mánadagur 8. mai 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 88 - 8. mai 2006
Einaferð um árið
verður ein vika tikin
úr tímatalvuni á
Norðskála-Oyrar
Skúla. Øll vanlig
undirvísing verður
løgd á hillina, og listar
eginleikarnir verða
drignir fram í staðin.
Loppugras
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tá kann alt sum eitur rokning,
landalæra, søga ella danskt
bíða, tí tá snýr seg um sang,
tónleik, dans, tekning og
máling. Sutt sagt, so verður tað
listarliga barnið sett í hásætið
hesa vikuna.
Afturvendandia tiltak
– Evnisvikan er eitt árligt
afturvendandi tiltak. Við evn
isvikuna royna vit náa tað
heila barnið, og tað gera vit
við listini, sum er tónleikur
og máling. Vit arbeiða út frá
ymsum høvuðsevnum, og í
ár var evnið Loppugras.
Óli Jákup Joensen er fyrsti
lærari á Norðskála-Oyrar
Skúla, og tað er hann, sum
greiðir frá.
Áður hevur skúlin havt
Grindavísuna og H.C. And
ersen sum høvuðsevni í
evnisvikuni. Í fjør var evnið
Aleksandur Kristiansen, og í
ár fall valið so á Loppugras,
eitt yrkingasavn eftir Sólrun
Michelsen.
Allar listagreinar
umboðaðar
– Vit leggja okkum altíð
eftir at velja evnið, har allar
listargreinar kunnu koma
upp í part. Næmingarnir
skulu kunna spæla tónleik
og syngja eftir teimum evn
um vit velja. Í so máta er
Loppugras eitt einastandi
tiltak, har tekstirnir eru
lættir og ljósir, umframt at
løgini eru sera góð og rigga
væl til. Eisini málingin og
tekningin er við íblástri úr
Loppugras, sigur Óli Jákup
Joensen, sum er sera væl
nøgdur við evnisvikuna,
sum var alla farnu viku og
endaði við, at næmingarnir
leygardagin vístu fram tað,
teir høvdu fingið burtur úr.
Har var bæði spælt, sungið
og dansað, og meðan ein
steðgur var, kundu øll ganga
runt og hyggja at tekningum
og málningum frá vikuni.
Bar a positivt
Tað er ikki óvanligt, at
skúlar seta dagar av til eitt
hvørt annað enn vanligu
undirvísingina, og tímatalvan
harvið má víkja, men ein
heil vika er nógv í einum
skúlaárið. Kortini metir Óli
Jákup Joensen, at hetta ikki
gongur út yvir frálæruna hjá
tí einstaka næminginum. -
Nei, tað haldi ikki. Lesingin
vísir seg at vera tað, sum
krevur at vera í gongd alla
tíðina, og tí byrjar hvør
dagur í evnisvikuni við, at
næmingarnir lesa í ein hálvan
tíma. Yngru flokkarnir
hava fyri, júst sum vanligt,
meðan eldur flokkarnir hava
frílesing, og soleiðis verður
tað hildið við líka.
– Eg haldi, at øll kring
skúlan eru glað fyri eina
viku sum vit júst hava
havt, og hugurin til vanligu
skúlagongdina vísir seg
eisini at vera betri aftaná,
so hetta er nakað vit eru
ógvuliga glað fyri, sigur Óli
Jákup Joensen, fyrsti lærari
á Norðskála-Oyrar Skúla.
Listin í hásætið
í eina viku
Serkøn
hjálp
útifrá
Fyri at fáa sum mest
møguligt
burturúr
evnisvikuni, hevði skúlin
valt at fáa serkøna hjálp
úti frá. Arbeitt varð nógv
við dansi, og her høvdu
tey fingið Hildibjørg Sól
sker av Oyrarbakka at
hjálpa til og leggja lag
á. Hildibjørg undirvísir
nógv í dansi, og seinastu
tíðina er tað serliga tann
væl umtøkti line-dansurin,
sum hevur fylgt nógv.
Til tónleikin hevði skúl
in eisini fingið sær ser
køna, fyri ikki at siga pro
fessionella hjálp, í Ólavi
Olsen. Hetta eru tey á skúl
anum ómetaliga glað fyri.
Men at fáa fólk úti
frá og inn á skúlan er
ikki ókeypis, og fyri at
fíggja tað, hevur skúlin
brúkt vikartímar tey eiga.
– Tað krevur, at vit brúka
ómetaliga fáar vikartímar
ígjøgnum árið annars, og
at lærararnir eru lagaligir
mótvegis skúlanum, og
tað seg tíbetur at rigga væl,
sigur Óli Jákup Joensen.
RWD