 23. apríl, komu deyðsboðini av Hera bróðir, og tá var allur hugur til nakra veitslu farin, og tískil var alt avlýst, og avriggað. Avboð send teimum innbodnu, og farið var aftur til Havnar sum av torvheiðum. Hetta, sum eg her í stuttum havi sagt frá, er ikki annað enn dømi um nakrar keðiligar hendingar, sum øllum okkum er tillutað at uppliva meir ella minni, alt eftir hvussu stutt ella langt lívsskeiðið í hvørjum einstøkum føri er. Soleiðis eru treytirnar hjá okkum, so hvørt sum vit eldast. Eldri vit blíva, fella fleiri og fleiri frá, um vit vilja tað ella ikki. Men í hesum føri var tað ikki elli, ið boygdi Svenn. 65 ár er eingin høgur aldur, so hann var ikki orsøkin til, at hann mátti leggja árarnar inn longu nú, men henda herviliga sjúkan, krabbamein, sum í mongum føri vísir seg at vera so vónleys at fáa bilbugt við. Hon gjørdi enda á Svenn eftir einum góðum ári ella so. Tað er so óveruligt, at Svenn ikki er ímillum okkum longur, tí hann var altíð ein so livandi persónur, sum við sínum dámliga og klóka verumáta og vakra smíli gjørdi vart við seg soleiðis, at okkum dámdu hann og lurtaðu eftir honum. Svenn og eg hava kenst og vóru vinmenn meginpartin av lívinum. Vit høvdu so nógv saman av felags áhuga. Serliga hugnaðu vit okkum saman við friðarligum gitar- og mandolinspæli – mangan best bara tveireinir heima hjá hvørjumøðrum – Evert Taube, Birgir Sjøberg - Sov på min arm------ Fyri einum fimm árum síðan kom hann uppí Ad Libitum við sínum gamla vælklingandi gittara, og har hava vit allir í hópinum havt mangar løtur, sum hóast alt eisini eru við til at geva lívinum eina fløvandi meining. Vit í Ad Libitum sakna teg sáran, og koma at minnast teg við virðing. Tankar okkara eru hjá tær Guð­ bjørg í tínari sorg um at hava mist tín elskaða mann, og hjá tykkum báðum Anniku og Eilif, sum hava mist tykkara elskaða pápa, og bíða saman við tykkum eftir, at sorgin hóast alt so við og við fer at lætta----- Jesus verið hjá tykkum Thomas Michael Svenn Brimheim til minnis Ì gjár 7. mai fylti Jensia Lauritsen í Sørvági 75 ár. Hon er fødd og uppvaksin í Skopun, dóttir til Elspu og Wenningsted Hansen. Jensia og systrarnar, Santr­ ina, Inna og Lula, giftust allar til Sørvágs. Jensia giftist við Müller Lauritsen, og saman fingu tey børnini: Jónrid og Eyðun. Jónrid er gift og búsett í Danmark, og Eyðun er giftur og búsettur á Skipanesi. Maður Jensiu, Müller, doyði fyri nøkrum árum síðan. Jensia helt dagin saman við sínum næru og kæru í heiminum í Sørvági. Jensia Lauritsen 75 ár TÍÐINDASKRIV Í dag letur Vigdis Sigmunds­ dóttir, listakvinna, upp eina framsýning við klipp­um Gallarí Ribarhús í Fugla­ firði. Framsýningin byrjar í dag kl. 14 og heldur áfram til hósdagin 24. mai. Við á framsýningini eru 11 klippmyndir úr ymiskum støðum í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð at hon synir fram í Gallarí Ribar­ hús. Vigdis hevur í eini 30 ár fingist við pappírscollagir og hevur havt nógvar fram­ sýningar, bæði her heima og í Danmark, Noreg og Íslandi. Í mars mánað gav Postverk Føroya út lívsverkið hjá Vig­ dis, Ormin Langa, sum er ein røð við 10 klippum, út á frimerkjum. Hesar myndir hava longu ferðast víða og fara aftur í juni á ferð til Danmarkar. Hesaferð er tað Rotary, sum luttekur á eini Kongress, við Víningum sum tema. Og tað er í hesum sambandi at Postverk Føroya, sum eigur myndarøðina av Orm­in­um Langa, hevur eina fram­ sýning í Bella Centrinum í Keypmannahavn. Framsýningin í Gallarí Ribar­hús er opin soleiðis: Mánadag til fríggjadag, kl 14 - 17.30 Leygardag, kl 11- 13 Sunnudag, kl 15 - 18.30. Vígdis Sigmundsdóttir í Gallarí Ribarhús Tíðindaskriv Í vikuskiftinum fingu trígg­ ir næmingar prógv sum kav­arar frá kavaraskúlanum Faroe Dive í Klaksvík. Næm­ingarnir hava í eitt tíðarskeið fingið undirvísing í kavarateori, kaving í svimji­ høll og ikki minst kaving í sjónum. Fleiri teirra hava tikið støðu til at útbúgva seg enn betri innan kaving á kavaraskúlanum. Á myndini síggja vit kavaranar eftir sein­asta kavið í sjónum á grundútbúgvingini. Frá vinstru síggja vit: Jóhan Hávarsá, Norðoyri, Petur Lamhauge, Saltangará, Regin Mortensen, Klaksvík og Janus Joensen, Instruktørur, Klaksvík. Faroe Dive: Tríggir kavarar fingið prógv www.sosialurin.fo