mánadagur 8. mai 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 88 - 8. mai 2006 ]
Eftir tvey mála GÍ
leiðlsu í 1. hálvleiki
var heimaliðið á
Skála leikliga oman
á eftir steðgin, men
tað eydnaðist teimum
bara at fáa mál upp á
brotsspark
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað er rættiligur stígur
komin í fótbóltslívið á Skála.
Áhugin er framvegis stórur,
men dagsskráin er ein heilt
onnur nú, enn hon hevur verið
tey bæði undanfarnu árini.
Tá hevur tað snúð seg um at
stríðast um heiðursmerkini
og meistaraskapin. Nú snýr
tað seg um at sleppa úr
niðurflytingar siropinum.
Undanfarnu árini hava teir
á Skála mest sum hvørja ferð
verið í stinnastu útgávu. Nú
eru teir orsaka av skaðum og
leikbannum noyddir langt út
á bonkarendan fyri at finna
fólk til teir fyrstu ellivu.
Serliga meint er tað, at fleiri
av stuðulsspælarunum teljast
millum teir, ið sita uttanfyri
við skaða.
Í Gøtu er søgan tann
mótsatta av tí, sum hon
var í fjør. Tá vóru tað teir,
sum vóru á veg í næstbestu
deildina, tá vóru tað teir,
sum aftur og aftur vóru
noyddir at broyta liðið, og
tá var tað ikki fyrrenn í
síðsta bríkslinum í síðsta
umfarinum – tá ið teir vóru
á Skála – at tað eydnaðist
at bjarga rættinum at halda
fram í fremstu røð.
Nú gongur sum
eftir ánni hjá gøtumonnum.
Hugburðurin er fínur, teir
hava mest sum alt fólkið
tókt so at siga hvørja
einastu ferð, teir halda tætt
í verjupartinum, og teir fáa
málini, sum gera tað so nógv
lættari at spæla.
Hesa ferð løgdu teir seg
á odda við brotssparki
beinanvegin. Dómarin metti,
at hondin hjá miðverjanum
Milan Curcic hevði spælt
bóltin, og Gunnar Nielsen,
sum var einsamallur á
GÍ toppinum og var eitt
sindur stuðlaður av Sámali
Joensen, var tryggur úr
ellivu metrum.
Tað gekk javnt á í
1. hálvleiki, tá ið Bogi
Gregersen hevði bestu
Skála royndina eftir horna,
men gøtumenn bjargaðu
stútaranum á málstrikuni.
Tað var bara GÍ, sum
fekk mál. Smáar tíggju
minuttir undan hvíldini var
uppspælið í høgru. Áslakur
R. Petersen legði innfyri,
og Hanus Jacobsen, sum
hevur sera góða nøs fyri
málmøguleikum, kom inn
frá vinstru og smekkaði í
kassan.
Skála fann stílin
Eftir steðgin var mótbrekkan
hjá heimaliðnum á Skála
tung. Teir vóru aftanfyri
2-0, og fyrstu løtuna bendi
ikki so nógv á, at tað skuldi
eydnast at koma afturíaftur.
Sum hálvleikurin leið hevði
GÍ – ivaleyst var tað ótilvitað
– alt størri hug at hugsa
um verjupartin, og harvið
gekk nógv fyri seg á teirra
hálvu.
Skálamenn umskipaðu
eitt sindur, og teir fingu betri
fatur á samanspælinum. Eftir
ein tíma fingu teir brotsspark.
Kanska var tað dømt fyri at
halda í brotsteiginum. Bogi
Gregersen umsetti til fulnar,
og so var spurningurin, um
tað skuldi eydnast Skála at
fáa stig, ella um GÍ skuldi
fara við øllum.
Skála hevði ilt við at spæla
seg til upplagdar møguleikar.
Bestu royndina átti Poul N.
Poulsen, tá ið hann sendi skot
úti frá og upp um málið.
Tólv minuttir undan
leikloki varð Pætur Dam
Jacobsen vístur av vøllinum,
tá ið hann fyri aðru ferð
hevði sæð gult, og so var
lættari hjá GÍ at halda tørn.
Pauli G. Hansen
var á Skála beinkinum hesa
ferð. Hann er kortini ikki
heilt fullførur enn. Men á
Skála siga teir seg hava vónir
fyri, at bæði Pauli og Borgar
Kristiansen um ikki so langa
tíð aftur fara at verða førir
fyri at venja við fullari ferð og
harvið at spæla. Hvussu tað
verður við tveimum øðrum
skaddum lyklaspælarum
– Alexandur Johansen og
Jónhardi Frederiksberg – er
framvegis í tí óvissa.
Johan Byrial Hansen
setir gaggurnar á
hillina fyri at brúka
meira tíð til familjuna
og arbeiði. Í gjár
spældi hann seinasta
heimadystin fyri
AC Horsens. Hann
var liðformaður og
var við til at vinna
knúsandi sigur á
Brøndby
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
30 ára gamli Johan Byrial
Hansen gevst at spæla
fótbólt. Tá ið sáttmálin við
danska superligafelagið AC
Horsens gongur út í næstum,
setir Johan gaggurnar á
hillina, og har verða tær
standandi – fyri well.
– Eg havi hugsað um hetta
í longri tíð, og fyrr í vár tók
eg avgerðina. Eg havi brúkt
nógv tíð til fótbóltin, og tað
fer bara meira og meira tíð
til fótbólt. Tað gongur út yvir
familjuna og arbeiðið, og
nú haldi eg, at eg skal geva
teimum nakað aftur fyri
at hava verið so tolin móti
mær, sigur Johan Byrial
Hansen, sum hevur spælt 15
landsdystir fyri Føroyar.
– Eg havi ein lítlan son, og
eitt barn afturat er í væntu.
Harafturat eru nýggjar
avbjóðingar fyri framman
í arbeiðnum, og hetta
hevur so alt við sær, at eg
frameftir vil brúka meira tíð
til familjuna og arbeiði, og
so má fótbólturin lúta, sigur
hann.
Framúr endi
Johan Byrial Hansen kom á
føroyska fótbóltslandsliðið
í 2000, og hann spældi
javnan við liðnum fram til
í fjør. Johan hevur verið
stuðulsspælari hjá AC
Horsens í fleiri ár, og felagið
hevur eisini boðið honum
nýggjan sáttmála. Seinasta
árið hevur Horsens spælt í
superliguni, og har hevur tað
gingið heilt væl hjá liðnum,
sum langt síðani hevur
tryggjað sær eitt ár afturat
í bestu deildini.
Í gjár spældi Johan sín
dyst nummar 205 fyri
AC Horsens, og í dagens
anledning
var
hann
liðformaður á liðnum. Og
tað var vorðið sum dagur, tí
AC Horsens vann knúsandi
4-1 sigur á Brøndby og
avgjørdi harvið stríðið um
danska meistaraheitið.
– Tað kundi ikki verið ein
betur dagur at spæla seinasta
dystin á heimavølli, og eg
eri sjálvandi keddur um,
at eg nú skal gevast. Men
avgerðin er tikin, og tað er
altíð stuttligari at gevast
á toppinum, sigur Johan
Byrial Hansen eftir søta
sigurin á Brøndby.
Ætlar tú tær als ikki at
spæla fótbólt aftur?
–
Næsta hálva árið
fari eg so einki at gera við
fótbólt, og eg rokni ikki
við, at verður lætt at koma
afturíaftur eftir tað. Men eg
rokni nú heldur ikki við, at
tað verður aktuelt.
Holst hongur í
Lyngby heldur fram við at fáa góð úrslit í næstbestu donsku
deildini. Felagið spældi í gjár lokaluppgerð ímóti AB, og tað
eydnaðist Christian Holst Lamhauge og teimum at vinna dystin
2-1. Málini komu í dystinum. Fremad Amager legði seg fram um
1-0 við brotssparki eftir 75 minuttir, men fimm minuttir seinni
javnaði AB. Og so var tað, tá ið 90 minuttir vóru spældir, at Mikkel
Beckmann skoraði sigursmálið hjá Lyngby. Christian Lamhauge
Holst spældi allan dystin í álopinum hjá Lyngby, sum framvegis
liggur trý og fýra stig aftanfyri tey bæði fremstu liðini í deildini.
Lyngby eigur enntá ein dyst til góðar mótvegis teimum.
Rógvi og teir vunnu generalroyndina
Næsta vikuskiftið byrjar íslenska landskappingin, og um vikuskiftið spældi KR sín
seinasta venjingardyst. Dysturin var ímóti Breiðablik, og KR vann dystin 1-0. Einasta
málið í dystinum kom eftir 42 minuttir, tá ið Skúli Jón Friðgeirsson skoraði. Rógi Jacobsen
byrjaði dystin á vøllinum, men hann varð skiftur út góðar 20 minuttir fyri leiklok.
Byrial gevst at spæla fótbólt
Johan Byrial Hansen fekk eitt ordans farvæl í Horsens, har hann sum liðskipari var við til at knúsa
allar gulldreymir hjá Brøndby
Skála-GÍ 1-2 (0-2):
GÍ kom undan trýstinum
GÍ
SKÁLA