Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mai 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 88 - 8. mai 2006 ] Andrew og teir taptu Andrew av Fløtum spældi allar 90 minuttirnar, tá ið Fremad Amager í gjár spældi ímóti Vejle á útivølli. Bert eitt mál kom í dystinum, og tað skoraði Vejle eftir 10 minuttir. Seint í dystinum fekk Fremad Amager vístan ein mann av vøllinum. Millum spælararnar hjá Vejle var Ulrik Balling, sum fyri nøkrum árum síðani spældi eitt styttri skifti í NSÍ. Meðan Fremad Amager liggur mitt á stigatalvuni í donsku 1. deild, er Vejle við í stríðnum um uppflyting til superliguna. TB-dystur framskundaður Óli Johannesen er sum einasti spælarin í 1. deild tikin út til a-landsliðið, sum sunnudagin skal spæla venjingardyst ímóti Póllandi. Hetta hevur nú við sær, at FSF framskundar dystin ímillum TB og Royn, sum eftir ætlan skuldi verða spældur leygardagin. Ístaðin verður dysturin spældur mikukvøldið. Páll Augustinussen dømir dystin, sum verður spældur á Sevmýri. Frammanundan eru allir dystirnir í Formuladeildini eisini framskundaðir til mikukvøldið orsaka av landsdystinum sunnudagin. Tvey drønskot frá Evrard Ble góvu VB/ Sumba sigurin ímótui B68, sum hevði verið frammanfyri við tveimum málum, tá ið tað restaðu góðir 20 minuttir VB/Sumba-B68 Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað stóð einki til hjá VB/ Sumba, tá ið tað manglaðu góðir 20 minuttir av dystinum ímóti B68 í gjár. Gestirnir av Toftum høvdu tá lagt seg fram um við tveimum málum, og teir vóru á veg at fáa øll stigini við sær aftur norður um Suðuroyarfjørð. Men so kom vend í, og útvísing av málmanninum hjá B68 var ein sentral hending í tí, sum sendi seinasta partin av dystinum. Tórður Thomsen kom út um brotsteigin at takla, hann nart bóltin við hondunum, og tað verður vanliga revsað við reyðum korti. Dómarin ivaðist heldur ikki og sendi ungu málmanninum av vøllinum. Tá hevði VB/Sumba longu minkað við einum flottum máli frá Birgir Jørgensen, og frísparkið, sum kom eftir útvístingina, drønaði Evrard Ble upp í málhorni. So stóð á jøvnum og VB/Sumba tevjaði blóð. Fimm minuttir fyri leiklok, drønaði Evrard Ble enn einaferð bóltin í málið, og so hevði heimaliðið fullkomiliga vent alt á høvdið. Toppskjúttin í For- muladeildini, Súni Fríði Barbá, hevði annars lagt gestirnar fram um við tveimum málum. Fyrra málið kom í tí nógva undanvindinum í fyrra hálvleiki, og seinna málið kom stutt eftir hálvleikssteðgin, tá ið B68 hevði vindin ímóti. Nú er vend komin í Fótbóltsspælið var einki at reypa av í hesum dystinum. Vindurin var ein høvuðsorsøk til, at liðini høvdu ilt við at fáa samanspælið at ganga. Tí gjørdist dysturin í stóran mun eitt stríð um at koma til kjansir í undanvindinum, meðan mótstøðuliðið royndi sum frægast at verja. – Vit spældu ikki væl, tí veðrið var ikki til tað, men spælararnir hjá mær stríddist sum villir, og tað hava teir gjørt í øllum dystunum í ár. Eg havi allatíðina sagt, at tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn vit veruliga kunnu spæla við í Formuladeildini, og tað haldi eg, at vit nú hava víst, sigur Ole Andersen, venjari hjá VB/Sumba. – Vit hava vunnið tveir dystir á rað, og tað er tí, at vit hava fingið skil á verjupartin. Eg vil gjarna spæla álopsfótbólt, men ein sterk verja er fyrsta treyt fyri, at vit kunnu spæla álopsfótbólt, sigur danski venjarin, sum ímóti B68 hevði sent tríggjar mans í álopið at spæla. VB/Sumba vann fyri viku síðani í Fuglafirði, og hesaferð vóru teir omaná ímóti B68. Seks stig í tveimum dystum gevur luft og mót upp á næstu dystirnar. – Eg havi allatíðina verið optimist, tí vit hava eitt lið við nógvum góðum spælarum. Vit hava bæði ungar og spennandi spælarar, og vit hava eisini spælarar við royndum, og tí havi eg allatíðina verið sannførdur um, at vit skulu nokk koma í gongd, sigur Ole Andersen Stutt sagt Hetta var eitt stórt vónbrot Verjuálitið hjá B68 heldur, at tað var ein dyggur smeitur fyri liðið at missa leiðsluna í Vági VB/Sumba-B68 Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo B68 hevði møguleikan at leggja sjógv ímillum seg og botnin við at vinna ímóti VB/Sumba sunnudagin. Toftamenn vóru eisini væl á veg til at klára uppgávuna, men í seinna hálvleiki mistu teir eina leiðslu á tvey mál, og so stóðu teir eftir við ongum. – Vit høvdu gott tamarhald á dystinum, til vit fingu útvísingina. Tað gjørdist líkasum vendipunktið í dystinum, og eftir tað mistu vit takið, sigur Arnbjørn Danielsen um dystin í Vági í gjár. – Eg haldi, at útvís– ingin var eitt sindur hart dømt. Málmaðurin kemur út at takla, bólturin rakar hann helst í hondina, men alt gongur so skjótt fyri seg, at tað er ilt at meta um hendingina. Arnbjørn Danielsen heldur, at tað var sera keðiligt fyri liðið at tapa hendan dystin. – Teir gera nøkur sera góð mál, men vit eru sera skuffaðir eftir dystin. Nú hava vit nakrar dagar til at koma fyri okkum aftur. Eg ivist ikki í, at vit fara at fóta okkum til týðandi dystin ímóti ÍF mikukvøldið, sigur Arnbjørn Danielsen. NSÍ-Skála bíðar Meðan hini liðini í Formula-deildini hava framskundað uppgerðirnar, sum skuldu verði spældar komandi vikuskiftið, hava NSÍ og Skála flutt sín dyst hinvegin. Við upprunaligu dystar– skránni í huga høvdu tveir av spælarunum hjá NSÍ lagt sær arbeiðsørindi uttanlands, soleiðis at teir vóru heima aftur til dyst um vikuskiftið. Ein ætlan, sum tó ikki sampakkaði, nú umfarið varð flutt fram. Tað var tó skjótt, at semja fekst í lag við Skála, og nú er avtalað, at dysturin ístaðin verður spældur týsdagin, 16. mai. VB/Sumba-B68 3-2 (0-1): VB/S gjørdi ordans comeback B36 VB/SUMBA Toftamenn kundu bara iðra seg, tá teir í mótvindinum tveittu tvey mála leiðslu burtur. Heimaliðið leyp hinvegin bukk um bæði B68 og Skála á stigatalvuni Mynd: Áki Bertholdsen