Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mai 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 88 - 8. mai 2006 ] Móti einum ÍF-liði, sum tykist mergsogið fyri sjálvsálit, fekk NSÍ lættari prosess, enn dysturin í veruleikanum gav teimum rætt til Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ringa ringrásin hjá ÍF tykist veruliga vera farin í sjálvsving. Eftir tapið fyri VB í botndystinum seinast, var kravið um stig nærum eirindaleyst, tá farið varð á vøllin við Løkin. Enn er kanska langt eftir á mál, áðrenn Formula-kappingin er liðug, men sum kappingin hevur lagað seg, er vandin fyri avbyrging vorðin meira enn bara hugsandi hjá fuglfirðingunum, fáa teir ikki savnað sær nøkur stig hampuliga skjótt. Ein skriðja og onnur Tá talan er um ringa ringrás, so krevst ofta okkurt slag av succés-uppliving, um sleppast skal úr hesum, og í so máta kundu fuglfirðingarnir neyvan ynskt sær betri byrjan. Bara tveir minuttir vóru farnir, tá Atli Petersen legði fuglfirðingarnar á odda, og fyri tað nógva eydnaðist eisini at halda fast um góðu støðuna, sum teir við hesum høvdu skapt sær. Fram til hálvan hálvleikin megnaðu fuglfirðingar eisini at halda fast. Men so gekk galið. Orðafellið sigur, at har ein skriðjan er lopin, er onnur væntandi, og soleiðis var eisini hjá ÍF-liðnum, sum tykist vera fullkomuliga punkterað Bara tríggir minuttir vóru millum útjavnanina og leiðslumálið hjá NSÍ. Og tá dysturin veruliga skrædnaði eftir steðgin, var sama søgan. Tá Óli Hansen – sum gjørdi reint hat-trick í álopinum – økti til 3- og 4-1, gingu bara tveir minuttir millum málini, og tað sama var søgan, tá Christian Høgni Jacobsen rundaði dystin av. Tá var spælið eisini follið somikið saman hjá ÍF, at málini nærum rullaðu inn eftir vild. Ikki endiliga tí teir spældu so út av lagi vánaligt, men kanska meira, tí luturin hjá teimum var tann so eyðkendi hjá einum botnliði. Nevnliga at øll mistøk tykjast kosta mál, og tá er trupult hjá spælarunum at halda høvdinum uppi. Við aftur Hjá NSÍ er støðan nú ein heilt onnur. Krepputosið, sum gongd kom á eftir fyrstu umførini, tykist nú vera beint av vegnum. Málið um níggju stig í trimum dystum varð kanska ikki rokkið, men sjey av slagnum er heldur ikki at forkasta. Og megna Trygvi Mortensen og hansara menn eisini at fáa fulla úrtøku, tá Skála kemur á vitjan um góða viku, fer talvan skjótt at síggja heilt áhugaverd út fyri teirra viðkomandi. Sparkivøllur í Haldórsvík Fríggjadagin varð nýggi sparkivøllurin i Haldórsvík tikiní nýtslu. Magnus á Stongum, nevndarlimur í FSF, handaði Sunda kommunu fótbóltsvøllin, sum er tann fjórði í eini røð av vøllum, sum skulu gerast kring landið. Ætlanin er, at 40 sparkivøllir skulu gerast í Føroyum fram til 2008. Ætlanin er eitt samstarv millum FSF, UEFA, FIFA, kommunur og onnur í Føroyum. Sparkivøllurin í Haldórsvík liggur við skúlan. Morten Olsen vil hava fleiri lið í superliguni Danski landsliðsvenjarin í fótbólti, Morten Olsen, vil hava fleiri lið at spæla við í donsku superliguni, har 12 feløg eru umboðað í løtuni. Men hesum taka leiðarar í feløgunum ikki undir við. Millum tey, sum tala ímóti, er FCK. – Vit kunnu bara hyggja eftir stigatalvuni í dag og síggja, hvussu stórur munur er millum feløgini. Vit tosa um at sleppa út í Europa at spæla, og tí kunnu vit ikki taka fleiri lið við í superliguna, sigur Flemming Østergaard, nevndarformaður í FCK, við Onside. Stutt sagt Fann alt fyri eitt á slóðina Seinastu trý árini hevur tað fyri tað mesta verið í verjupartinum, at Óli Hansen hevur gjørt um seg. Eftir leikbann seinasta dystin hjá NSÍ var tað tó ikki á hetta plássið, at hann kom aftur á liðið. Ístaðin hevði Trygvi Mortensen valt at senda Óla í front hjá NSÍ, og illa ber til at siga annað, enn at hetta spældi væl av. Við trimum málum á rað var Óli í øllum førum maðurin, sum var í fokus eftir trygga sigurin, og sjálvur tóktist spælarin eisini nøgdur um avrikið. –Tað ber jú illa til at siga annað. Nú minnist eg ikki, nær eg havi skotið hat-trick seinast, men tað hevur so helst verið onkra tíð í yngru deildunum, haldi eg. Nú er nakað síðani, at tú spældi í álopinum seinast. Var tað lætt at umstilla seg til hendan partin aftur. – Eg helt sjálvur, at eg hevði onkrar trupulleikar í so máta. Men har má so vera okkurt, sum eg ikki havi gloymt, helt Óli skemtandi. Spurdur, hvørt hetta er ein sessur, sum honum dámar betri, enn í verjuni, hevur Óli hug at draga slitnu klichéina fram, um at hann spælir har, sum venjarin setir seg. Men hann leggur tó afturat, verður úrtøkan hvørja ferð av hesum slag, so hevur hann avgjørt einki ímóti at halda fast um plássið í nakrar dystir afturat. – Hinvegin, so síggi eg kanska meg sjálvan meira sum verjuspælara enn sum áleypara. Onkursvegna, so fellur hetta mær nakað lættari. Men sum sagt, so verður tað nakað, sum venjarin eisini í framtíðini fer at gera av, staðfesti Óli. Um málini hesaferð, er annars at siga, at talan var um eitt sindur av hvørjum. Tey bæði fyrstu vóru kanska meira typisk centerforward-mál, sum komu eftir uppspæl niðan eftir vøllinum. Tað seinasta var eftir deyðbóltsstøðu, har Óli eisini hevur gjørt um seg tey árini, sum hann hevur verið verjuspælari. -mørk NSÌ ÌF NSÍ-ÍF 6-1 (2-1): Tennis-tøl við Løkin Óli Hansen var hesa ferð í álopinum hjá NSÍ, og við trimum málum ber illa til at siga annað, enn at hetta var væl valt av Trygva Mortensen