Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mai 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 8. mai 2006 17 Sum fyrsti banki í Norðurlondum bjóðar Føroya Banki kundum sínum ein nýggjan lánimøguleika til búseting. Møguleiki verður nú at fáa eitt lán við 30 ára fastrentu. Hetta er eitt lán, sum hevur somu eginleikar sum eitt danskt realkredittlán Sethúsalán Orð/mynd: Snorri Brend Føroya Banki: – At vit nú koma við hesum nýggja til­ boðnum er ein fylgja av tí stóra talinum av bústaðum, sum verða bygdir tey kom­ andi árini. – Hugsandi er at prísirnir á sethúsum kunnu hækka or­s­akað av hesum. Men hin­vegin ger lága rentan sanniliga sítt til, at fólk vilja keypa sær hús, heldur enn at leiga, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka. Á tíðindafundi í morgun legði hann fram henda nýggja møguleikan, sum eftir bankans meting er eitt slóðbrótandi tiltak fyri framtíðina. Janus vísti á, at bara í Suð­urstreymoy verða bygd­ ir einir 760 bústaðir tey komandi trý árini og helst eini 400 aftrat aðrastaðni kring landið. Hetta setir sum vera man krøv til ein fíggingarstovn sum Føroya Banka. – Tað er púra greitt, at við so nógvum, ið ætla sær at seta búgv, setir tað eisini krøv fram um fjølbroyttar møguleikar fyri at fáa lán. – Vit ynskja at bróta upp úr nýggjum. Tað er júst henda tørvin, sum vit vilja nøkta hjá teimum, ið ynskja at byggja ella keypa sær hús, sigur Janus Petersen. Bankin hevur í eina tíð arbeitt við at fyrireika hesa stóru og forvitnisligu ætlan. Hon er longu royndarkoyrd hjá nøkrum av kundum bank­ ans, og vísir seg at rigga avbera væl. – Hesar seinastu mán­að­ irnar eru umleið 100 mió. kr. útlæntar eftir hesum til­ boðnum, vísti hann á. Ovurstór bygging Fyri Janus Petsersen og hini starvsfólkini í Føroya banka er púra greitt, at bú­staðarmarknaðurin stend­ ur fyri ovurstórum vøkstri tey komandi árini. Víst verður á, at tey kom­ andi trý árini verða væntandi bygdir 760 nýggir bústaðir bara í Suðurstreymoy, og kom­andi fimm árini verður helst talan um 1100 nýggjar bústaðir. Her er talan um tær stóru ætlanirnar, sum í høvuðs­ staðarøkinum umfata m.a. bygging á Hamarinum á Argjum, Millum Horna, 1. byggistigið í Hoyvíks­ haganum og seinni kanska ætlanin við Stórutjørn, har byggjast skulu einar 300 bústaðareindir. Hetta hendir samstundis sum fólkatalið í Suður­ streymoy vaks við sløkum 3000 fólkum tey seinastu 10 árini. Hinvegin so hevur talan verið um eitt undirútboð av bústøðum hesi árini. Hetta hevur so aftur ført til at prísirnir av bústøðum hava verið rættiliga høgir í hesum økinum. – Tíðin vil sjálvandi vísa, um allar hesar ætlanirnar gerast veruleiki. – Men hesar krevja so fígging, og tað hava vit so tikið fylgjurnar av við hesum slóðbrótandi tilboði okkara, sigur Janus Petersen. Okkara egna tilboð Undir framløguni í morgun vísti Janus Petersen á, at mangir fyrimunir eru við hesum nýggja lánstilboðnum, sum fer at kosta kundunum nakað meiri. Ein av stóru fyrimununum er, at tann einstaki kundin fær øll síni lán frá einum og sama veitara. Talan er ikki um ein fjarskotnan veitara í øðrum landi, men um ein einstakan heimligan, og sum harftrat er hjá fólki sum kundin kennir. – Ja, ein kann siga tað so, at lánið er í kundans egna umhvørvi alla lánstíðina. – Og hetta skapar sjálvandi forstáilsi fyri serligum um­støðum, um trupulleikar verða við at gjalda lánið aftur, sigur stjórin og vísti eisini til møguleikan at minka um restskuldina, um rentan lækkaði. Hinvegin er her talan um kappingarførar prísir, har bankin, sum hevur góðan lik­viditet í løtuni, ikki er fastlæstur av hámørkum, sum ein møguligur høvuðsveitari hevði sett. – Tað er hend ein stór menning innan fíggjarheimin tey seinastu 2-3 árini. Tá var hesin møguleikin ikki til, men tað er hann nú. – Her er tí talan um eitt sera liðiligt og gott tilboð, her vit bjóða kundunum eitt fullfíggjað úrval av lánum, sigur ein ikki sørt errin, Janus Petersen. Slóðbrótandi lán til framtíðar kundan Konverterbar fastrenta Føroya Banki hevur ment konverterbar FastLán og lán við RentuLofti til húsarhald við áramálum heilt út til 30 ár. Møguleikarnir eru hesir: FastLán • Føst renta í 20, 25 og 30 ár • Óbroytt lánsgjald alt tíðarskeiðið • Møguleika fyri at minka restskuldina, tá rentan hækkar • Møguleiki fyri at leggja um til lægri rentu, tá rentan lækkar • Við skáamøguleikum RentuLoft • Loft fyri rentuhækkingum í 20, 25 og 30 ár • Mesta gjald ásett • Nýtir lágu rentuna • Trygd móti rentuhækkingum • Møguleika fyri at minka restskuldina, tá rentan hækkar • Við skáamøguleikum FAKTA Nógv bygging komandi árini Komandi 3-5 árini standa nógvar og stórar byggiætlanir fyri framman. Her verður greitt frá nøkrum teirra og talinum av bústaðareindum:: • Stjóratjørn 300 eindir ( 5-15 ár fram) • Hamarin á Argjum 230 eindir (2007-08) • Millum Horna 128 eindir • Hoyvíkshagin 1. byggistig 110 eindir (2005-07) • Myllutjørn 60 eindir (2008-09) • Saman við øðrum ætlanum er talan um íalt 1.110 bústaðareindir í Suðurstreymoy, umframt einar 400 á øðrum støðum kring landið. Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka: - Vit vilja veita fólki liðilig lán til framtíðina!