mánadagur 8. mai 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 88 - 8. mai 2006 ]
Nr. 88 • mánadagur • 8. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Fríggjadagin gjørdi
kappingarnevndin
av, at B36-venjarin,
Sigfriður Clementsen,
fekk dystarbann til
næsta dystin hjá B36.
Bannið slóðar fyri
nýggjar siðvenju á
økinum, og longu nú
tykist spenningur
taka seg upp um,
hvussu siðvenjan
verður fylgd
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var rokmikið, tá dómarin
hevði floytað fyri seinastu
ferð eftir dystin millum HB
og B36 fyri nú 12 døgum
síðani.
Ein av teimum, sum heilt
nógv fokus var á bæði undir
og eftir dystin, var dómarin,
Lassin Isaksen. Somikið
ónøgdur var B36-venjarin
um avrikið hjá dómaranum,
at hann eftir dystin segði sína
hjartans meining. Sum skilst,
so svaraði dómarin eisini fyri
seg, tá atfinningin kom, og á
sjónvarpsmyndunum sást ein
uppøstur B36-venjari vilja
sleppa framat dómaranum.
Broyttu siðvenjuna
Nú eru tær frágreiðingar,
sum dómarin skrivar eftir
dyst, (tíverri) ikki umfataðar
av lóggávuni um alment
innlit, og tí hava vit ikki
nakað avrit av hesari her á
blaðnum.
Sum skilst, so hevði
dómarin eftir dystin í
Gundadali tó ikki skrivað
nakað sum helst um tað, sum
gekk fyri seg millum hann
og B36-venjaran. Og eftir
gomlu reglunum vildi talan
tí ikki verið um fylgjur fyri
nakran partin.
Fyri hálvum øðrum ári
síðani boðaði kappingar-
nevndin hjá FSF tó frá, at
nevndin nú eisini fór at nýta
sjónbandaupptøkur sum
próvgrundarlag, um hetta
skuldi verið neyðugt.
Fyrsti dómurin í hesum
sambandi fall í fjør, tá
Magni Mohr og Bergur
Midjord hjá B36 fingu
dystarbann eftir eina
hending í dystinum millum
TB og B36 á Sevmýri í fjør.
Ein hending, har tað annars
bert var Jón Johannesen hjá
TB, sum fekk reyða kortið
frá dómaranum.
Ta ferðina hevði dómarin
tó eisini skrivað um tað,
sum fyrifórst í og við
skiftisskýlið hjá B36, og tí
vórðu sjónbandaupptøkurnar
bert nýttar sum supplerandi
próvgrundarlag ta ferðina.
Slapp ikki at verja seg
Í førinum, har Sigfríður
Clementsen fekk dystar-
bann, er siðvenjan tó herd
nakað nógv meira. Tí
hóast dómarin var partur
av hendingini, sum gav
bannið, so hevur hesin ikki
mett hendingina somikið
átaluverda, at hon er komin
við í dómarafrágreiðingina.
Úr FSF eru boðini tó greið.
Eins væl og spælarar skulu
duga sær hógv á vøllinum,
skulu venjarar og leiðarar
annars eisini duga sama
kynstrið. Og tá talan er um
ósømiligan atburð, so verður
hetta revsað.
Hartil, so varð verjurætturin,
sum ein ákærdur hevur havt
innan FSF seinnu árini eisini
tikin av, tá B36-venjarin fekk
bannið. Sjálvur staðfesti
Sigfríður Clementsen, at
hann ikki varð biðin um at
koma við viðmerkingum
um málið. Nakað sum
annars hevur verið standard-
mannagongdin hjá FSF, tá
mett verður um, hvørja
revsing eitt brot skal hava
við sær.
Nýggj dømi í væntu
Eftir enn eitt umfar í
Formula-deildini tykist
spurningurin nú verða,
hvussu harða linjan verður
fylgd upp. Í londunum kring
okkum hevur tað í fleiri
ár verið siðvenja, at sýna
spælarar og venjarar v.m.
ringan ítróttaranda undir
ella eftir dyst – ella bara við
ósømiligum viðmerkingum
– kostar hetta bæði leikbann
og bøtur.
Eitt gott dømi um hetta
kundi eisini verið tað, sum
B68-venjarin, Jóannes
Jakobsen, hevði at siga um
dømingina í Vági, tá hann
varð uppringdur av ítrót-
tar tíðindunum
hjá
Útvarpinum. Náttúrða-
maturin hjá fleiri mundi fara
skeivt í hálsin, tá dómarin
fekk sum lítil gudur, sum
helt skula avgera dystin. Og
lítil ivi man vera um, at hetta
verður nakað, sum verður
tikið upp á næsta fundi hjá
Kappingarnevndini.
Og heldur eingin ivi man
vera um, at vit í kvøld fara
at síggja fleiri myndir av tí,
sum fyrifórst á vøllinum
eftir dystin millum KÍ og
HB í Klaksvík. Sum skilst,
so var talan her tó meira
um HB-spælarar, sum vóru
frustreraðir um, at teir í
evstu løtu mistu sigurin
– og helst eisini um málið,
sum KÍ fekk. Men hvar
gongur markið millum
frustratión og ringan atburð.
Og hvussu stórur munur er
á tolerancu-markinum hjá
ávíkavist dómaranum og
Kappingarnevndini. Tað eru
spurningar, sum helst eisini
verða settir á dagsskránna
komandi dagarnar.
Stutt sagt
Skilir ikki
manna-
gongdina
Sigfríður
Clementsen
ásannar, at hann
ikki bar seg rætt
at eftir dystin
móti HB. Men
hann undrast á
mannagongdina,
sum
Kappingarnevndin
nú hevur stungið
út
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
– Tað er eingin ivi um,
at eg bar meg skeivt at.
Eg lat meg provokera
av Lassanum, og eg
skal nokk eisini taka
við revsingini, sum
fylgir við hesum. Og
fái eg ein dag og Alex
ein, so gevur tað jú tveir
tilsamans.
– Men eg havi ilt
við at skilja, hvussu
Kappingarnevndin
kann pilka eina einstaka
hending út, tá tað var
somikið nógv annað,
sum eisini gekk fyri
seg. Bæði undir og eftir
dystin.
Soleiðis segði Sig-
fríður Clementsen, tá
hann fríggjadagin fekk
at vita, at hann ikki slapp
at sita á beinkinum, tá
lið hansara sunnudagin
skuldi spæla toppdyst
móti EB/Streymi sunnu-
dagin.
Við hesum sipar
hann eisini til, at hetta
er fyrsta ferðin, at
sjónbandaupptøkur
verða nýttar sum dóm-
gundarlag, uttan at nakað
er skrivað um hendingina
í dómarafrágreiðingi,
sum varð latin um dystin.
Ein dystur, sum fyri tað
nógva var merktur av
dømingini, sum gjørdist
høvuðstema hjá bæði
miðlum og heimasíðum
eftir dystin.
– Poengið er helst,
at venjarar skulu vera
fyrimyndir á vøllinum.
Tað er sjálvandi eitt
sjónarmið, sum eg taki
fult undir við. Men
tað tykist, sum verður
alt annað, sum hendi
hendan dagin samstundis
gloymt. Í øllum førum
dømir sami dómari longu
aftur hetta vikuskiftið,
ljóðaði heldur speiskliga
viðmerkingin frá B36-
venjaranum.
Tað vóru ikki blíð skoðsmál, sum Dagfinn Olsen fekk, tá hann hevði dømt dystin millum VB/
Sumba og B68
Mynd: Áki Bertholdsen
Mark setast fyri atburðinum