mánadagur 8. mai 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 8. mai 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Jógvan Heinrikur Norð
búð, Tórshavn, andaðist
á landssjúkrahúsinum
sunnumorgunin 7. mai,
58 ára gamal. Farið
verður úr kapellinum á
landssjúkrahúsinum heim í
Ebenezer týskvøldið 9. mai
kl. 18. Jarðarferðin verður
úr Ebenezer mikudagin
10. mai kl.13. Tey, ið vilja
minnast Jógvan, kunnu
lata eina gávu á kontu í
Føroya Sparikassa.
Haldór
Olavson,
Tórshavn, andaðist á
landssjúkrahúsinum
sunnukvøldið 7. mai, 94
ára gamal. Jarðarferðin
verður kunngjørd seinni.
Marianna Elleby, fødd
Jacobsen á Oddafløtti
í Vági, búsitandi í
Rødovre, andaðist á
sjúkrahúsinum í Herlev
leygardagin 6. mai, 71
ára gomul.
Jytte Hansen, ættað
úr Skive, búsitandi í
Klaksvík, andaðist á
Landssjúkrahúsinum,
leygardagin 6. mai, 68
ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum, sum vitjaðu meg
á 80-ára degnum. Tøkk fyri gávur, blómur,
heilsanir og uppringingar. Eisini tøkk til
tykkum, sum komu uttanlanda frá. Tøkk
til tykkum, sum hjálptu til. Tøkk øll somul
fyri ein minnisríkan dag.
Bestu heilsanir
Klara Debes
Jógvan Heinrikur Norðbúð
Tórshavn
andaðist á landssjúkrahúsinum
sunnumorgunin 7. mai, 58 ára gamal.
Farið verður úr kapellinum á landssjúkrahúsinum
heim í Ebenezer týskvøldið 9. mai klokkan 18.00.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer mikudagin 10. mai
klokkan 13.00.
Tey, ið vilja minnast Jógvan, kunnu lata eina gávu á kontu
í Føroya Sparikassa.
Tað kom óvart á okkum, tá vit fingu
boðini um, at tú mín kæra systir var
deyð.
Væl vistu vit, at tú var sjúk, men
tú hevði fingið tað eitt sindur betur,
so vit høvdu ikki væntað at tú fór so
skjótt.
Saknurin er ómetaliga stórur, og
tú hevur latið eitt stórt tómrúm eftir
teg, tú fylti so nógv í lívi okkara, tí tú
var altíð har fyri okkum. Tú var eitt
so hjartagott menniskja og tú vísti
kærleika til øll, sum tú hevði við at
gera, soleiðis sum eitt Guds barn
eigur at gera.
Men nú er tú heima hjá tínum Harra
og Frelsara, sum tú elskaði, og har
skulu vit báðar skjótt síggjast aftur
og saman syngja lambinum prís. Eg
sakni teg nógv, mín kæra elskaða
systir, men eg unni tær so væl tann
frið, tú nú hevur.
Heim tykkara hevur altíð verið væl
vitja, bæði av familjunum og øðrum,
og hví? Jú, tí at øll føldu seg væl inni
hjá tykkum, tit vóru altíð líka blíð,
bæði tú og Herman, har manglaði
onki. Tú Karolina reiddi sengur og ból
til gestirnar og helt atlíkavæl ongantíð
at tú gjørdi nokk og Herman stákaðist
í køkinum og hjálpti til við at gera
mat til øll.
Sum ung var tú í Danmark og lærdi
til syirsku, og tú brúkti tíni evnir til
fulnar. Tú var so kreativ og helt títt
heim so vakurt.
Tú bæði seymaði og bant uppá børn
ini, líka til tað síðsta. Eitt tíðarskeið
arbeiddi tú eisini á hotellinum. Nei
góða Karolina, títt arbeiði liggur
ikki eftir, og so elskaði tú blómur og
náttúruna í síni heild og gekk nógvar
túrar.
Men so bleiv tú sjúk og orkaði ikki
at ganga fleiri túrar, men stríddist bara
fyri at yvirliva. Harrin sá at tú ikki
orkaði meira og valdi at taka teg heim
til sín, til hvílu og gleði. Harrin veit,
hvat ið er best fyri okkum.
Ærað verið minni um mína elskaðu
systir.
Svanhild
Mátti Harrin veri hjá tær Herman og
tykkara børnum og styrkt tykkum í
sorgini.
1.
Eg vil syngja ein sang
um hitt signaða land,
um hin ljósa og skínandi stað,
har ei nakra tíð
stormur skal ýla um strand,
um hitt land, sum ei sorg hevur sæð.
Hetta landið eg ofta í andanum sá
og tann ljóma, sum skyggir um tað,
og tað mangan mær var,
sum ein toka bert lá
millum meg og hin glitrandi stað.
2.
Hetta sálana heim
er til tín og til mín,
vár æviga hvíld bíðar har;
Jesus stendur har uppi
og veitrar til sín.
Tann, sum fremmandur her niðri var.
Á tú lívsæla land! Aldri rennur eitt tár,
aldri hoyrist ein gremja í tær!
og við songi á munni í endaleys ár
skulu Harran vit tilbiðja har.
Minningarorð um Karolinu Clementsen av Sandi
f. 9. juli 1940 - d. 27. apríl 2006
28. apríl vóru 100 ár liðin
síðan FDM limablaðið
Motor kom út fyrsta ferð
leygardagin 28. apríl 1906.
Hetta vóru trý ár áðr
enn felagsskapurin FDM
(Forenede Danske Motor
ejere) var stovnaður í 1909.
Í Motor verða nýggir bilar
royndarkoyrdir, bæði í Dan
mark og í útlandinum, eisini
verða og motorsúkklur og
onnur akfør royndarkoyrd.
Í hvørjum blað eru eisini
frásagnir um ymisk ferðamál
kring knøttin.
Í Danmark hava FDM
nógv ymisk tilboð til bil
eigarar og onnur. Teir hava
t.d. koyriteknisku royndar
breytina “Jyllandsringen”,
ferðaskrivstovur og kampin
pláss kring alt landið, jurid
iska og tekniska ráðgeving,
og støðir har limirnir kunnu
fáa bilarnar eftirhugdar og
testaðar.
Felagsskapurin hevur
yvir 200.000 limir. Eisini í
Føroyum hevur FDM fleiri
limir. Onkuntíð hevur talið
verið uppi á umleið 1.800
limum.
Motor 100 ár