mánadagur 8. mai 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 8. mai 2006
15
Lansfelag Pensionist
anna skipaði leygar
dagin í felag við
eldrafelagnum
NÓN fyri eldradegi
í ítróttarhøllini í
Runavík. Sera nógv
fólk møttu, og tiltakið
var sum heild sera væl
eydnað
ELDRADAGUR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Eldradagurin er eitt aftur
vendandi tiltak, sum Lands
felag Pensionistanna skipar
fyri í samráð við lokalu pen
sjonistafeløgunum. Eldra
dagurin hevur verið hildin
ymsastaðni kring landið,
og í ár varð hann hildin í
Runavík.
Gevur innihald
Eftir at Amy Djurhuus, for
kvinna í NÓN, hevði bjóð
að vælkomin, fekk Kári P.
Højgaard, býráðslimur í
Runavíkar kommunu og
løgtingsmaður fyri Sjálvs
stýrisflokkin, orðið.
Hann heldur, at tað er ein
ótrúliga góður møguleiki
hjá teimum eldru at koma
saman á einum eldradegi.
Tað er møguleiki fyri at fáa
nakað bæði til likams og til
sálar. Slík tiltøk og onnur
hjálpa til at geva lívinum
innihald, eftir at vit eru farin
av arbeiðsmarknaðinum.
Á eldradegnum hittast fólk
frá øllum landinum, sum
ikki hava sæð hvønn annan
í fleiri ár. Tað skapar ein
felagsskap millum tey eldru,
segði Kári P. Højgaard.
Kári kom eisini inn á týdn
ingin av rørslu. Hann hevur
sjálvur gingið túr hvønn
dag og sigur, at tað er sera
gevandi. - Livitíðin verður
longri, og livigóðskan verður
betri, tá ið vit røra okkum.
Jógvan Fríðriksson hug
leiddi um munin millum
tey eldru og tey yngru.
Sum altíð fangaði hansari
livandi frásøguháttur áhoyr
arafjøldina.
Fimtingurin av
gentunum í Føroyum
verða 100 ár
Kór Glyvra Kirkju, sum
Meinhard Bjartalíð stjórn
ar, sang, áðrenn Andrias
Petersen, lækni og løg
tingsmaður fyri javnaðar
flokkin, fekk orðið. Hann
byrjaði við einum søguligum
afturliti. Tað ættarliðið, sum
eru pensjonistar í dag, vaks
upp í krígsárunum. Tað var
ein sera óstøðug tíð, har
tað fyrst gekk sera væl,
men síðani kom kreppan í
50´unum.
Børnini í dag liva undir støð
ugum viðurskiftum. Vit tosa
ikki longur um sjúkur sum
tuberklar og eingilska sjúku.
Í dag eru vælferðarsjúkurnar
fíggindin. Ovurnýtsla av
tubakki, alkohol og mati
er ein stórur trupulleiki hjá
nógvum. Tað er týdningar
mikið, at vit liva sunt, og at vit
røra okkum. Ein gongutúrur
um dagin er sera góður. Um
vit eru ansin um, hvussu vit
liva, kann okkara lívsgóðska
hækka, og livialdurin økjast,
segði Andrias Petersen.
Um núverandi gongd
heldur fram, so kunnu vit
vænta, at tað ikki verður
óvanligt, at fólk gerast 100
ár. Tølini vísa, at fimta hvør
genta, sum verður fødd í
dag, fer at gerast 100 ár,
segði Andrias Petersen.
330 pensjónistar
gjørdu fimleik
Eftir døgurða var dentur
lagdur á rørslu og fimleik.
Fyrst segði ein fysiotera
peutur frá týdninginum
av, at tú rørir teg. Aftaná
hevði Jóhanna Troest,
fimleikalærari fimleik við
allari fjøldini.
Alfred Olsen, løgtings
limur fyri sambandsflokkin
tosaði um landspolitikk og
eldraøkið.
Høvi var at seta spurningar,
og eftir at lutaseðlarnir
vórðu trektir, var dagurin
komin at enda. Klokkan var
vorðin 17, tá ið luttakarnir
fóru hvør til sítt.
Amy Djurhuus, forkvinna
í NÓN sigur, at hon er sera
væl nøgd við dagin. - Hetta er
størsta luttakartal nakrantíð,
og eg haldi, at luttakarnir
fingu nógv burturúr.
Niklas Akraberg
Poulsen er formaður
í Landsfelag
Pensjónista. Hann
sigur, at tey hava
fingið ótrúliga góða
hjálp frá øllum
síðum til at skipa fyri
degnum.
ELDRADAGUR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Eldradagurin í ár var sera
væl eydnaður. Tað hava
ongantíð møtt so nógv fólk
upp, sigur Niklas Akraberg
Poulsen.
– Vit skipa fyri degnum
í samstarvi við tey lokalu
feløgini, og tað gongur upp
á skift, hvar eldradagurin
verður hildin. Í fjør var
hann í Klaksvík, og í ár
varð eldradagurin hildin í
Runavík. Samstarvið við tey
lokalu feløgini er sera gott.
Vit møta vælvild frá øllum
síðum. Kommunan letur
okkum fáa ítróttarhøllina, og
Sjómansheimið letur matin,
sigur Niklas.
– Tað er týdningarmikð
fyri tey eldru, at tað verður
skipað fyri slíkum tiltøkum,
tí at tað gevur fólki okkurt at
fara út til. Tað kann onkuntíð
vera lítið at fara til, tá ið tú
verður eldri, og so er tað
skjótt, at tú bara situr inni.
– Hetta styrkir um sam
anhaldið hjá pensjónist
unum. Endamálið við hesum
degnum er ikki, at vit skulu
síggjast og fáa politiska
ávirkan eins og fakfeløgini
gera, men heldur at styrkja
um samanhaldið millum
pensjónistarnar.
– Tá ið vit tosa um rætt
indini hjá teimum eldru,
er tað landsfelagið, sum
umboðar okkum. Sjálvandi
standa vit eisini sterkari, tá
ið samanhaldið er gott, sigur
Niklas.
Millum røðarnar á eldra
degnum vóru Andrias
Petersen, sum er lækni og
Jógvan Fríðriksson, prestur.
– Vit royna altíð at hava
skránna soleiðis, at fólk
fáa okkurt burtur úr bæði
til likams og sálar. Tí hava
vit valt at hava ein prest
og ein lækna, sigur Niklas
Akraberg Poulsen.
330 fólk á
eldradegi
í Runavík
Sera góð undirtøka
Klokkan tólv var døgurði at
fáa. Tá var góður møguleiki
at fáa eitt prát. Yvirav
mær sótu tvær stuttligar
og frískligar systrar úr
Klaksvík. Tær eita Ella
og Ingibjørg Petersen, og
teimum dámar væl, at tað
verður skipað fyri einum
eldradegi.
– Undirsjóvartunnilin
ger tað so lætt at ferðast, so
at vit ivaðust ikki í at fara.
Tað er stuttligt at kunna
hitta so nógv fólk, sigur
Ella Petersen
– Eg havi hitt onkran í
dag, sum eg ikki havi sæð
í 20 ár, sigur Ingibjørg
Petersen.
Tá ið eg sigi teimum,
at eg eri tíðindamaður hjá
Sosialinum, flenna tær við
tankan um, at tær skulu í
blaðið.
- Eg hugsaði, at tú mátti
vera tíðindamaður, tí at tú
spyrt so nógv, sigur Ella.
HK
Sæð fólk aftur
aftaná 20 ár
Niklas Akraberg Poulsen, formaður í Landsfelag Pensjónista var
sera vælnøgdur við dagin. - Hetta styrkir um samanhaldi, sigur
hann
Ella og Ingibjørg Petersen hugnaðu sær á eldradegnum. Tær
hittu nógv fólk, sum tær ikki høvdu sæð í langa tíð.
330 luttakarar vóru á eldradegnum í Runavík leygardagin. Andrias Petersen var ein av
røðarunum