mánadagur 8. mai 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 88 - 8. mai 2006 ]
Kappingin tykist
longu hava hug at
fara í tveir partar, har
seks feløg stríðast
um heiðursmerkini,
meðan fýra eru
soleiðis fyri, at teirra
lutur í fyrstu atløgu
er at sleppa undan
teimum báðum
aftastu plássunum
FORMULADEILDIN 7.
UMFAR
Jóannes Hansen
Sambært støðutalvuni vóru
tvær toppuppgerðir á skránni
í 7. umfari. Bæði í Gundadali
millum oddaliðið EB/Streym
og meistararnar úr B36, og
í klassikaranum í Klaksvík
millum KÍ og HB endaði
tað við javnleiki. Úrslitini
bera við sær, at EB/Streymur
framvegis er oddalið, at KÍ
framvegis er næstfremst og
einasta ósigraða liðið, og at
B36 á triðja plássinum hevur
fingið kapping frá GÍ.
Gøtumenn vunnu 2-1 á
Skála. Talan var um einasta
sigurin á útivølli í hesum
umfarinum, og tá ið GÍ
fekk fult, meðan øll hini,
sum undan umfarinum vóru
frammanfyri GÍ, fingu eitt
stig í part burturúr, lyftu
gøtumenn sær fram ímillum
tey bestu. Teir hava bara tapt
eina ferð. Hetta var á Eiði í
fjórða umfari.
HB hevði inntil síðstu løtuna
trý stig á kontini í Klaksvík,
og harvið møguleika fyri
rættuliga at gerast partur
av toppstríðnum. Nú fingu
teir bara eitt stig burturúr
og eru harvið trý stig frá
triðja plássi og fimm stig frá
oddaliðnum. Tølini vísa, at
tað framvegis er soleiðis, at
HB trívst best í Gundadali.
Á útivølli hava teir tapt í
Gøtu og fingið eitt stig á
Skála og í Klaksvík, hóast
talan í báðum førum hevur
verið um leikliga yvirvág.
Hjá NSÍ gekk tað
syndarliga illa í fyrstu
umførunum. Eftir fýra tey
fyrstu umførini høvdu teir í
Runavík bara vunnið í Vági,
og tað var tosað um kreppu.
Síðani hevur NSÍ burturúr
trimum royndum fingið sjey
stig. Tað eru tvey færri, enn
teir sjálvir settu sær sum mál
eftir fýra tey fyrstu umførini.
Men tað er nóg mikið til, at
NSÍ við sigri á heimavølli
í kommunuuppgerðini
móti Skála mikukvøldið
hevur møguleika at fáa
samband við tey, sum eru á
heiðursmerkjaplássum.
Við sigri á heimavølli móti
B68 slapp VB/Sumba fyri
fyrstsu ferð í ár burtur av
niðurflytingarplássunum.
Eftir fimm tey fyrstu umførini
høvdu suðuroyingarnir einki
stig. Nú hava teir tvær ferðir
á rað fingið fult.
Hjá
VB/Sumba
er
setningurin fyribils tann sami,
sum hann er tað hjá Skála,
B68 og ÍF. Fuglfirðingar
eiga framvegis fyrsta stigið
til góða. Málmunurin er 7-
24. Støðan minnir nógv um
hana, sum B68 var í fyri
tveimum árum síðani. Tá
fekk B68 fyrsta stigið í júst
7. umfari, og stigið fingu teir
í Fuglafirði. Fyri tveimum
árum síðani flutti B68 niður.
At talan skal verða um sama
enda hjá ÍF í ár er eftir sjey
tey fyrstu umførini rættuliga
sannlíkt.
Hjá uppflytarunum í B68
sær einki serligt út. Tríggjar
tær seinastu ferðirnar hava
teir einki stig fingið, og nú
eru toftamenn næstaftast.
Mikukvøldið hittast ÍF og
B68 í Fuglafirði, og tá er
Tórður Thomsen, sum hevur
verið stinnur í B68 málinum,
leikbannaður.
Tað eru aðrar tíðir á Skála,
enn tað hava verið tvey tey
undanfarnu árini. Einasta
ferðin, sum teir higartil í
ár hava vunnið, var, tá ið
VB/Sumba var á Skála í
3. umfari. Tá var úrslitið
5-0, og einki bendi á, at
Skála fór at stríðast við VB/
Sumba á støðutalvuni. Nú er
suðuroyarliðið frammanfyri
Skála.
Orsaka av landsliðsferðini
til Póllands í vikuskiftinum
verður 8. umfar á skránni mitt
í hesi vikuni. Mikukvøldið
sær skráin soleiðis út:
NSÍ-Skála, ÍF-B68, EB/
Streymur-KÍ og B36-GÍ.
HB og VB/Sumba spæla í
Gundadali hóskvøldið.
Eftir sjey tey fyrstu
umførini er tað trongt í
toppinum, og tað eru møgu-
leikar fyri, at tað ikki verður
minni trongt, tá ið tað fer
at verða gjørt upp eftir 8.
umfarið.
AaB spældi sín besta dyst í ár
AaB vann heili 4-2 í útidystinum ímóti FC Midtjyllandi í
gjár. Hetta verður vanliga roknað sum ein sera trupul dystur,
men liðið úr Aalborg, sum hevur havt stórar trupulleikar
við at vinna dystir í ár, gjørdt í Herning í gjár. AaB legði
seg á odda 3-0, áðrenn FCM svaraði aftur, og seinastu tveir
minuttirnar komu tvey mál afturat. Súni Olsen varð settur
inn, tá ið ein lítil tími varð spældur. Jón Rói Jacobsen er
framvegis ikki komin fyri seg eftir knæskaðan, hann fekk
herfyri.
Frem snávaði í Kolding
Jónas Tór Næs og liðfelagarnir í Frem fingu einki við sær heimaftur,
tá ið teir vitjaðu í Kolding um vikuskiftið. Fram var leikliga við
yvirlutan, men Kolding var vandamikið i kontraspælinum, og
hetta gav teimum eisini sigurin í dystin. Frem fekk ringa byrjan, tí
Kolding skoraði longu eftir tríggjar minuttir. Kolding økti til 2-0
í fyrra hálvleik, meðan Frem minkaði seint i dystinum. Jónas Tór
Næs spældi allan dystin á høgra bakki, meðan Gunnar Nielsen og
Atli Gregersen sótu á beinkinum allan dystin.
Tað treingist í toppinum
Fram til allar seinastu løtuna hevði HB trý stig í pottinum, men evstu løtu eydnaðist tað hjá klaksvíkingum at javna
Mynd: Álvur