Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mai 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 88 - 8. mai 2006 ] Eftir at teir leingi høvdu verið oman á og høvdu havt risa møguleikar at leggja seg framum við trimum málum, stóðu teir í HB eftir við javnleiki, sum KÍ bjargaði sær í evstu løtu Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Eftir 2-0 sigurin á gran- nunum í B36 var tað stóra sveinaroyndin hjá unga HB liðnum, tá ið teir sunnudagin vóru í Klaksvík. Sum 2. hálvleikur leið bendi alt á, at teir skuldu standa royndina til ta stóru medaljuna. HB legði seg framum 2- 1, tá ið Jákup á Borg, sum taldist millum teir mest eyðsýndu, royndi seg úr 25 metrum og eitt sindur úr vinstru. Meinhardt Joensen, sum annars var stinnur í KÍ málinum, lat bóltin fara inn við handara stólpanum. Tá var seinna umfarið átta minuttir gamalt, og næstu longu løtuna vóru tað havnarmenninir, sum settu dagsskránna. Teir tordu at spæla ímillum sín, teir fluttu seg skjótt og nógv, og harvið sóu fleiri av klaksvíkingunum, sum higartil annars hava verið bragdligir, tungir og ikki heilt avstemmaðir út. Ikki minst í borðunum, har HB legði stórt trýst á. Heimamenninir taptu nógvar av nærdystunum, og tað var merkisvert, hvussu trupult annars bólttryggir spælarar høvdu tað, tá ið teir skuldu spæla frá sær. Settust á dystin Ólavur í Ólavstovu var sera eyðsýndur. Kári Nielsen var stinnur á verjukenda miðvallarplássinum, og Jovan Radinovic-Pancic, sum eftir steðgin loysti av í vinstra borði í trímanna álopinum, vísti seg at vera sannur fongur. Hann fall væl inn í samanspælið, og hann bæði dugdi og tordi at bjóða av ein móti einum. HB spældi seg til møguleikarnar, sum áttu at borið tryggan sigur við sær, men teir vóru ikki nóg neyvir í avgerandi støðunum. Besta møguleikan fekk Rókur Jespersen í 57. minutti, tá ið hann royndi úr ellivu metrum. Meinhardt Joensen tveitti seg til høgru fyri seg sjálvan. Rókur hevði eisini valt hesa síðuna, og skotið var ikki meiri sannførandi enn, at tað bar væl til hjá KÍ málverjanum at halda bóltinum. Jákup á Borg, sum við fleiri dragingum í høgru var upphavsmaður til brotssparkið, fekk enn ein møguleika at økja um leiðsluna til tvey mál, og harvið at syrgja fyri, at øll stigini skuldu fara gjøgnum tunnilin. Atli Danielsen, sum var tryggur í KÍ miðverjuni, slapp væl við gula kortinum, tá ið hann í irritatión yvir ófantaliga HB takling vardi við tí, sum minti um hevnisøku. Dómarin bríkslaði fyri frísparki átta metrar uttanfyri brotsteigin og eitt sindur til vinstru. Rasmus Nolsøe lyfti í besta Beckham stíli upp um manngarðin, og Meinhardt Joensen tveitti seg niður til stólparótina til vinstru fyri seg sjálvan. Hann megnaði at verja, men ikki at halda bóltinum, og so var Jákup á Borg fyrstur á returinum. Í staðin fyri upp í nettakið, sum ætlanin sjálvandi tóktist at vera, so sendi Jákup bóltin upp um málið! Tólv minuttir eftir og framvegis 2-1. Gestirnir royndu at halda fram við álopssinnaða spælinum. Tríggir á toppinum, miðvallararnir bjóðaðu seg til, og Janus M. Joensen í vinstru, sum undan steðginum hevði havt tað trupult, var fleiri ferðir við í álopunum. Síðstu løtuna gekk, sum tað so ofta ger, tá ið støðan er 2-1. HB gjørdist eitt vet varnari. Innskifti Oddmar á Lakjuni var fínur íblástur á KÍ miðvøllinum. Heimaliðið fór at vinna fleiri nærdystir, teir stríddu seg nakrar ferðir í nánd av HB málinum, og tá varð tað eins og í 1. hálvleiki staðfest, at verjan var at tosa við. Og so var tað, at tað loysnaði hjá heimafólkinum kring vøllin, har tað ikki hevði verið serliga nógv at hoyrt frá teimum bláu í 2. hálvleiki. Vanliga leiktíðin var um at vera farin, tá ið Iulian Florescu sendi fríspark úr høgru og til handara stólpan, har Paul Clapson, sum tað í orðsins sanna týdningi hevði haltað hjá, við høvdinum sendi bóltin í nettakið. 2-2, og eitt stig í part. Fullkomna sveinastykkið, sum unga HB liðið var um at gera liðugt, hevði fingið í teirra eygum keðiliga skeinu, sum bar við sær, at próvtalið gjørdist tvey minni, enn tað annars hevði sæð út til, at tað skuldi gerast. Doyvandi dovisligt Stóran part av fyrra umfarinum var tað púrt einki, sum bendi á, at hetta vóru tvey av roknaðu toppliðunum. HB fekk fyrsta málið eftir lítið korter. Langskotsroynd hjá Kára Nielsen varð blokerað. Jákup á Borg var vakin, fekk tak á, legði út frá, og Páll M. Joensen sendi í málið. Málið setti futt í KÍ, sum setti seg á alt meiri, og eina løtu eydnaðist tað at broyta frá planleysari gypping og til við longum sendingum at brúka breidd og dýpd. Serliga Hjalgrím Elttør var hesa løtuna væl upplagdur í høgra borði, har hann ferð eftir ferð megnaði at leggja innfyri málið. KÍ fekk ov lítla nyttu burtur úr innleggunum. Paul Clapson var ikki hundrað prosent, og miðvallararnir komu ikki nóg skjótt í brotsteigin. Heðin á Lakjuni javnaði til 1-1 í 19. minutti, eftir at Hjalgrím Elttør og Marek Wierzbicki høvdu staðið fyri uppspælinum, og havnarmenn høvdu verið gávumildir undir málinum. Lítla løtu seinni var uppskriftin tann sama, men tá fór royndin hjá Heðini skeivu megin stólpan. Eftir steðgin hevði KÍ risa møguleika at leggja seg á odda. Eftir HB horna og langt útspark gjørdist Hjalgrím Elttør leysur. Hann royndi seg við skoti, men skuldi heldur havt spælt upp á tvørs til púra nakna Paul Clapson. Í næsta HB álopinum varð Jákup á Borg feldur. HB fekk einki burturúr brotssparkinum. Teir hildu fram at trýsta, uttan at teir fingu nakað burturúr, og so var tað, at Paul Clapson bjargaði fótbóltshýrinum í Klaksvík, og sveinastykkið hjá ungu HB spælarunum ikki gjørdist so framúr, sum tað leingi tóktist at skula verða. Todi spældi heilan dyst Fyri fyrstu ferð í langa tíð spældi Todi Jónsson ein heild dyst fyri norska felag sítt Start. Tað gekk tó einki hjá Toda og teimum, tí teir taptu dystin ímóti Lillestrøm 2-1. Lillestrøm legði seg á odda í fyrra hálvleiki, men Start javnaði eftir 70 minuttir. Góðar 10 minuttir fyri leiklok gjørdi Lillestrøm sigursmálið. Todi byrjaði dystin sum miðframherji, og hann var á vøllinum allar 90 minuttirnar. Heimasíðan hjá Start skrivar, at Todi fekk ikki nógv burtur úr hendan dystin. Hann fekk tó eitt gult kort eftir 19 minuttir. Start er einki topplið Venjarin hjá Start, Tom Nordlie, var misnøgdur við tapið ímóti Lillestrøm í gjár. Hann – Tað er irriterandi, at vit skulu brúka ein hálvleik, áðrenn vit koma ordiliga í gongd. Vit høvdu avtalað, at vit skuldu ikki geva Lillestrøm óneyðug fríspark, men tað kláraðu vit ikki at halda, segði Tom Nordlie eftir dystin, sum Start tapti eftir eina deyðbóltsstøðu. ­– Vit eru ikki nakað topplið í ár, sigur Norldie. Og tað sæst aftur á stigatalvuni. Eftir at Start í fjør stríddist um gullið, liggur felagið nú triðniðast við fimm stigum eftir seks dystir. Tøgnin talaði 1735 gjaldandi áskoðarar sóu klassikaran í Klaksvík sunnudagin. Lagið var gott, men kringumstøðurnar vóru ikki so veitslukendar, sum tær plaga at vera. Einasta flaggið var Merkið, og tað hekk í hálvari stong. Jógvan Norðbúð doyði tíðliga sunnumorgunin 58 ára gamalur. Hann spældi fótbólt í Klaksvík, har hann kom á besta liðið í 1973. Jógvan var høgri bakkur á landsliðnum í Reykjavík í 1975 og móti Íslandi í Gundadali árið eftir. Eftir at hava búð á flatlondum í nøkur ár gjørdist Jógvan fyrst í áttati árunum fótbóltsvenjari í Før- oyum. Fyrstu royndina sum venjari hevði hann gjørt í 1976, tá ið hann vandi KÍ smádreingirnar, sum vunnu FM, eftir at Jógvan var farin av landinum. Jógvan vandi LÍF, B36, HB, B68, FS Vágar, ÍF og NSÍ, og í 1984 var hann landsliðsvenjari. Hetta árið vunnu Føroyar tvær ferðir móti Grønlandi á heimavølli, og tað var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Føroyar fingu stig móti Íslandi, tá ið úrslitið í Gundadali 1. august í 1984 var málleysur javnleikur. Aftur í 1993 hevði Jógvan í einum dysti ábyrgdina av landsliðnum. Tindurin í fótbólts- lívinum hjá Jógvani mundi tað vera, tá ið hann í 1990 varð meistari við HB, og tá ið hann í 1992 vann FM við B68. Í góðveðrinum í Klaksvík varð tøgn hildin í ein minutt at minnast Jógvan Norð- búð, og spælararnir bóru svart syrgiband. KÍ formaðurin Torleif Sigurðsson segði nøkur orð og minti á, at tað var Jógvan Norðbúð, sum teknaði KÍ búmerkið. Tað gjørdi hann undan 70 ára føðingardegnum hjá KÍ 24. august í 1974. -J HB KÌ KÍ-HB 2-2 (1-1): Mistu fína sveinastykkið Til tíðir leikaði hart á, og sinnið lýsti av spælarunum. Ikki minst, tá tað stóð greitt, at HB hóast ruddiliga yvirvág mátti taka til takkar við bara einum stigi Mynd: Álvur Haraldsen