mánadagur 8. mai 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 88 - 8. mai 2006
Nú fer at bera til at
skonkja øl til tiltøk,
har nógv fólk eru
komin saman. Hetta
avgjørdi løgtingið á
seinasta fundinum
fríggjadagin.
Rúsdrekkamálið
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Nógv hevur staðið á í tingin
um seinastu dagarnar, og fleiri
átrokandi og týðandi uppskot
skuldu fáast av vegnum, nú
tingið fer í summarfrí. Eitt hitt
seinasta bragdi hesa tingsetuna
gjørdist, at uppskotið um at
broyta rúsdrekkalógina, so eitt
nú festivalar, ráðstevnur og
onnur stór almenn tiltøk skulu
kunna søkja um at skeinkja øl
bleiv samtykt. Við ynk og fred
vildi onkur kanska tikið til.
Tað var Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í Vinnu
málum, sum vegna landsstýrið
legði uppskotið um broyta
rúsdrekkalógina fram í vár
í ár. Í grundgevingunum til
uppskotið, varð sagt, at eftir
galdandi rúsdrekkalóg er bert
loyvt at skeinkja rúsdrekka á
støðum við skeinkiloyvi, og
loyvi til útskeinking kann
einans verða veitt persónum,
feløgum o.l., ið reka hotell-
og restauratiónsvirksemi.
Heimild er ikki fyri at loyva,
at skonkt verður til støk tiltøk,
eins og vanligt er aðrastaðni.
Tískil er ikki møguligt at veita
loyvi til at skeinkja á eitt nú
stevnum og øðrum tiltøkum,
eins og møguleiki ikki er fyri at
skeinkja rúsdrekka í sambandi
við, at størri almennar veitslur
ella dansikvøld, um hesi tiltøk
verða hildin á øðrum støðum
enn teimum, sum hava per
manent skeinkiloyvi.
Drekka niðurfyri
Víðari verður sagt, at verandi
rættarstøða neyvan virkar
tálmandi upp á nýtsluna, men
hinvegin elvir til, at drukkið
verður undir óskipaðum við
urskiftum uttan eftirlit. Av
tí, at rúsdrekka ikki kann
keypast til hesi tiltøk, verður
mangan drukkið ríkiligt niður
fyri, áðrenn farið verður
heimanífrá, umframt at fólk
hava rúsdrekka við sær.
Henda støða er óvirðilig, og
minnir rúsdrekkamentanin á
hesum øki ikki so lítið um ta
rúsdrekkamentan, vit kendu
so væl í Føroyum fyrr, og sum
roynt var at koma burturfrá
við nýggju rúsdrekkalógini í
1992.
Núverandi skipan hevur
eisini óhepnar avleiðingar
við sær fyri trygdina til tey
størru av umrøddu tiltøkum
– her verður serliga hugsað
um festivalarnar og størri
dansikvøld, av tí at stórur
vandi kann standast av
teimum fløskum, sum fólk
ofta hava við sær. Hóast tað
ikki er loyvt, eru royndirnar
hjá teimum, sum skipa fyri
slíkum tiltøkum og standa
fyri vaktarhaldinum, at tað
ikki ber til at sleppa undan, at
fólk hava fløskur við sær inn
á økið við teimum óhepnu
avleiðingum, hetta hevur við
sær. Mett verður, at hesin
trupulleiki hevði verið mun
andi minni, um loyvt var at
skeinkja á staðnum. Hetta
hevði samstundis gjørt tað
møguligt at styrkt eftirlitið
við teimum yngru, sum
ikki hava aldur at keypa rús
drekka á staðnum.
Uppskotið um rúsdrekka
lógina varð samtykt við
atkvøðunum 19 fyri og 12
ímóti, og fer tað at virka um
nakrar vikur.
Øl til festivalarnar
Jón Tyril um
skeinkiloyvi til
festivalar:
Ein bati
uppá 500%
Við broytingunum í rús
drekkalógini, sum tingið
samtykti fríggjadagin, fer
at bera til hjá teimum sum
frammanundan hava skonk
iloyvi at søkja um at sleppa at
skonkja á eitt nú festivalum.
Jón Tyril, sum er samskipari
av G! sigur, at hóast hetta
ikki er júst tað uppskotið,
sum tey høvdu hugsað sær,
so er hetta, at onnur kunnu
koma inn og skeinkja øl, ein
betring uppá 500%.
– Vit síggja tað sum ein
spurning, um mann vil
hava skipað ella óskipaði
viðurskifti, og tað gleðir
okkum nógv, at viðurskiftini
nú koma í rætt lag, sigur Jón
Tyril. Og hann vísir á, at tað
kann fáa stóran praktiskan
týdning fyri festivalin.
– Fíggjarliga fær tað
kanska eisini ein minni týdn
ing, tí hóast tað eru onnur
sum standa fyri ølsøluni, og
harvið fáa inntøkurnar, so
gangi eg út frá, at tey, sum
vilja selja øl á festivalinum,
er sinnaði at rinda fyri tað,
akkurát sum øll onnur gera,
sum selja eitthvørt á G!,
staðfestir Jón Tyril.
RWD