mánadagur 8. mai 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 88 - 8. mai 2006
- Ein komandi
føroysk oljuvinna
kann fáa alstóran
týdning fyri framtíðar
flogferðsluna í
Føroyum, bæði tí at
hon setir størri krøv
til lending og fráferðir
og tí hon kann vera
við til at fíggja ein
nýggjan flogvøll.
Samferðsla
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Orðini
eigur
Pætur
Rasmusssen, sum er ein av
oddamonnunum í nýggja
føroyska flogfelagnum
FaroeJet. Við sínum drúgvu
royndum innan flogferðslu
og ferðavinnu fyrst í
Grønlandi gjøgnum 32 ár
og nú í Føroyum gjøgnum
arbeiði sítt hjá Atlantsflogi
gjøgnum fýra slóðbrótandi
ár sær Pætur Rasmussen
ein nýggjan flogvøll á
Glyvursnesi sum nakað heilt
náttúrligt og neyðugt.
–Koma vit í ta støðu, at
vit finna olju við Føroyar,
so mugu vit hava ein eyka
flogvøll. Vit mugu hava
tveir flogvallir, soleiðis at
tú nærum altíð kann lenda
í Føroyum. Tær nýtist
kanska ikki neyðturviliga
at hava tveir fult operativar
flogvallir í Føroyum men
tó soleiðis, at tú hevur ein
fastan alternativan flogvøll,
so vit kunnu spara bæði tíð
og pengar við at skula fara til
Noregs, hvørja ferð tað ikki
er lendandi í Vágum. Tær
mongu flogferðirnar, sum í
dag verða gjørdar til Noregs
og aðrastaðni, tí líkindi ikki
eru at lenda í Vágum, heldur
Pætur Rasmussen vit kundu
verið fyriuttan, um tveir
møguleikar vóru á lenda í
Føroyum, tvs. í Vágum og á
Glyvursnesi.
Pætur Rasmussen, sum er
partur av leiðsluni í FaroeJet,
sigur, at hann er sera spentur
um, hvussu fer at ganga
við komandi oljuboring á
landgrunninum í summar.
Hann heldur tað eisini vera
rætt at umhugsa at brúka part
av komandi oljuinntøkum til
nettupp at byggja ein nýggjan
flogvøll, sum tá kann koma
øllum samfelagnum til
góða umframt eini komandi
oljuvinnu, ið fer at hava tørv
á alternativum flogvølli
eisini til sítt vónandi nógva
virksemi.
Tíðindaskriv
Eftir sera áhugaverda og
upplýsandi fyrilesturin
hjá Marner av Lofti
um evnið: “Er land
fyri frið-politikkurin
loysnin á stríðnum
millum palestinar og
Ísraelsmenn”,
hevði
Ísraelsfelagið aðalfund
í Miðlahúsinum leygar
dagin 22. apríl.
Formaðurin greiddi
frá virki felagsins í farna
ári.
Felagið skipaði eis
ini fyri einum væleydn
aðum fundi í skúlanum
í Miðvági, har Hildi
brandur Davidsen og
Svenning av Lofti talaðu
um evnið: ”Hava jødarnir
rættin til Ísrael?”
Felagið hevur havt vitj
an av Jørn Nielsen úr
Danmark, sum ferðaðist
kring oyggjarnar og
greiddi frá ognarrætti
Ísraels til heilaga landið.
Somuleiðis hava Zippora
og Ramon Bennett vitjað
og havt fyrilestrar kring
oyggjarnar. Hesar vitjanir
hava verið samskipaðar
saman við felganum Vin
um Ísraels.
Felags innsavningar
tiltak
Í farna árið stóðu ”Ísra
elsfelagið” og ”felagið
Vinir Ísraels” saman um
eitt innsavningartiltak
til fátæk og neyðstødd
í Ísrael. Inn komu til
samans kr. 104,844,45,
sum vóru latnar hjálp
arfelagsskapinum ”Las
ova” í Tel Aviv. Lasova
rekur fimm matstovur,
sum hvønn dag lata
1800 heitar máltíðir
ókeypis til fátæk. Felags
kapurin hevur eisini tvey
herbergi, har 70 heim
leys fáa ókeypis tak yvir
høvdið.
Føroyskt stuðuls
tiltak á Tórsvølli
Tá ið ísraelska fótbólts
landsliðið leikti á Tórs
vølli í fjør møttu einir
hálvthundrað limir frá
Ísraelsfelagnum og Vin
um Ísrael upp og veitraðu
við ísraelskum fløggum.
Feløgini fingu heilsan frá
leiðaranum fjá ísraelska
landsliðinum, sum segði,
at teir gleddust um at
síggja hetta prógvið fyri
føroyskum vinsemi móti
Ísrael. Eisini fólk í Ísrael
løgdu merki til hetta til
takið í sjónvarpinum, at
ísraelsk fløgg veitraðu
við vøllin – og hetta
gleddi tey ómetiliga
nógv.
Tá
føroyska
landsliðið var í Ísrael,
vóru føroyskir fjøl
miðlar umboðaðir og
fekk Ísrael tá nógva
og góða umrøðu, ikki
minst gjøgnum tær frá
líku sendingarnar, sum
Jógvan Arge hevði í
útvarpinum um jóltíðir
í fjør og tað sum
blaðmenn skrivaðu í
bløðunum.
Vitjan í næstum
Ísraelsfelagið hevur boðið
onglendinginum David
Pawson at vitja. David
er kendur bíbliulærari og
er serkønur viðvíkjandi
Ísrael og bíbilsku pro
fetiunum.
Føroyskar
bólkaferðir
til Ísraels
Ísraelsfelagið gleðist um,
at fleiri bólkaferðir vóru
gjørdar til Ísraels í 2005,
eftir at eingin bólkaferð
hevði verið gjørd úr Før
oyum seinastu 4 árini
vegna ófriðin, ið hevur
valdað millum palestinar
og Ísrael. Aftur í ár verð
ur ferðast til Ísraels. Ferð
alag úr Føroyum við 16
fólkum var í Ísrael á
páskum.
Í hesum døgum er eitt
føroyskt ferðalag í Ísrael
við 21 fólkum.
Allur heimuirn held
ur ondini nú yviorgang
afelagsskapurin Hamas
vann palestinska vali
og er komin til valdið.
Hvat ferat henda.ST og
øll demokratisk lond
hava steðgað peninga
stuðlinum til Palestina
og fara at gera tað so
leingi
sum
Hamas-
stjórnin ikki greitt og
klárt strikar viðtøku sína
um at teir vilja oyða
Ísraelsku tjóðina.
Á aðalfundinum still
aðu fráfarandi nevnd
arlimir uppaftur til val
og nýggjir vóru valdir.
Nevndin í Ísraelsfela-
gnum er nú henda:
Svenning av Lofti,
Tórshavn, Maigun Sol
munde, Syðrugøtu, Poul
Johan Djurhuus. Glyv
rar, Jákup S. Joensen,
Sandavágur, Henrikka
Øregaard, Fuglafirði,
Brynhild Bláhamar Poul
sen, Tórshavn, Petur
Karl av Rana, Tvøroyri
Hesi vóru vald sum
eykalimir: Richard Dan
ielsen, Fuglafirði og
Katrin Egholm Isfeld,
Tórshavn
Nevndin hevur ikki
skipað seg.
Ísraelsfelagið
havt aðalfund
Pætur Rasmussen í FaroeJet:
-Byggið flogvøll
á Glyvursnesi
Pætur Rasmussen, leiðari hjá FaroeJet, heldur tað vera rætt nú at umhugsa flogvøll á Glyvursnesi.
Mynd Jens K Vang